Tíðin er komin til at vit vísa falsloysi, reinlyndi og heiðursemi!
Í samrøðu við amerikanska/katólska miðlahúsið “Commonweal Magazine” sum var løgd á neti um páskini, sigur Frans pávi, at hann eins og øll onnur roynir at tillaga seg broyttu umstøðurnar nú herviliga Korona virusin herjar.
Spurdur um hvussu støðan hevur ávirkað hansara andaliga lív, svarar Frans pávi soleiðis:
Eg brúki meira tíð og orku uppá bøn tí eg kenni á mær at hetta er neyðugt. Eg hugsið dagliga sera nógv um fólk og hvussu truplar umstøðurnar eru hjá fólki. Tankar um menniskja fylla meg og tað ger mær sera gott. Hetta fær meg at gloyma meg sjálvan og mína sjálvgóðsku.
Sjálvsagt eri eg eisini sjálvsøkin men eisini tað leggi eg í bøn fyri føtur Kristusar.
Í løtuni hugsi eg nógv um hvørja ábyrgd eg havi og hvussu lívið verður eftir at umfararsøttin hevur herjað.
Hvør verður mín leiklutur sum biskupur í Rom og sum leiðari kirkjunar tá hesar aldurnar hava lagt seg?
Vit byrjað longu nú at síggja nógv tekin um hvussu álvarsom og pínufull støðan er og tí er neyðugt hjá okkum øllum at rannsaka okkum sjálvi og hugsa álvarsamt um støðuna.
Her í Vatikaninum hava vit ein serligan stovn, sum arbeiður við vanlukkuraktum økjum kring um í heiminum og tey hava havt regluligar fundir við meg seinastu mánaðarnar. Vit uppliva í dag at fleiri av heimsins stjórnum hava borið seg fyrimyndarliga at í hesi kreppustøðuni og hava tikið stór og neyðug stig til at verja fólk og vit kunnu staðfesta, at hesi hava framt røttu politisku raðfestingarnar og halda seg til greiðar mannagongdir sum øll kunnu skilja.
Men samstundis hevur kreppan sjónliggjørt - hvussu allur okkara heimur og øll hugsan melur kring tað fíggjarliga og hvussu vit sum einkult persónar og sum samfelag taka avgerðir út frá serliga fíggjarligum atlitum. Í hesum peningaheimi, sum vit hava bygt er tað vorðin gerandisdagur at offra menniskju til frama fyri tað sum eg vil kallað ein nýmótans “útskiljingar-politikk” ella “tveit burtur politikk”. Hesin hugsingarháttur merkir okkara lív og gerandisdag líka frá vøggu til grøv.
Her hugsið eg m.a. um “prenatal selection” (frammanundan føðing/fráveljings/útveljing) tá vit í vesturheiminum eru farin at umskapa ella designa børn, so tey hava tað kyn ella teir eginleikar sum foreldur vilja hava, ella rættari sagt ikki skullu hava, meðan tey enn eru í móðurlívið.
Tað er sera óvanligt í dag at møta fólki við “down syndrome” á gøtuni. Orsøkin til tað er m.a. tann, at vit í dag tveita tey í skrellispannina meðan tey enn eru í móðurlívinum. Vit hava í dag eina mentan av “aktivari deyðshjálp” har vit ólógliga og fult lógligt loyva okkum at gevast við at geva gomlum fólkum heilivág.
Hetta far meg at hugsa samtøkuna av útsøgnini hjá pávanum, Paulus VI, sum var almannakunngjørd í 1968. Alt tað almenna orðaskifti tá snúði seg um ”P-bollan”, men tað sum bert tey fægstu fingu við var, at táverandi pávin profiteraði um hvørjar avleiðingar broytti hugsunarhátturin hjá komandi ættarliðum, í tí sokallaða framkomna partinum av heiminum, fór at ávirka gerandisdagin hjá fólki. Hann sá eina byrjandi neo-Malthusianismu.
Paulus VI royndi at rópa varskó um júst hetta sum vit síggja í dag har menniskju verða frávald tí tey ikki verða mett at gera nakra nyttu ella verða mett út frá hvussu nógv tey kunnu framleiða - tað hann kallaði fráveljingar ella “kasta burtur mentanin”.
