Lýsing
Lýsing
Lýsing
Pál Weihe í sjónvarpsstovuni í gjárkvøldi saman við Bjarna á Steig og afturvenda vertinum Una Holm Johannesen | Mynd: kvf.fo

Johan Dahl, Christian Andreasen ... og Pál Weihe

SKRIVAÐ: Jóhann Lützen  |  30.06.2020 - 09:13 Leiðarin Politikkur Tíðindi

Mikið kjak hevur verið í sambandi við, at Johan Dahl úr Sambandsflokkinum og Christian Fríbjart Andreasen í Fólkaflokkinum eru ávikavist nevndarformaður í Amplexa og nevndarlimur í Thetis, fyritøkunum, ið hava fingið til uppgávu at standa fyri teimum kravdu kanningunum, sum ein og hvør ferðandi til Føroya við heimild í Epidemilógini skal ígjøgnum.

Hyggja vit eitt sindur víðari, so sæst eisini, at í P/F Conseco, ið eigur Amplexa A/S, er beiggi Johan Dahl, Hans Atli Dahl, stjóri, og millum nevndarlimirnar finna vit navnið Pál Magni Weihe. Um navnið ljóðar kent, so er tað ikki løgið: Talan er um ráðgevandi yvirlæknan Pál Weihe.

Sostatt er yvirlæknin og arbeiðsmedisinarin, ið hevur mælt Landsstýrinum til at kanna øll, ið koma til landið, nevndarlimur í fyritøkuni, ið eigur aðra av fyritøkunum báðum, ið hava fingið uppgávuna frá sama Landsstýri, í fyrstu atløgu við 4 milliónum krónum úr Landskassanum tvær tær fyrstu vikurnar. Eftir ætlan skulu fyritøkurnar kunna krevja 390 krónur frá hvørjum ferðandi frá 10. juli at rokna.

Fyritøkan Amplexa hevur við øðrum orðum bæði ein nevndarlim í móðurfyritøkuni Conseco, sum ráðgevur Landsstýrinum, og ein nevndarformann sitandi í Løgtinginum, ið blástemplar tær avgerðirnar, sum nevndarlimurin hjá fyritøkuni, ið eigur Amplexa, hevur tilmælt. Og Thetis hevur sum kunnugt ein lógarsmið afturat í síni nevnd.

Uttan iva kemur tað sera væl við hjá hesum fyritøkunum, at Landsstýrið hevur avgjørt, at øll skulu kannast, fyrst við landskassastuðuli og síðani fyri egna rokning.

Lýsing
Seinastu tíðindini
Atgongumerkjasølan er byrjað til finalun…
Prógvhandan á Sjónámi
Ein ferð úr Føroyum suður í hitabylgjuna
Prógvhandan á Tøknibreytini
Rótin á shortlist
Ferða­vinnu­ætlanin fyri Klaksvíkar kommun…
Viðareiðis kommuna nýggja heimasíðu
Bárður í Gallarí Havnará
Fimm bøkur til summarið frá Bókadeildini
ICES-tilmæli fyri fiskiskap eftir gullla…
KG avhendað í dag
Lívfiskastøðin í Svínoy tikið móti fyrst…
KG úr luftini
- Góða ferð til París
Jákup og Agnar vitja Norðlýsið
Skal KÍ brúka hópin sunnudagin?
Miðbýurin gerst dýrari – kommunan biður…
Arbeiðsbólkur skal leggja kós fyri alt í…
Arbeiðsbólkur skal seta kós fyri Klaksví…
Á Skúlatrøð: Fyrireik­ingar til byggistig…