Lýsing
Lýsing
Lýsing
Ja, í Klaksvík er menning og nørandi gróður

Klaksvík - samanhangandi øki  við optimalum útboði  - er treytin

SKRIVAÐ: Jógvan við Keldu  |  25.06.2020 - 09:17 Lesarabrøv Vinna

Vinnan og Klaksvík (4)

 

Umframt at Klaksvík er sterkt ali- og fiskivinnuøki, er býurin væl fyri við øllum viðkomandi tænastufyritøkum

Tosaði við skilamann fyri nøkrum døgum síðani, spurdi: “Nú ert tú aðrastaðni frá, kanst tú siga mær, hvussu sært tú Klaksvíkina”? 

Hann svaraði soleiðis í stuttum:  “Klaksvík var í mínum eygum ein fiskivinnubýur – og tað var tað! – Síðani eg eri komin tættari at býnum  og kenni hann betri, síggi eg, at Klaksvík hevur so gott sum alt, sum ein dynamiskur og áhugaverdur býur krevur ”. Síðani nevndi hann ymiskligar arbeiðsmøguleikar, gott fjørlbroytt handilslív,  viðfevndar tænastufyritøkur, fjølbroytt ítróttalív, mentan, skúlar, kaféir, matstovur og nú sær út til, at nýtt hotel verður bygt o.a og helt fram.: “...so her er alt – eg haldi, at Klaksvík hevur eina breidd, sum ein nútímans býur skal hava”!  - So kann leggjast afturat – eitt gott og farbart samband við øll økir í Føroyum.

Síðani aldaskiftið er nógv hent í Klaksvík bæði  á kommunalum øki og á privata geiranum og við dyggu ali- og fiskivinnuni sum grundarlag eru her hópin av avleiddum tænastuvinnum, sum fyrr er nevnt.

Her hevur – áðrenn Korona-kreppan tók seg upp – verið nógv arbeiði og arbeiðsloysið hevur verið av tí lægsta í landinum.

 

Víðfevnt úrvæl

av tænastufyritøkum

Fyri at venda aftur til meting og meiningina av Klaksvík, “hjá einum sum býr uttanfyri Klaksvík”, fari eg at koma við avmarkaðum dømum – av so mongum – góðum tænastuvinnum, sum eru styrktar m.a. beinleiðis av einum hollum ali- og fiskivinnuídnaði. Hetta eru fyritøkur, sum hava ment seg bæði tøkniliga og á øðrum økjum.  (fari í seinni grein at koma við fleiri):

-       KSS – (Klaksvíkar Sleipistøð), Pomek, Blikksmiðjan, RVtøkni, TTS KBI, Mekanor, MPteknik, Look North, Nema, Contrive.

     

Í hesum fyritøkum starvast fleiri enn 200 fólk og vísir, at Klaksvík er eitt  víðfevnt og vinnuliga sterkt øki   tænastuvinnuni .

Í áhugafelagnum “Vinnulívsráðið í Klaksvík” sum hevur meiri enn 25 ár á baki eru íalt um 60 fyritøkur, sum nakrar ferðir árliga koma saman.

 

 

 

 

Lýsing
Seinastu tíðindini
Atgongumerkjasølan er byrjað til finalun…
Prógvhandan á Sjónámi
Ein ferð úr Føroyum suður í hitabylgjuna
Prógvhandan á Tøknibreytini
Rótin á shortlist
Ferða­vinnu­ætlanin fyri Klaksvíkar kommun…
Viðareiðis kommuna nýggja heimasíðu
Bárður í Gallarí Havnará
Fimm bøkur til summarið frá Bókadeildini
ICES-tilmæli fyri fiskiskap eftir gullla…
KG avhendað í dag
Lívfiskastøðin í Svínoy tikið móti fyrst…
KG úr luftini
- Góða ferð til París
Jákup og Agnar vitja Norðlýsið
Skal KÍ brúka hópin sunnudagin?
Miðbýurin gerst dýrari – kommunan biður…
Arbeiðsbólkur skal leggja kós fyri alt í…
Arbeiðsbólkur skal seta kós fyri Klaksví…
Á Skúlatrøð: Fyrireik­ingar til byggistig…