Í løtuni er støðan í heiminum tann at tey heimleysu eru framvegis heimleys.
Eg sá eina mynd í einum fjølmiðli av einum parkeringsøkið í Amerikanska býnum Las Vegas har tey heimleysu vóru koyrd í sóttarhald – har myndugleikarnir høvdu sett teimum nøkur tjøld at húsast í. Samstundis - standa glæsiligu gistingarhúsini skrall tóm.
Men tey heimleysu sleppa ikki á hotel. Hetta er einans eitt líti dømi um hvussu “útveljingar/kasta-burtur-mentanin” hevur góðar dagar á okkara døgum.
Sleppi teldunum eina løtu og fari út at upplivi veruleikan.
Tá Fransis pávi bleiv spurdur um hann vantaði at vit í framtíðini fara at síggja eina meira humana fíggjarliga tilveru fyri mannaættina, svaraði hann soleiðis:
Gerð eina roynd at kanna tað sum rørist beint undir yvirflatuni og flyt teg úr hyper-virtual húgleysa heiminum og fá eygað á tey, sum líða neyð ella sum liva í djúpum fátækradømi. Tað er hetta sum vit eiga at seta fokus á og mugu kjakast um – tað er hetta sum hevur týdning. Og gera vit ikki tað so verður einki kjak.
Spaniólar hava eitt hugtak: “Guð er altíð náðiríkur, menniskju fyrigeva onkuntí, men náttúran vísir ongum náði!”
Vit megnaðu ikki at lurta eftir smærru “katastrofunum” sum vit hava sæð kring heimin.
Nú hoyrist einki til eldarnir í herjaðu stóran part av Australiu ella at skip nú kunnu sigla tvørtur um Norðpólin tí ísurin er burtur. Hvør tosar nú um vatnflóðirnar sum dagliga eru kring allan heimin?
Eg dugi ikki at siga um hettar er náttúran sum hevnir seg, men hettar er í hvussu so er eitt aftursvar ella ein avleidd reaktión frá náttúruni.
Vit menniskju minnast tað sum vit sjálvi velja at minnast.
Lat meg líka dvølja við hetta.
Eg undraðist yvir hvussu flott og stórsligi hátíðarhaldið var í samband við 70 ára dagin fyri at tey sameindu herðliðini gjørdu innrás í Norðmandínum.
Flestu av heimsins leiðarum vóru hjástaddir. Øll tey ið eru framstandandi innan politikk og mentanarlív í Evropa vóru hjástødd. Tað var ein fantastisk veitsla.
Tað er rætt at hendan innrásin varð byrjanin til endan á einum ræðustýri, men eingin tyktist at minnast teir 10.000 unglingarnar um lótu lív sítt á hesi strondini.
Tá eg vitjaði ein hernaðarkirkjugarð, sum er fyri herðmenn undir fyrsta heimsbardaga - sá eg ein vakran minnisvarða – ein steinur við nøkrum nøvnum. Og tað var tað.
Eg fór at gráta og hugsaði um orðini hjá undanmanni mínum, Bænadikt XV pava: “inutile strage (skilaleyst manndráp)” og tað sama hendi mær tá eg allahalgannardag í kirkugarðinum Alseo tá eg fór at hugsa um allar amerikansku dreingirnar, sum nú liggja grivnir har. Hvør einstakur hevði eitt lív – ein familju – og hvør einasti av teimum kundi verið eg.
Í dag hoyra vit um alt Evropa politiskar røddir hjá “populistum”og byrja vit nú at síggja avleingarnar av hesum selektiva hugsunnarháttinum og politikkinum, sum hesi eru talsmenn fyri. Tá eg hoyri og síggi røður teirra til milliónir av sjónvarpshyggjarum ljóðar hetta sum ekkó frá røðunum hjá Hitler í 1933.
Hetta far meg at hugsað um orðini “[Forsan et haec olim] memisse iuvabit ( okkum tørvar at endurfinna okkara minnið – tí minnið skal bjarga okkum.”
Korona er ikki fyrsta plágan sum mannaættin hevur stríðst við; men hóast tað eru farnar plagur onkunsvegna fjaldar í minninum. Okkum tørvar at leita aftur til røturnar. Okkara siðvenjur eru fullar av minnum ið kunnu verða okkum til bjarging.
