Lýsing
Lýsing
Lýsing
Lýsing
Mynd: Klaksvíkar Ítróttarfelag

Veddingarfyritøkur vísa føroyskan fótbólt

SKRIVAÐ: Tíðindaskriv  |  07.05.2020 - 16:26 Ítrottur Tíðindi

Televarpið, sum eigur rættindini at senda Betri Deildina hjá monnum beinleiðis, hevur gjørt avtalu við fyritøku, sum veitir veddingarfyritøkum sjónvarpsmyndir.

Áhugin fyri føroyskum fótbólti er stórur, nú Betrideildin telist millum tær heilt fáu kappingarnar í Evropa, har fótbóltur verður spældur.

Í dag er avtala gjørd við fyritøku, sum veitir veddingarfyritøkum beinleiðis sjónvarpsmyndir. Avtalan er galdandi fyri alt kappingarárið í 2020.

Afturat hesari avtaluni hevur Televarpið í dag eisini gjørt avtalu við Ekstrabladet.dk, um at miðilin vísir dystirnar, ið verða vístir á Rás 1. Hendan avtalan er galdandi fyri fyrstu fýra umførini.

Undan hesum hevur Televarpið eisini gjørt avtalu við norsku sjónvarpsrásina, TV2, sum er galdandi fyri fyrstu tólv umførini.

Inntøkurnar, sum koma frá útlendsku fyritøkunum, verða býttar millum Fótbóltssamband Føroya og Televarpið.

Lýsing
Seinastu tíðindini
Myndarøð: Talvkapping á Norð­oyastevnu
Norð­oyastevnan í Varpinum
Jákup Pauli Johansen 50 ára starvsdag á…
Veðrið á Norð­oyastevnu
Heilivágs­ráðið farið til verka
Kular Røtur: Eg vil ikki í skúla
- Vit spyrja hinar spurningar­nar!
Blaðið er komið
Einans tríggjar sýningar aftrat av Norðo…
Norð­oyastevnuróðu­rin 90 ár
Gallarí Á Stongunum
Norð­oyastevnu­konsertin hjá Klaksvíkar Ho…
Norð­oyastevnu­framsýning
Ferðslan á norð­oyastevnu
Norð­oyastevnuskráin fríggja­dagin
Býarkoyring fríggja­dagin 29. mai
Skýlisklettur 2.500 pund
- At verða mentanar­hús í miðbýnum, tað f…
- Fólk vilja gjarna fara í føroysk klæði…
Føroyar ein Maritimur Tænastudepil
Lýsing