Lýsing
Lýsing
Lýsing

Norðoyastevnan í dag

SKRIVAÐ: Jóhann Lützen  |  06.06.2020 - 08:00 Mentan Tíðindi

Leygardagur er, og annar dagur av norðoyastevnuni er byrjaður. Sí skránna fyri í dag niðanfyri.

kl. 09.00 Norðoya Gongufelag ger ein gongutúr

Hesaferð verður túrurin á eystursíðuni niðan á Kjøl og vónandi niðan á Myrkjanoyrafjall.

Veðrið er týdningarmikil viðspælari hjá gongufólki, tí verður bíðað við at avgera, hvar vit møtast og hvagar leiðin gongur.

Hetta frætta tit um á facebook-vanganum hjá Norðoya Gongufelag.

 

kl. 11.00  Føroya Bjór Renningin - Treysti

Startur og mál á vegnum uttanfyri Telebúðina

Hetta er 23. ferðin, at Treysti skipar fyri hesi renning í miðbýnum á Norðoyastevnu. Tað var í 1997, at fyrstu ferð runnið bleiv inni í býnum, og renningin varð skipað, sum ein býarrenning.

kl. 12.15 Heiðursmerkjahandan uttanfyri Norðoya Sparikassa


Kl. 12.00 Dartkapping - Klaksvíkar Dartfelag (Gamli klubbi) – Uppsalagøta 23

Opin dartkapping verður í hølunum hjá Klaksvíkar Dartfelag. Øll tilmælini frá landsins mynduleikum um fráleika og reinføri verða fylgd, og sleppa bara spælarar, ið eru tilmeldaðir at verða í hølum felagsins.

kl. 13.00 Fótbóltur – við Djúpumýru
Dr. U11 B2
KÍ b, Vík a, Skála, ÍF NSÍ b

kl. 13.30 Kappróður - FM-barnaróður

kl. 15.00 Kappróður - FM róðrar
Kappróður - heiðursmerkjahandan í Klaksvíksgarðinum

Signhild Johannesen, forkvinna í Mentunarnevndini, handar steyp og heiðursmerkir í við dráttin, so hvørt róðrarnir eru liðnir.

kl. 15.00 Fótbóltur – við Djúpumýru
2. deild menn: KÍ - NSÍ

kl. 15.00 Atlantis Bio - Palli Halaleysi
Teknifilmurin um Palla Halaleysa snýr seg um frensin Palla, sum villist burtur frá sínum deiliga og trygga heimi á bygd, og endar í stórbýnum.

kl. 20.00 NETbingo á Norðoyastevnu - ÁRF
Fyrsta NETbingo verður leygarkvøldið á Norðoyastevnu.

NETbingo verður spælt inni á síðuni www.bingo.fo - Bingoplátur fáast til keyps í øllum FK handlum frá mikudegnum 3. juni klokkan 13.00

Nógvir góðir vinningar at vinna

 

kl. 21.00 Betesda
Útimøti í Vágstúni – Um viðrar

Vitin luttekur við sangi

kl. 21.00 Atlantis Bio - Little Women

Kl. 24.00 Fýrverk verður sent av Sandinum

Lýsing
Seinastu tíðindini
Ungur lokalur leikari á máltalvuni
Veðrið í vikuni
Tórhallur og Sámal vunnu fiski­kappingina
Myndarøð: KÍ - TB (6-0)
Reytt kort
Upptakt: KÍ-TB
Kann verða síðsti heimadystur hjá fleiri…
Næstbesta liðið hjá KÍ liggur til niðurf…
Møguligt misálitis­uppskot týsdagin
Friður á pallinum: Hvør er Tim Allgood?
Heyst­fagnaður á Eiði: Matmarknaður í Kru…
Stakkavík inni við 7.000 pundum
Heyst­fagnaður á Eiði: Handilin hjá Óla k…
Hvítanes farin nýggjan túr
Er bilurin klárur til veturin?
Ásla Kjærbæk fekk serliga heilsan frá lø…
Quo Vadis, Domine
Heyst­fagnaður á Eiði í dag
Eli Tausen á Lava útgevur "Book of Lies"
Friður á pallinum: Nú er Lloyd klárur