Lýsing
Lýsing
Lýsing
Grátt í erva at síggja av Kirkju og suðureftir. Skýggini hótta við onkrum úrdrátti. Sunnanfyri er turt og klárt. Hetta er munurin á ættin norðanfyri og sunnanfyri. | Mynd: Vørn (www.vedrid.fo)

Veðrið í vikuskiftinum

SKRIVAÐ: Hanus Kjølbro  |  15.05.2020 - 15:00 Tíðindi Veðrið

Í dag er vindurin vaksin eitt sindur – úr 4 til 6 m/s í morgun úr útnyrðingi upp í 10 til 12 m/s á middegi.

Hetta fer at vera vindferðin og ættin restina av degnum í dag. Tað hevur verið turt í dag, higartil, men seint seinnapartin og tveir tríggjar tímar fram fara nakrir ælingar við regni at koma.

Í nátt fer vindurin at veksa eitt sindur afturat – upp í 10 til 15 m/s eystanfyri. Eitt sindur minni vestan fyri. Soleiðis fer at vera í morginári og eitt sindur út á seinnapartin.

Eitt regnumráði fer at koma yvir Føroyar um middagsleitið í morgin. Tað fer at regna eina løtu – mest norðanfyri. Út á seinnapartin er brúgvalagið farið framvið, tað fer at slíta í, og vindurin fer at minka niður í 7 til 12 m/s.

Sunnunátt og sunnumorgun fer at vera fyri tað mesta turt; vindurin fer at minka niður í 5 til 10 m/s av norði. Á middegi minkar vindurin niður í 3 til 8 m/s, samstundis sum ættin spakuliga fer at flyta seg ímóti eystri.

Gott vikuskifti.

Lýsing
Seinastu tíðindini
Frískt Lot: - Vit eru spent at sleppa í…
Ótrúlig fakta: Messi og Ronaldo skora vi…
Flogbóltsk­vinnu­r­nar til Andorra
Myndarøð: Íslendska forsetafrúan vitjaði…
Unga sildin kemur seg í Norð­urhøvum
Upptakt: NSÍ-KÍ
- Tað gongur ordiliga væl!
100 ára føðingardagur hjá Amandu
KÍ vitjar besta heimaliðið í ár
Paz letur upp kokkteylbarr
Ein trúgvur KÍ’ari er farin
Hans Arni og Marion – mikukvøldið í Bete…
Prógvhandanin hjá Tøknibreyt­ini verður ú…
Trivnaðar­nevndin á vitjan í norð­urøkinum
Spurnarkapping: Vinn krúss og fótbóltsbl…
Mylnuhúsið savnaði pengar inn til Team R…
Per Busk settur sum nýggjur forstjóri fy…
Íslendski forsetin kemur til Klaksvíkar…
Rannvør Fríða Eyðunsdóttir og David Thom…
Sylvia Thomsen umboðaði Klaksvíkar kommu…