Krisan vit eru í ávirkar okkum øll, rík sum fátøk og hon setur sjóneykuna á heimsins hyklaríð. Eg beri stóran ótta fyri hyklaríðinum, sum sermerkir nakrar ávísar og sera týðandi leiðandi politikkarar í dag. Tey tosa um at berjast móti heimskreppuni í samband við fátækradømi og hungur í heiminum, samstundis sum tey framleiða og selja vápn og senda fólk í kríggj.
Hettar er løtan at venda við frá slíkum atburði ið er hykl móti Guði og mannaættini.
Tíðin er komin til at vit vísa falsloysi, reinlyndi og heiðursemi!
Gera vit ikki tað sum vit vita er rætt – missa vit alt.
Allar kreppur innihalda baði vandar og møguleikar. Í dag hava vit sett ferðina niður baði í samband við framleiðslu og forbrúk. Tí hava vit stundir til at læra okkum at skilja náttúruna. Vit mugu aftur fáa samband við okkara nærmastu og styrkja nærumhvørvið.
Vit mugu fáa samband aftur við tað veruliga lívið. Hetta er løtan vit kunnu samtala beinleiðis við hvønn annan.
Eg síggi spírar til ein meira menniskjaligan fíggjarheim - og tí er týdningarmikið at vit ikki aftur gloyma tað sum hendir okkum nú.
Hettar er avgerandi løtan fyri mannaættina har vit mugu gevast við at misnýta náttúruna. Vit hava í alt ov stóran mun mist tað djúpthugsandi dimisjónina og vit mugu finna hana aftur.
Nú eg nevni djúphugsan.
Hettar er løtan har vit mugu hyggja í eyguni á teimum fátøku.
Jesus segið at tit fara altíð at hava tey fátæku hjá tykkum – og hetta er veruleikin.
Men í dag eru tey fátøku fjald – vit síggja tey ikki – tí fátækradømi smæðist.
Mitt í øllum Korona ruðulleikanum í Rom segði ein politistur soleiðis við ein mann hann møtti á gøtuni:
“Tú kanst ikki ganga úti – tú mást fara heim!”
Maðurin hugdi niður og svaraði:
“Eg eigi einki heim, eg búgvi á gøtuni.”
Vit eru so von at síggja fátækradømi – tey eru har – men vit halda tey verða part av landskapinum og fyri okkum eru tey bara ein mynd ella eitt “ting”.
Halgimenni Teresa frá Kalcutta (móður Teresa) sá tey fátøku og hon hevði dirvi til at byrja eina ferð har hon samtalaði við hesi menniskjuni. At síggja tey fátøku merkir at vit ynskja at endurreisa tey sum menniskju. Tey eru ikki bara “tey” ella “ting”. Tey fatøku eru ikki burturkast, tey eru menniskju. Vit kunnu ikki avmarkað okkum til ein vælferðarpolitikk, sum um at vit eru bara nøkur djór sum hava brúk fyri at “onkur” tekur synd í teimum fátøku.
Vit eiga ikki at verða nøgd við ein politikk sum avmarkar vælferðarskipanir.
Og nú fari eg at loyva mær at koma við nøkrum ráðum.
Tað er í hesum tíðum at vit skullu hyggja undir samfelagsskorpuna og leita upp tey sum hava brúk fyri okkum.
Eg hugsi um stuttu romanina hjá Dostoyevsky; “Viðmerkingar úr undirgrundini”.
Starvsfólkini á tí fongsulssjúkrahúsinum vóru so særd/skødd at tey fóru við fangunum sum um talan var um djór ella ting. Og tá ein sjúklingur sá hvussu tey fóru við einum gomlum manni, sum lá á somu stovu sum hann og sum júst var deyður, rópti hann:
“NÚ ER NÓG MIKIÐ. HASIN MAÐURIN HEVUR EISINI EINA MÓÐUR!!!”
Hetta eiga vit áhaldandi at fortelja okkum sjálvum, tá vit síggja fátøk fólk. Tey eiga eisini eina mammu og ein pápa sum vildu teimum alt tað besta sum lívið hevur at bjóða. Vit vita ikki hvat er hent teimum á lívsleiðini. Men tað hjálpir at kenna og virða tann kærleika hesin persónurin einaferð fekk frá móður síni.
