Lýsing
Lýsing
Lýsing
Fólk sum bara hava ein farra av innliti í føroyskan politikk vita, at landsins stýri hevur meiriluta av sonevndum kristin-konservativum politikarum | Mynd: logmansskrivstovan

Stinga ósakligir hógvar undan?

SKRIVAÐ: Jóhann Lützen  |  14.05.2020 - 15:13 Leiðarin Mentan Vinna

Nú samfelagið ferð upp aftur í ferð, og einans trý høvuðsøki framvegis eru umfatað av Corona-tiltøkum, kann tað undra, at skeinkistøðini eru millum hesi trý. Fleiri freistast at halda, at tað eru tær meira konservativt-religiøsu kreftirnar í samgonguni, ið hava strongt á fyri at halda skeinkistøð afturlatin, og hesar frustratiónirnar verða luftaðar á sosialu miðlunum.

Tað er eitt sindur løgið, at fótbóltur og kappróður kunnu byrja at taka ímóti áskoðarunum aftur, eins og kirkjur og samkomur kunnu loyva 100 fólkum inn og møguliga fleiri seinni, meðan smá skeinkistøð, ið av logistiskum ávum ikki kunnu hýsa stórt meira enn kanska 50-70, framvegis skulu umfatast av tilmælunum um at lata aftur kl. 22.

Løgmaður sigur orsøkina vera møguleikarnar fyri smittuuppsporan, og hetta argumentið var brúkbært, tá ítróttarfeløgini bert høvdu íðkandi leikararnar á vøllinum. Men nú áskoðarar eisini sleppa inn, eins og kirkjufólk og møtigangarar sleppa í kirkju og samkomur, har ongin skráseting er av teimum uppmøttu, so er tilmælið ikki longur konsekvent.

Fleiri hava bitið merki í, at í verstu Corona-tíð, tá smittan annars fekk alt uppmerksemið í samfelagnum, so kom Miðflokkurin kortini við einum máli um pornografi á internetinum. Uttan at taka støðu til innihaldið – har kunnu vera góð argument fyri eins væl og ímóti – so var tað undarligt at koma við hesum, tá Føroyar vóru í eini nærum undantaksstøðu. Og tað fortelur, hvat fyllir hjá tingfólki.

Er tað soleiðis, at tey kristinkonservativu hava lagt trýst á innanhýsis í samgonguni fyri at køva útskeinkingina av drykkivørum um kvøldini, so er talan ikki longur um saklig atlit, og so er legitimiteturin burturi. Fólk hava nærum fult og heilt upp um løgmann og átøkini hjá landsstýrinum – bert einstøk undantøk hava verið –, so leingi tað vóru heilsulig atlit, tey vóru grundað á.

Vit sakna konsekvens í útmeldingunum. Kunnu 100 fólk sita saman á einum møti ella til eina guðstænastu, so áttu tey eisini at kunnað gjørt tað á eini matstovu ella skeinkistaði. Sama hvat klokkan er á degnum. Møguleikarnir fyri smittusporan eru eins stórir, ella eins lítlir, í øllum førunum.

Tað er kanska rætt, at fólk sum eru ávirkað av rúsdrekka eru meira óumhugsin, tá tað kemur til at yvirhalda tilmæli um frástøðu og reinføri, men vit síggja júst tað sama í ítróttinum, har fólk klemmast og sveitta saman, eins og vit uttan iva fara at síggja fysiska nærværu til jarðarferðir. Her hava vit ikki fingið tær neyðugu grundgevingarnar fyri, hví sumt er í lagi og annað ikki, og tá vit ikki fáa grundgevingar, byrjar fólk at gita, at tær kunnu vera ósakligar.

Flestøll hava fult forstáilsi fyri, at flogferðslan ikki sleppur upp í ferð enn. Og mong skilja eisini væl, hví tilmælini um summarstevnur og festivalar við sera stórum fólkamongdum eisini mugu bíða eitt sindur. Tað er nógv verri at skilja, hví skúlarnir kunnu hava undirvísing aftur, ítrótturin kann hava áskoðarar aftur, samkomur kunnu hava fysisk møtir aftur, og náttarstøðini framvegis verða mælt til at lata aftur kl. 22.

Tá átøkini og argumentini fyri teimum eru skilagóð, samanhangandi og konsekvent, standa vit øll saman um tey sum fólk. Bert einstakir rebellar mótmæla tá. Men skilja fólk ikki orsakirnar handan átøkini, ella tær eru ósakligar, so gerst vandi fyri sivilum ólýdni. Og átrúnaður er ikki ein saklig grundgeving. Sivila ólýdnið er tí longu í ferð við at henda, so annaðhvørt mugu vit fáa betri grundgevingar skjótt, ella eisini mugu tilmælini broytast.

Lýsing
Seinastu tíðindini
50 ár síðan Reyðu Khmerdrápini
Verja og visiónir
Eina stóð ph.d.-verjuna væl og virðiliga
Grant er í Klaksvík hvønn dag
Landið má leggja trýst á kommunur
Mjølnir enda á heimavølli
Sáttmáli undirskrivaður um lækna­miðstøði…
Aðalfundur verið í Íverksetara­húsinum
Methøg søla av elorku og methøg framleið…
Virkið vár byrjar og endar við renning
33 nýggjar íbúðir á Argjum
Havsbrún í Fuglafirði - 365 dagar uttan…
Útróðurin hevur ongan góðan í tinginum o…
Skíggjanýtsla og antibiotika ovast á dag…
Fiskimála­ráð­har­rin tekur og gevur
Rannvá Dahl vart ph.d. á Københavns Univ…
Kent ”Kenno” Petersen í Varpinum
Stjørnan hevur aðalfund
Nógv tann størsta stoypingin í Norðoyggj…
Heðin Kambsdal sýnir fram í Gamla Seglhú…