Lýsing
Lýsing
Lýsing

Nú ''byrjar'' kappingin hjá KÍ

SKRIVAÐ: Jákup Ósá  |  06.06.2020 - 17:43 Ítrottur Tíðindi

Komandi tríggir dystirnir koma at siga nógv um styrkina hjá KÍ 2020.

KÍ vann ársins størsta sigur seinasta umfar, tá liðið vann 6-0 á Argjum móti AB. Úrslitið var í tráð við leikgongdina. Hetta var fjórði sigurin á rað hjá KÍ, sum kom uppá 3. pláss. Men sigrarnir hjá KÍ eru komnir móti TB, ÍF, EB/Streymi og AB. Og við virðing fyri hesum liðum, so eru tað ikki úrslit, ið væntast at flyta so nógv í ár. Tí flestu topp 5 liðini seta fá ella einki stig til í hesum dystum, Víkingur undantikið. Vit skulu m.a. heilt aftur til einaferð í 2018 fyri at finna seinasta dyst, har eitt lið sum B36 misti stig móti einum botn 5 liði.

 

Nú skal KÍ til próvtøkur

KÍ tapti í 1. umfarinum móti B36 og tað er einasti dystur móti topp 5 liðum hjá KÍ higartil í ár. KÍ hevur sostatt saman við NSÍ havt lættastu skránna, og júst hesi bæði liðini møtast í Klaksvík sunnudagin á Norðoyastevnu. Felags fyri bæði liðini er, at tey hava spælt ein dyst móti topp 5 liðum og tapt tann dystin. Eftir tað skal KÍ møta Víkingi og HB, so nú skal KÍ til próvtøkur.

 


KÍ-NSÍ

Dystirnir millum KÍ-NSÍ plaga ofta at vera undirhaldandi, har dentur verður lagdur á álopsspæl. Nógv bendur á, at soleiðis verður eisini sunnudagin. Tí bæði liðini hava víst gott álopsspæl størsta partin av kappingini higartil. KÍ hevur verið tað liðið í deildini, sum hevur havt bóltin mest, meðan NSÍ er liðið, ið hevur havt flestar málroyndir innanfyri málstengurnar. Tískil kann væntast, at KÍ kemur at hava bóltin meira, meðan spurningurin er, hvat lið megnar at koma til flestar málmøguleikar og harvið mest sannlíkt vinna dystin. NSÍ hevur víst seg at hava nógvar streingir at spæla uppá. Mest avgerandi leikararnir eru framvegis Klæmint A. Olsen og Petur Knudsen, men Bárður J. Hansen og Jann Benjaminsen hava lagt upp til nógv mál, meðan Aron Knudsen og Mórits Heini Mortensen hava verið vandamiklir á sentrala miðvøllinum í 3-5-2 leikskipanini. Hjá KÍ eru leikarar sum Patrik Johannesen og Páll A. Klettskarð, sum báðir skoraðu nógv mál í fjør, enn ikki komnir veruliga í gongd við málskjótingina. Tí hongur nógv á Jóannes Bjartalíð og Ole Erik Midtskogen, sum tykjast væl fyri í løtuni. Liðini plaga at skifta um at vinna hesa uppgerðina, men í 2019 hevði KÍ gott tak á NSÍ og vann allar tríggjar dystirnar. Tipping: 1 (2-1)

 


ÍF-AB

ÍF hevur longu fingið eins nógv stig sum alt kappingarárið í fjør, meðan AB enn hevur sín fyrsta sigur til góðar. ÍF er favorittur, men móti EB/Streymi sóu vit, at tað er ikki stórur munur millum botn 5 liðini. Vinnur ÍF her, so er liðið leyst frá botnstríðnum í eina tíð og fer møguliga framum Víking eftir komandi umfar. Tipping: 1 (3-2)

 


EB/Streymur-Skála

Ein lykladystur fyri bæði liðini. EB/Streymur misti á stokkinum móti ÍF, meðan Skála bara hevur eitt stig og er liðið, ið hevur latið flest mál ígjøgnum. Higartil hevur tað víst seg, at heimavøllurin hevur havt nógv at siga í botn 5 uppgerðunum. Tipping: 1 (1-0)

 


TB-HB

TB fekk sítt fyrsta stig móti Víkingi, meðan HB hevur fult stigatal. Soleiðis sum HB hevur spælt í ár, so er ikki serliga sannlíkt, at oddaliðið missir stig móti nøkrum botnliði. Tipping: 2 (0-3)

 


Víkingur-B36 

Tvey særd lið sum koma frá stórum vónbrotum. Víkingur haltar longu væl aftanfyri oddin, tí 7 stig eru upp til HB og hetta kemst av tveimum vánaligum úrslitum móti botn 5 liðum. B36 hevur bara mist stig eina dystin og hevur eitt so mikið sterkt lið í ár, at tað eigur at røkka langt, har eitt tap ikki steðgar liðnum. Víkingur vísti á heimavølli móti NSÍ, at liðið hevur dygdir, men B36 verður helst truplari at vinna á. Hesin dysturin kann fara báðar vegir, men eftirsum Víkingur hevur spælt tveir vánaligar dystir á rað, so koppar tað til B36, ið neyvan tapur tveir dystir á rað. Tipping: 2 (1-2)

 


Fýra KÍ-sigrar á rað á Norðoyastevnu

KÍ hevur síðstu fýra árini gjørt slætt borð á Norðoyastevnu.

 


Úrslitini hava verið hesi:

2019: KÍ-AB 2-1

2018: KÍ-B36 3-1

2017: KÍ-07 Vestur 1-0

2016: KÍ-NSÍ 4-0

 

Dysturin millum KÍ-NSÍ byrjar sunnudagin kl. 15.00. Dómari verður Kári J. á Høvdanum.

Lýsing
Seinastu tíðindini
Kunning frá trúboðarum – í Betesda sunnu…
Havnarbátu­rin javnaði til 2-2
Oyggja­leikir: Løgmaður ynskti íðkarum gó…
Svein Rógvi tippar barna­róðurin
Nøglin: Svein Rógvi tippar Varmakelduróð…
KÍ, Víkingur og NSÍ spæla altjóða heimad…
Kort yvir Laksatorgið
Føroyskt teknmálið verið góðkent í átta…
Stuðuls­fólk til 19 ára gamlan drong
EKKÓ í Varpinum
Blákollan letur stuðul til Team Rynkeby
Tøkk - Sam Adolf Bjartalíð
Klaksvíkar kommuna hevur fingið nýggjan…
Nýggi graslíkisvøllu­rin verður tikin í n…
HARALDSEN diskar á Summar Festivalinum
Skamnesty International
Fyrsti kúlulaksu­rin longu fingin
Hallur væntar at spæla í Finnlandi
Air France-KLM fer eftir meiriluta­num í…
Team Klaksvík hevur sett nýggjan høvuðsv…