Lýsing
Lýsing
Lýsing

Lokalt framleiddur matur av Trøllanesi

SKRIVAÐ: Jóhann Lützen  |  08.05.2020 - 21:29 Mentan Tíðindi Vinna

Í morgin, leygardagin 9. mai, fara Uppistovugarðurin viđ Anju og Eyđuni Eliassen, og Útistovugarðurin viđ Maud og Bárđi Østerø av Trøllanesi at selja føroyskan mat við bátabrúgvarnar.

Tilber m.a. at keypa høsnaregg, røst seyðarhøvd, blóðpylsu, rullupyslu, gásalivurpostei, garnatálg og rabarbusúltutoy frá Uppistovugarðinum og Útistovugarðurin selur ræst kálvakjøti, dunnu egg, vínrabarbu súltutoy og rullu- og kjøtpylsu. 

Umhvørvisátakið Slóða Fyri vil við hesum framtaksanda skapa eitt stað, har bóndir og útróðrarfólk hava møguleika at selja føroyskar matvørur. 
Ætlanin er, at smátturnar eru opnar hvønn leygardag frá kl 10.00 í mai mánaði. Møguleiki er eisini at lata smátturnar upp aðrar dagar, til eitt nú fríska fiskasølu, um áhugi er.

 

Ynskir tú at selja?

Áhugaði kunnu venda sær til Gunnhild Dahl Niclasen á telefon 282878 ella Anniku S. Biskopstø á telefon 219011. Til ber at selja føroyskan, burðardyggan og nýfiskaðan ella framleiddan mat. Endamálið er at varpa ljós á mat í nærumhvørvinum og teir umhvørvisligu fyrimunirnir, sum standast av at keypa lokalt.

Lýsing
Seinastu tíðindini
Atgongumerkjasølan er byrjað til finalun…
Prógvhandan á Sjónámi
Ein ferð úr Føroyum suður í hitabylgjuna
Prógvhandan á Tøknibreytini
Rótin á shortlist
Ferða­vinnu­ætlanin fyri Klaksvíkar kommun…
Viðareiðis kommuna nýggja heimasíðu
Bárður í Gallarí Havnará
Fimm bøkur til summarið frá Bókadeildini
ICES-tilmæli fyri fiskiskap eftir gullla…
KG avhendað í dag
Lívfiskastøðin í Svínoy tikið móti fyrst…
KG úr luftini
- Góða ferð til París
Jákup og Agnar vitja Norðlýsið
Skal KÍ brúka hópin sunnudagin?
Miðbýurin gerst dýrari – kommunan biður…
Arbeiðsbólkur skal leggja kós fyri alt í…
Arbeiðsbólkur skal seta kós fyri Klaksví…
Á Skúlatrøð: Fyrireik­ingar til byggistig…