Vit avvápna tey fátøku. Vit nokta teimum rættan at droyma sum møður teirra droymdu. Tey kenna einki til góðsku; og nógv teirra taka rúsevnir. Tá vit leita tey upp og síggja tey hava vit møguleika til at vísa teimum virðing og hjártalag, sum vit eiga frá Gudi at vísa næsta okkara.
Vit mugu geva okkum stundir at reisa okkum frá hyper-virtuella, húðleysa heiminum og læra okkum at kenna líðingar hjá fátækum livandi menniskjum. Tað er hetta vit eiga at kjakast um, tí gera vit ikki tað ferð alt kjak at halda uppat og ófriður og vannlukkur fara aftur at spreiða seg.
Nú hugsi eg um halgimenni ið búgva kring okkum. Tey eru sannar hetjur. Her hugsi eg um læknar, sjálvboðin, trúgvandi syskinn, handilsfólk og arbeiðarar – øll tey sum treytaleyst gera sína skyldu soleiðis at samfelagið framvegis kann virka. Hvussu mangir læknar, heilsustarvsfólk, prestar og onnur hava vit ikki verið vitnið til sum hava offrað lívið fyri at bjarga øðrum?
Kirkjan eftir Korona
Fimti spurningurin til Frans Páva snúði seg um hvussu kirkjulívið og leikluturin hjá kirkjuni verður eftir Korona. Byrjað vit at síggja eitt slag av “heima-kirkjum”?
Frans Pávi svarar soleiðis:
Um vit verða minni tengd av stovnum og kirkjum? Mítt boð er at vit verða minni tengd av ávísum hugsunarháttum.Kirkjan er ein instutitión (stovnur).
Freistingin er at droyma um eina av-institutiseraða kirkju, eina gnostiskur (dulspeki) kirkju uttan instutiónir (stovnar) ella ein staðsettan stovn, sum hevði verið ein (Pelagian church) (Red. umsett:) - ein “fræls” rørsla har hvør einstaki persónurin einans skuldi royna sítt besta.
Tann sum skapar kirkjuna er heilaði andin sum er hvørki dulspekingur ella peleganskur.
Tað er somuleiðis heilagi andin sum hevur instutionisera kirkjuna á ein alternativan, útfyllandi hátt, tí Heilagi andin provokerar fram "óskil" við einum yvirnátúrligum mátti og skapar á ein undursaman hátt samljóð burt úr óskili.
Ein fræls kirkja er ikki ein anarkistisk kirkja, tí frælsi er ein gáva frá gudi.
Ein stovnsgjørd (instutiónalisera) kirkja mekir í veruleikanum ein kirkja, sum er stovnsett av heilaga andanum – eitt spenni millum óskil og samljóð – hetta er tann kirkjan sum skal reisa seg úr kreppuni.
Um tú spyrt meg hvør bók í guðfrøðini lýsir hetta best – so vildi eg víst til Apostlasøguna.
Apostlasøgan lærir okkum hvussu heilagi andin fyrst “avstovnsgjørd” alt tað sum ikki var rætt og gangligt fyri síðani at stovsgera kirkjulið til framtíðina. Tað er júst soleiðis eg síggi framtíðar kirkjuna eftir korona.
Fyri kortum ringi ein italskur biskupur til mín. Hann var í villareiði av hvussu hann kundi virkan á sjúkrahúsunum, tá reglugerðirnar á sjúkrahúsunum kravdu at hann noyddist at standa í gongini meðan sjúklingurin var innilæstur á stovuni. Hann var bangin fyri at hann sum prestur ikki kundi røkja sínar skyldur og hava andaliga samveru við sjúklingarnar. Hann spurdi meg hvat eg helt.
Eg segði við hann – Biskopur- frem tað tú ert kallaður til! Og beinanvegin svaraði hann “Grazie, ho capito” (Tak – eg skilji). Eg fekk seinri at vita at hann uttan íhald ferðaist frá einum sjúkrahúsið til annað at stuðla sjúklingum sum heilsufólkum.
Hetta er frælsið heilaga andans mitt í hesi kreppuni, ikki ein kirkja sum er fráverandi í sínum egna stovni.
