Lýsing
Lýsing
Lýsing
Lýsing

Ein góður dagur á Løgtingi

SKRIVAÐ: Frimodt Rasmussen, løgtingsmaður fyri Sambandsflokkin  |  19.05.2020 - 13:43 Politikkur Tíðindaskriv

Seinrapartin í dag fer Løgtingið at samtykkja við triðju viðgerð fimm sera umfatandandi lógaruppskot, sum lyfta føroysku almennu vælferðartrygdina upp á hægri støði, so enn fleiri samfelagsbólkar verða fevnd av føroyska vælferðarsamfelagnum

Vit hava øll so ella so brúk fyri og hava øll ábyrgd av einum vælvirkandi føroyskum “vælferðararsamfelag” og ikki minst við teimum sera stóru avbjóðingum vit sum einstaklingar, familjur og sum samfelag standa yvir fyri í dag.

 

Eg vil takka landsstýriskvinnuni, Elsebeth Mersedes Gunnleygsdóttur, fyri eitt sera gott arbeiði og Sambandsflokkinum, Miðflokkinum og Fólkaflokkinum fyri at staðið saman um hetta týdningarmikla arbeiði sum vit øll hava gjørt – og saman lyft føroyska vælferðarsamfelagið enn longur upp.

 

Eg eri nýggjur í politikki, men eg fegnist um at verða partur av eini samgongu, sum hóast stórar ósemjur og sera fjøltáttaða bátsmanning, hevur higartil megnað at funnið áralag, sum støðugt og við treystleika flytur føroysku tjóðina fram har bestu vælferðarsamfeløgini ynskja at verða.

 

Vit sum sita í løgtinginum í dag byggja á herðarnar á teimum sum undan okkum hava virkað í løgtinginum, og í samband við tey fimm lógaruppskotini, sum løgtingið ferð at samtykkja í dag - tann sokallaði “vælferðar-pakkin” - eigur undanfarna samgonga eisini sín part í hesum arbeiði, sum í dag verður til lóg. Eg ynski í hesum sambandi eisini at takka undanfarnu landsstýriskvinnu í almannamálum og løgtingsfólkum fyri teirra leiklut í hesu sera umfatandi og drúgva arbeiði.

 

Við hesum lógum sum vit í dag samtykkja eru vit als ikki komin á mál. Einhvør lóggáva sum løgtingið samtykkir er eitt kompromi - eitt úrslit av ynskjum og tí sum gjørligt er at fáa meiriluta fyri og ikki minst tí vit sum løgtingslimir halda er neyðugt at vit sum samfelag skullu bera.

 

Arbeiði við at betra føroysku vælferðina heldur fram og eg fegnist tí um at eg eri partur av eini samgongu, ið kann vísa á polittisk framtøk og úrslit. Tað gevur okkum áræði at halda fram við politiska arbeiðinum, tí vit skylda øllum føroyingum og ikki minst okkum sjálvum, at vit síggja og uppliva verulig úrslit av tí arbeiði vit hava lova at gera og sum tjóðin krevur at vit gera.

 

Vit hava alt ov ofta verið vitni til fagrar politiskar útmeldingar, sum ikki gjørdust til veruleika og hetta hevur í alt ov stóran mun sett dagsskránna í Løgtinginum og hevur beinleiðis verið við at undirgrivið tað álit, sum veljarin eigur at hava á politisku skipanini.

 

So leingi sum vit megna úrslit, veri eg eisini at stuðla samgonguni og tí kann eg fegnast um hetta er ein góður dagur í føroyskum politikki.

 

Frimodt Rasmussen

løgtingsmaður fyri Sambandsflokkin

 

Lýsing
Seinastu tíðindini
Marius Ziska á Tórsfest 2026
Vikuskiftirmøtir hjá kirkjuliga missións…
Býráðsskráin 30. apríl
Virkið Vár: Verkstova um matoyðsl í Róti…
Næmingar á Matvørubreyt­ini á TSK staðið…
Klaksvíkar kommuna tekur niðurstøðuna hj…
Summar­ansing 2026
Fóðurflaki á Lambavík
Sakaris spælir á Summar Festivalinum
Vit vilja hava fimleikar­høll­ina fyrst!
Virkið Vár: Figurmáling og borðspæl fyri…
KOM TIL DYST OG VINN GÁVUKORT Á 1.000 KR
Nýggj íbúðarverkætlan á Eiði
Virkið Vár: ÍÐKA SOSIAL RUN
Tá brøðurnir Wright vildu flúgva
Flutningur er meira enn bilar: Avtakið e…
Virkið Vár: Familju­súkklutúrur við Norðs…
- Kvinnur­nar skulu hava lønarsáttmálar!
- Vit geva vinnaramentalitetin víðari ti…
Hvat hevur Norðoya­tunnilin haft at týða…
Lýsing