Lýsing
Lýsing
Lýsing
Mannfrøðingurin David Graeber er kendur fyri sítt ástøði, at upp til 40 prosent av øllum arbeiði er meiningsleyst *bullshit*

Corona hevur givið okkum nýggjar hetjur

SKRIVAÐ: Jóhann Lützen  |  17.04.2020 - 10:00 Leiðarin Tíðindi

Nú samfelagið er ávegis at reisa seg eftir Corona, mugu vit gera okkum tankar um, hvørjar Føroyar vit vilja lata upp aftur. Seinastu vikurnar hava veruliga víst okkum, hvørji størv eru fullkomiliga vital fyri eitt samfelag. Og vit hava eisini fingið ábendingar um, hvørji vit væl kunnu vera fyri uttan.  Í Bretlandi hava tey gjørt eitt yvirlit yvir “systemiskt viðkomandi størv”, og har eru tað serliga fyrisitingarstarvsfólk, sum brilliera við síni fráveru. Man støðan ikki vera nakað tann sama her?

Sjúkrasystrar, heilsurøktarar, læknar, útberarar og skrellimenn. Hesi hava veruliga, við egnari heilsu í veð, borið okkum ígjøgnum ta størstu heilsukreppuna í hesari øldini. Journalistar, námsfrøðingar og lærarar hava eisini undirstrikað sín týdning, um enn ikki við vanda fyri egnari heilsu. Landslæknaembætið, útskeldaða Heilsufrøðiliga Starvsstovan og fútin somuleiðis.

Tað man vera øllum greitt, at vit ikki kunnu halda áfram við at gjalda heilsustarvsfólki so lítið sum higartil. Lond sum Noreg hava longu sett lønirnar hjá teimum upp, og vit verða noydd at gera tað sama; tað verður eitt fólkakrav. Heilsustarvsfólkini hava verið okkara hermenn við frontlinjuna ímóti Covid-19, og sjálvandi skulu tey samsýnast munandi betur. 

Samstundis hevur heimaansingin og heimaundirvísingin undirstrikað fyri øllum foreldrum, hvussu týðandi námsfrøðingar og lærarar eru í tí dagliga. Eisini hava útberarar so sum postboð, lastbilførarar, eins og renovatiónsarbeiðarar, veruliga prógvað sítt virði. Alt hetta meðan ongin í veruleikanum hevur saknað t.d. prosesskonsulentar ella íløguráðgevarar av ymiskum slagi.

Fólkalívsfrøðingurin við London School of Economics, David Graeber, ið er kendur fyri at siga at umleið 40% av øllum størvum eru meiningsleys, er frammi og skrivar, at tað fyrst og fremst hevur víst seg at vera tann sokallaði “administrativi klassin”, fyrisitingarliga stættin, ið hevur víst seg at vera óneyðug.

Vanliga ímynda vit okkum, at leiðarar og fyrisitarar hava ein avgerandi leiklut í samfelagnum og tí mugu hava góða løn, meðan kassadamur og reingeringsfólk eru minni týðandi og tí kunnu vera láglønt. Íkomna heilsukreppan hevur prógvað, at tað er júst øvugt. Fólkið “á gólvinum” hevur víst seg at vera alneyðugt, meðan ongin hevur saknað fulltrúarnar og deildarleiðararnar, ið hava sitið heima við fullari løn.

Coronakreppan hevur undirstrikað, at tað ber væl til at arbeiða yvir internetið, heldur enn at koyra langt fyri at koma til arbeiðis ella á fund í t.d. miðstaðarøkinum. Ongin hevur gjørt vart við nakran sakn eftir at koma á gátt í mongu fyrisitingarbygningunum í Tórshavn, og tænasturnar hava kortini verið óskerdar. At summir fyrisitarar so hava sitið á netinum og kravt dokumentatión frá undirliggjandi stovnum, hevur einamest verið fyri sína egnu skuld.

Tað er týðiligt, at vit ikki kunnu venda aftur til júst tað sama aftaná Corona, tá vit nú hava fingið so týðiliga útpenslað, at heilsustarvsfólk og hinar hvønndagshetjurnar eru so nógv meira týdningarmikil, enn vit hava givið okkum far um. Eiheldur kunnu vit rættvísgera at brúka somu tíð, orku og pening uppá fyrisiting, tá vit nú hava fingið bent í neon, hvussu lítið týðandi umsiting er, tá á stendur.

Lat okkum brúka komandi tíðina uppá at finna út av, hvussu vit sum samfelag kunnu virðismeta okkara veruligu hetjur hægri, eitt nú, men ikki bara, við lønarhækkingum. Eisini eiga tey at fáa nógv betri arbeiðsumstøður. Fíggingina kunnu vit m.a. finna við at spara innan óneyðuga fyrisiting. Tað er hvørki neyðugt ella rættvíst at gjalda starvsfólki í miðfyristingini hægri løn enn einum sjúkrarøktarfrøðingi.

 

 

 

Lýsing
Seinastu tíðindini
50 ár síðan Reyðu Khmerdrápini
Verja og visiónir
Eina stóð ph.d.-verjuna væl og virðiliga
Grant er í Klaksvík hvønn dag
Landið má leggja trýst á kommunur
Mjølnir enda á heimavølli
Sáttmáli undirskrivaður um lækna­miðstøði…
Aðalfundur verið í Íverksetara­húsinum
Methøg søla av elorku og methøg framleið…
Virkið vár byrjar og endar við renning
33 nýggjar íbúðir á Argjum
Havsbrún í Fuglafirði - 365 dagar uttan…
Útróðurin hevur ongan góðan í tinginum o…
Skíggjanýtsla og antibiotika ovast á dag…
Fiskimála­ráð­har­rin tekur og gevur
Rannvá Dahl vart ph.d. á Københavns Univ…
Kent ”Kenno” Petersen í Varpinum
Stjørnan hevur aðalfund
Nógv tann størsta stoypingin í Norðoyggj…
Heðin Kambsdal sýnir fram í Gamla Seglhú…