Lýsing
Lýsing
Lýsing
"Samráðingarupplegg" kallaði fíggjarmálaráðharrin sítt útkast nú samráðingar er um lønir hjá teimum alment løntu starvsfólkunum | Mynd: kvf.fo

Ikki misnýta kreppustøðuna, harra fíggjarmálaráðharri

SKRIVAÐ: Jóhann Lützen  |  12.05.2020 - 09:30 Leiðarin Politikkur

Fleiri tingfólk høvdu hug at rokna tað sum at lirka, tá fíggjarmálaráðharrin í sambandi við annan av kreppupakkunum fekk eina – varandi – loysn inn við fyri Atlantsflog, har føroyska flogfelagið fekk eina afturbering. Um tann metingin er røtt, so var tað ikki rætt atborið av fíggjarmálaráðharranum. Nú tað so er líkt til, at Corona-kreppan eisini verður brúkt fyri at fáa fakfeløgini at slaka í lønarkrøvunum, er tað vorðið ov nógv av tí “góða”.

Tað er ikki eitt gott signal at senda út, at nú vit øll hava tikið virtuell lógvatøk í tryggari frástøðu, at tey alment løntu starvsfólkini onga takkarløn skulu hava fyri tað. Fyrst og fremst hava heilsustarvsfólkini veruliga víst sítt virði og tikið fleiri eyka tøk fyri samfelagið. Teimum á baki hava skúlar og dagstovnar gjørt alt í síni makt fyri at liva upp til tey skiftandi tilmælini, hava mugað umstillað seg, í summum førum umskúlað seg, alt fyri at fáa Corona-tølini niður á null, har tey nú eru.

Búskapurin hevur tað ikki gott undir hesi kreppuni, tað vita vit, men at høgga bremsurnar í kann gera ilt verri. Hevur fólk onga keypiorku, fær vinnan onga inntøku, og tá hon so heldur ikki fær tað frá ferðafólki, og fleiri útlendskir marknaðir svíkja, ja, so kann ein og hvør rokna út, hvør avleiðingin verður. Tað er júst í ringum tíðum, at tað almenna skal vera lokomotivið og seta gongd á aftur.

Ein stórur partur er sjálvandi taktikkur. Landið skal altíð halda aftur í eini samráðingarstøðu, og Corona hevur í so máta givið fíggjarmálaráðharranum nakrar trumfir. Men fyri tað skulu spælireglurnar ikki broytast. Ein undirskrivaður sáttmáli skal sjálvandi haldast av báðum pørtum, annars missa fólk álitið á skipanina, fyri ikki at tala um møguligu endurgjaldskrøvini.

Tá tað snýr seg um almenn starvsfólk, so liggur altíð ein latent hóttan í luftini. Hon ljóðar, at um lønarkrøvini skulu gangast á møti, so eru ikki ráð til at hava eins nógv fólk í starvi. Og so fáa vit uppsagnir. Hendan hóttanin er hvørki søgd ella skrivað á hesum sinni, men tað er hon sjáldan; hon er har allíkavæl. Tí undrar tað ikki, at fakfeløgini aftra seg við at svara Fíggjarmálaráðnum. Tey eru sum lús millum tvær negl. Sleppur Lønardeildin ikki at stramma lønarskrúvuna, er ein onnur skrúva, sum Fíggjarmálaráðið kann brúka, og hon er at minka játtanirnar.

Her eiga landsins myndugleikar at ganga undan við samfelagssinninum. Skulu lønir lækkast, hví so ikki byrja í landsins ovastu leiðslu, nevniliga við politikarunum sjálvum? Er tað ov lítið, so kann haldast áfram við fyrisitingini, frá ovastu løgunum og spakuliga niðureftir. Sum víst á nakrar ferðir her í blaðnum, so er tað júst í fyrisitingini, at mest kann sparast, uttan at tað merkist fyri brúkaran. Ikki fyrrenn tað er gjørt, og tað kortini vísir seg at muna ov lítið, eigur ein at fara eftir vanliga lønmóttakaranum.

Vit minnast øll stríðini, sum sjúkrarøktarfrøðingar, námsfrøðingar og ljósmøður í 2017-2018 máttu ígjøgnum fyri at fáa eina líkinda lønarhækking. Tá varð nóg mikið av peningi til, men kortini ynskti Landsstýrið tá ikki at geva teimum nakra nevniverda lønarhækking, og úrslitið bleiv so sum øllum kunnugt trý drúgv verkføll, har verkfalsbrótarar vórðu flognir inn, samfelagsins veikastu føldu seg stak ótrygg og fólk ikki fingu síni børn ansað.

Harra fíggjarmálaráðharri: Tá fíggjarliga góðar tíðir ikki kunnu brúkast sum grundgeving fyri at geva hart tiltrongd lønarlyft, so eiga fíggjarliga ringar tíðir heldur ikki at verða brúktar sum grundgeving fyri tí øvuta!

Lýsing
Seinastu tíðindini
Steypabrak í Klaksvík mikukvøldið
Trygd høvuðsstuðul hjá Badmintonsamb­andi…
Teitur Lassen nýggjan sáttmála við Editi…
Grøni Háskúlin letur uppaftur
Gongd á samráðingu­num hjá arbeiðarafeløg…
ABBA ” Show ” á Gníst í Nólosy 6. juli
Kavarar stóran týdning fyri alivinnuna
30 leiguíbúðir afturat – Miðbýurin í Kla…
Seafood Expo Global í Barcelona sett
GRÓA er ein bólkur vit máttu hava á G!
Grindamanna­felagið haft aðalfund
Flaggdagshald í Vágstúni 
Vøkur gáva til Varpið
Nýtt býráðsborð
Vinnan á ferð við 62°N Vinnu
30 nýggjar leiguíbúðir í Klaksvík
Vælkomin til Ársmøti – ein dagur við fel…
Silvarenning á Guttabreyt 27. apríl kl.…
NS hálvmaraton 4. mai í Klaksvik
Tær seyma sjálvar