Lýsing
Lýsing
Lýsing

Tað gongur á skriðjuni hjá Fíggjarligum Støðufesti at finna nakað revsuvert hjá leiðsluni í fyrrverandi Eik Banka

SKRIVAÐ: John William Joensen  |  21.05.2020 - 12:09 Tíðindi

Málið um Eik Bank Danmark, dótturfelagið hjá Eik Banka í Føroyum, hevur seinastu tvær vikurnar verið fyri í Hægstarætti, har advokatarnir fyri báðar partar hava haft procedure. Seinasti rættarfundurin endaði týsdagin 19. mai, og málið verður nú tikið upp til dóms.

Tað var danska Fíggjareftirlitið sum við fyrst at krevja at tann væl konsolideraði føroyski Eik Bankin skuldi veðhalda fyri danska Eik bankan og so eftirfylgjandi kravdi at føroyski bankin skuldi reisa eina stóra milliardaupphædd eftir tveimum døgum fyri m.a. tap av niðurskrivingum sum danska fíggjareftirlitið kravdi í danska Eik bankan – sum endaði við at føroyski bankin bleiv ogn hjá Fíggjarligum støðufesti.

Upprunaliga snúði málið seg um at Finansiel Stabilitet vildi vera við, at snøgt sagt alt í danska dótturbankanum hjá Eik bankanum var galið. Tí ljóðaði stevningin móti nevnd, stjórn og føroyska grannskoðaranum uppá krav um endurgjald, stórt 250 mió. kr., fyri “generelt óforsvarlig viðurskifti” í bankanum og fyri tap av seks ítøkiligum kundaviðskiftum.


Áðrenn dómin í landsrættinum hevði Finansiel Stabilitet eisini kært donsku grannskoðararnar frá Deloitte fyri “Revisornævnet”.

Revisornævnet fríkendi donsku grannskoðararnar í november 2014.


Dómurin í landsrættinum fall í oktober 2018. Eystari landsrættur var ikki samdur í uppáhaldinum um “generelt óforsvarlig viðurskifti” og fríkendi leiðsluna hesum viðvíkjandi. Landsrætturin fríkendi eisini nevndina í fimm av teimum seks kundaviðskiftunum, meðan nevnd og stjórn vóru dømd at gjalda 28,6 mió. kr. í tí eina láninum. Harumframt helt rætturin, at stjórnin kundi verið ábyrgda fyri part av tí eina málinum, men at hetta var fyrnað. Føroyski grannskoðarin var fríkendur í øllum.


Fyrst nevnd og stjórn í Eik Bank Danmark, og síðani eisini Finansiel Stabilitet, kærdu landsrættardómin til Hægstarætt. Leiðslan kravdi frídøming í málinum viðvíkjandi teimum 28,6 mió. kr., meðan Finansiel Stabilitet fasthelt hetta málið, og bað Hægstarætt taka støðu til fyrnaða málið í síni heild eisini, men slepti øllum øðrum uppáhaldum. Sostatt snýr málið í Hægstarætti seg bert um ein lítlan brotpart av tí, sum Finansiel Stabilitet upprunaliga førdi fram.


Hægstarættardómur í Eik Bank Danmark málinum fellur 22. juni kl. 11 føroyska tíð.

Lýsing
Seinastu tíðindini
Áheitan á 49'ararnar
8-kantaða kioskin aftur til heiðurs og æ…
Borgar­stjó­rin svarar borgarunum
Nýtt staklag frá Jónasi Gaard og Sigrið
Føroya Tele tekur fyrsta stig í 100 mill…
Nøglin sæst her
Klæða suðurendan á Varpinum
Tí valdu vit Fróða Benjaminsen
Fyrrver­andi KÍ-leikari er nú hjálparvenj…
Serfrøðingu­rin og fjepparin um Champions…
Er nakað sprell eftir í Klaksvíkingi – e…
Umvælingar­arbeiði í 1981-bygningi­num í T…
Menninir hittast í Emmaus
Løgmaður á fundi við donsku stjórnina
Prógvhandan á Serbreyt­ini
Anna Lovisa og Bjarki á OY Voxbotn 2026
Upptakt: Víkingur-KÍ
KÍ kvinnur møta spennandi mótstøðu
Trivnaðar­nevndin á kunningarferð á Klaks…
- Klaksvíkar Havn fær Ídni til sítt virk…