Hetta merkir ikki at ritualini og kirkiligar lógir og reglur eru settar úr gildi ella hava mist sín týdning. Alt hetta verður gjørt fyri frelsunar skuld. Alt saman er tað gott og latum okkum brúka hetta. Alt er fyri at menniskju skullu verða frelst og tað er alt hetta ið letur upp dyrnarnar so vit ennta í trongum tíðum kunnu koma fyri ásjón guðs.
Viðvíkjandi heimakirkjum.
Vit eiga at brúka allan kreativitet sum mótsvar til kreppuna.
Vit hava valið at gerast døpur og tyngd – av tí vit hoyra og lesa gjøgnum miðlarnar ella heldur at gerast kreativ.
Heima hava vit brúk fyri einum apostólskum kreativiteti og avmergja alt sum er til onga nyttu, megan vit leingjast eftir felagskapinum við andaligu systkin okkara.
Vónin um at vit verða sameind aftur hjálpir okkum tá vit eru burturgloymd og í einsemi – sum mong eru í sóttarhaldi í dag.
Tey gomlu
Seinasti spurningurin til pávan var um hann hevði ein boðskap til tey gomlu og veiku?
- Tú spyrt um avbyrging av eldri fólki og einsemi.
Tá eg virkaði í Buenos Aires og plagdi at vitja eldri fólk á røktarheimum, spurdi eg ofta:
Hvussu hevur familjan hjá tykkum tað – vitjað tey tykkum ofta?
Og tey svaraðu – á tey hava tað so sera gott og tey vitjað okkum regluliga. Alt var so gott so gott!
Tá eg so tosaði við heilsuhjáparan, so søgdu tey sum oftast – eingin spyr eftir henni ella honum. Tað ganga mánaðar ímillum at nakar vitjar tey! Tað kann ganga hálvt ár ímillum at børnini vitjað tey – fremmandagjørd – einsamøll og forsømd.
Men tey eldru verða altíð røtur okkara. Og tey mugu sleppa at tala til ungdómin. Ósemjur millum gomul og ung mugu altíð loysast við samverðu og samtalu. Uttan røtur kann ungdómurin ikki blóma og bera frukt.
Til tey gomlu vil eg siga hetta:
Eg kenni hvussu tað er at missa tey nærmastu og at kenna deyðan nær. Og kanska ert tú strúrin ella bangin, fest eyguni á tað góða og tor at droyma dreymar.
Jóel 3,1 sigur ..... Eg úthella Anda Mín yvir alt hold; synir og døtur tykkara skulu profetera; hinir gomlu hjá tykkum skulu hava dreymar, og hinir ungu hjá tykkum skulu síggja sjónir...
Og hvønn boðskap eg havi til tey ungu?:
Hav dirvi til at hyggja fram í tíð at verða profetisk. Mugu dreymar teirra gomlu sameinast við tykkara profetasjón sum sagt verður í bók Jóel´s.
Tey sum eru vorðin fátøk ella eru frátikin og eru í djúpari kreppu av koronavirusini. Tey sum hava mist alt ella sum fara at missa alt. Hvønn týding hevur evangeliði fyri meg sum hevur mist alt?
Boðskapurin um evangeliðið er at vit skulu flyta okkum inn í heimin hjá teimum ið hava mist alt. Fyri at vit skullu skilja at tann sum einaferð hevði hevur einki longur.
Mín boðskapur er at fólk skulu taka tey gomlu og ungu undir sínar veingir, tey spreiða vengur sínar at fevna øll sum mist hava.
Mær kemur í huga orðini í bók (Virgil’s, at the end of Book 2 of the Aeneid) um tað støðu sum tey vóru í eftir lemjandi ósigurin teimum høvdu verið fyri í býnum Troy. Tey høvdu mist alt.
Tað vóru einans tveir vegir at fara: At verða verandi, gráta og gera enda á sær sjálvum – ella at ganga leiðina niðan á fjallið og venda ósigrinum og krígnum baki.
Cessi, et sublato montem genitore petivi:
Eg gav lagnuni rúm, og berandi faðir mín á herðunum gekk eg leiðina niðan á fjallið.
Hetta er boðskapur mín í dag: Latið okkum taka røtur okkara við okkum, leggja tað sum farið er aftur um okkum og byrja at ganga tað røttu gøtuna niðan á fjallið.