Lýsing
Lýsing
Lýsing

Bátabrúgvarnar tænt fyri seg

SKRIVAÐ: Dávur Winther  |  22.05.2020 - 22:18 Tíðindi Vinna

Í morgun var farið undir at tøma bátabrúgvarnar, sum hava ligið í gripanum norðanfyri heimaru kai. Tær eru gjørdar úr beton og opnar innan, so neyðugt er at tøma tær eftir tørvi.

Hesar bátabrúgvarnar hava sanniliga tænt fyri seg. Tær komu í 1973 og vórðu fyrstu bátarnir lagdir við tær í 1974. Tá varð sagt, at tær vóru egnaðar til bátar, sum ikki vóru størri enn tíggjumannafør.

Men sum árini liðu, lógu bátar við tær, ið vóru væl størri enn tíggjumannafør. Hetta kláraðu gomlu brúgvarnar ikki, og var tað so eisini viðvirkandi til, at tær vórðu skiftar út í 2017 við tær snotiligu bátabrúgvarnar, ið nú hópin av stórum stuttleikabátum liggja við, hvørs tal bara er økt, sum frá er liðið.

Tær gomlu brúgvarnar vórðu boðnar til sølu, og er ein teirra seld. Restin verður nú beind burtur eftir 44 ára tænastu.

Lýsing
Seinastu tíðindini
Vinn eitt atgongumerki til Summar­festiva…
Norð­oyastevnu­framsýningin
Grøv nr 13 í Lutherkirku í Keypmannahavn
Broyting í innsavningin hjá IRF
Sira vitja Norðlýsið
Eiðisløta í Hólmahúsinum
Norð­urlendsk kokkakapping á Sjómannadegn…
Dialysuviðgerð á Klaksvíkar sjúkra­húsi
16 dagførdir lívbjargarar
Tonik á fjórða sinni
Breddin 7/­5-2025. Kapitalur, produktivit…
Formansfrágreiðingin til lands­fundin 202…
Kom og kasta pílar
Kanska kemur Ritan fyrst til Svínoyar
Starvs­fólk til Baldursbrá
Herluf í Skálanum
Nevndin í Reyða Krossi afturvald
Búnaðargrunnu­rin hevði í 2025 eitt sítt…
Róðrarsamband Føroya og Trygd hava undir…
Alivinnan er ikki ein klassisk tilfeingi…