Lýsing
Lýsing

FM-finala á fýra borðum

SKRIVAÐ: faroechess.com  |  21.05.2020 - 20:21 Ítrottur Tíðindaskriv

Bara eitt umfar restaði í í landskappingini í talvi, tá Korona setti allar føroyskar telvarar skák og mát um miðjan mars.

Nú verða talvfólkini aftur flutt á teimum 64 puntunum. Tíggjunda og seinasta leikumfar í landskappingini 2020, sum skuldi vera  21. mars, verður í staðin nú leygardagin 23. mai. Og tá fæst umsíðir at vita, hvør verður føroyameistari. 


Stríðið stendur enn sum áður millum Sandavágs Talvfelag og Havnar Telvingarfelag, sum eftir tørni hava vunnið FM-heitið seinastu tíggju árini. Í fjør vann Sandavágs Talvfelag. Oddaliðini møtast í avgerandi FM-finalu í síðsta umfari. Vágamenn hava munin, men hann er ikki størri enn so, enn at tað kann fara báðar vegir. Tvey stig eru á muni, og tí standa sandavágsmenn seg við javnleiki ella teprum ósigri í toppdystinum. Skulu havnarmenn vinna FM-heitið, krevst í minsta lagi ein 3-1 sigur. Í fyrra sínamillum dystinum vunnu havnarmenn 3½-½, men tá gekst alt eftir vild hjá avbjóðarunum.


Annar avgerandi dystur í 1. deild stendur millum Kollafjarðar Talvfelag og Vestmanna Talvfelag, sum kappast um at varðveita sætið í deildini. Kollfirðingar eru hálvt sig undan vestmenningum.

 

 


Beinleiðis frá finaluni


Talvsamband Føroya fer at skipa soleiðis fyri, at leikirnir á teimum fýra borðunum í FM-finaludystinum millum Sandavág og Havnina verða varpaðir beinleiðis á netinum. Telvað verður í skúlanum á Giljanesi, og byrjað verður klokkan 14.00 leygardagin.


Fleiri av telvarunum á liðnum hjá Sandavágs Talvfelag eru sum kunnugt eisini virknir fótbóltsspælarar, men tað vil so væl til, at allir eru tøkir til talvfinaluna, hóast fótbólturin er byrjaður aftur. Høgni Egilstoft Nielsen spælir við 07 Vestur. Spælt verður vanliga leygardagar í næstfremstu deildini, men Høgni er nýliga skurðviðgjørdur, og fær tí ikki spælt fótbólt í løtuni. Rógvi Egilstoft Nielsen spælir nú við NSÍ í Betri-deildini, men teir hava dyst í Sarpugerði fríggjakvøldið. Silas Eyðsteinsson er málmaður hjá AB í Betri-deildini, men teir spæla sunnudagin. Og fjórði maðurin á ST-liðnum er Torkil Nielsen, og hann spælir sum kunnugt ikki fótbólt longur. Hesir fýra fara tí uttan iva at manna FM-liðið hjá Sandavágs Talvfelag leygardagin, hóast báðir eykamenninir hava fulla úrtøku. Feðgarnir Torkil, Rógvi og Høgni hava telvað allar níggju dystirnar í vetur.


Við havnarmonnum er eitt sindur øðrvísi. Eingin hevur verið fastur fúsur alt árið sum hjá vágamonnum. Vansin hevur verið tann, at Martin Poulsen, sum siglur, og Olaf Berg, sum hevur nógvar vikuskiftis- og náttarvaktir sum oddamaður fyri elektrisitetsarbeiðnum undir Tangafirði, hava bara verið tøkir til á leið annan hvønn dystin í vetur. Hartil hevur ein royndur telvari sum Carl Eli Samuelsen verið heilt lítið við í vetur. Tí hevur illa borið til at ætla um, hvussu 1. lið hjá Havnar Telvingarfelag verður mannað til teir ymsu dystirnar. Skulu havnarmenn hava nakran møguleika at tryggja sær FM-heitið í ár, verður helst neyðugt, at teir manna seg við sínum sterkasta liði. Helgi Dam Ziska, Martin Poulsen og Olaf Berg eru sjálvskrivaðir á the final 4 hjá Havnini, spurningurin er hvør skal røkja fjórða borð. Valið tykist standa millum tríggjar telvarar: Carl Eli Samuelsen, Sjúrður Thorsteinsson og Luitjen Akselsson Apol. Men ein fyritreyt fyri einum møguligum 3-1 sigri tykist vera, at bæði Martin Poulsen og Olaf Berg eru tøkir, nú á stendur.

 

 


Tað mesta avgjørt


Í hinum deildunum er minni at telva um. Í 2.deild er longu greitt, at Klaksvíkar Talvfelag vinnur og fer at hava tvey lið í fremstu deildini komandi kappingarár. Gøtu Talvfelag tykist hava eina vónleysa uppgávu at varðveita sætið í deildini.


Í 3. deild stendur mestsum á jøvnum í oddanum millum Tofta Talvfelag og Klaksvíkar Talvfelag. Toftamenn eru bara hálvt stig fremri, so her er alt at spæla fyri. Toftamenn eiga dyst eftir móti kollfirðingum, og klaksvíkingar móti havnarmonnum.

 


Støðurnar


Fyri seinasta umfar er støðan í kappingini henda:


1. deild
Sandavágur 28 stig
Havnin 26½
Klaksvík 20
Havnin B 15
Kollafjørður 9½
Vestmanna 9


10. umfar
Sandavágur-Havnin
Klaksvík-Havnin B
Kollafjørður-Vestmanna

 


2. deild
Klaksvík 26 stig
Havnin 21½
Kollafjørður 18
Runavík 15½
Sandavágur 15½
Gøta 11½


10. umfar
Kollafjørður-Havnin
Sandavágur-Runavík
Gøta-Klaksvík

 


3. deild
Toftir 28 stig
Klaksvík 27½
Kollafjørður 22½
Havnin 21
Sandavágur 20
Rókur (Oyri) 19
Sandavágur B 18
Runavík 14½
Vestmanna 13
Kollafjørður B 12
Havnin B 4½


Seinasta umfar
Toftir-Kollafjørður
Havnin-Klaksvík
Sandavágur-Runavík
Vestmanna-Rókur
Kollafjørður B-Havnin B

Lýsing
Seinastu tíðindini
Fyrstu almennu bíðilistar­nir til viðgerð…
Vælkomin til Visit Eysturland
Latið bankan upp nú!
Tøkk - Vilbjørg Sivertsen
Safir komin inn vegna motor trupulleikar
Funksjon við nýggjum staklagi
Konspiratións-Kruse manglar bara Illumin…
Viðkomandi ráðstevna um Brexit
400 km kring Føroyar
Silvur­brúdleyp hjá Joan og John William
Fortreytir­nar hjá KÍ til B36-dystin sunn…
Helena Kjeld í Ribarhúsi
KÍ úti av steypakapping­ini og HB heldur…
Útslignir móti HB í Klaksvík annað árið…
FM/­JM langgeil 3.-5. juli
Brúdleyp - Jona Elisa Rasmussen og Petur…
Sleppa Wuhan Dahl og Kina at verða 17. m…
Tónleikaligt hugnakvøld
Fuglatúrur millum Tjarnir
Nevndin í FM heldur fram