Lýsing
Lýsing
Lýsing

KÍ gav AB bank á Argjum

SKRIVAÐ: Jákup Ósá tekstur: Oliver Joensen, myndir.  |  01.06.2020 - 21:20 Ítrottur Tíðindi

Tað var klassamunur frá byrjan til enda, tá KÍ vann 6-0 móti AB.

KÍ manglaði frá byrjan nakrar av teimum, ið vanliga roknast sum lyklaleikarar. Tá verður serliga hugsað um Jákup B. Andreasen og Jóannes Bjartalíð. Tann seinni kom inn í hálvleikinum og í seinna hálvleiki kom eisini næstmest skorandi KÍ-leikarin í søguni, Páll A. Klettskarð, á vøllin. Eisini AB manglaði nakrar leikarar harímillum Jesper Van Der Heyden og Adeshina Lawal.

KÍ vann 6-0 í einum dysti, har KÍ vassaði í málmøguleikum, meðan Kristian Joensen heilt móti endanum mátti stórbjarga fyri at AB ikki slapp á máltalvuna. 6-0 var helst sigandi fyri dystin, tí KÍ hevði eisini nógvar stórar málmøguleikar afturat málunum í dystinum.

Málskjúttar hjá KÍ vóru Ole Erik Midtskogen (2), Boris Dosljak, Jóannes Bjartalíð, Ísak Simonsen, og tað síðsta var sjálvmál.

KÍ kom við sigrinum uppá 3. plássið í deildini og hevur vunnið fýra sigrar á rað. Allir móti botn 5 liðum. Sunnudagin á Norðoyastevnu vitjar NSÍ, sum liggur á 2. plássi, í Klaksvík.

Lýsing
Seinastu tíðindini
KG avhendað í dag
Lívfiskastøðin í Svínoy tikið móti fyrst…
KG úr luftini
- Góða ferð til París
Jákup og Agnar vitja Norðlýsið
Skal KÍ brúka hópin sunnudagin?
Miðbýurin gerst dýrari – kommunan biður…
Arbeiðsbólkur skal leggja kós fyri alt í…
Arbeiðsbólkur skal seta kós fyri Klaksví…
Á Skúlatrøð: Fyrireik­ingar til byggistig…
Klaksvíkar kommuna biður um rakstrarkred…
Parkering við ferjuleguna
Elbilar avdúka gamlar reglur – koyra før…
KÍ í finaluni um løgmanssteypið eftir st…
Gleðiliga jólasøku
Opið hús á KG leygar­dagin
Nýtt skip í føroyska flotan
Prógvhandan á Vinnuháskúlanum
Frískt Lot: - Vit eru spent at sleppa í…
Ótrúlig fakta: Messi og Ronaldo skora vi…