Lýsing
Lýsing
Lýsing

Áki Mørk: Vónirnar eru góðar hjá styrktum Team Klaksvík-liði

SKRIVAÐ: Jákup Ósá  |  05.07.2020 - 16:07 Ítrottur Tíðindi

Venjarin hjá Team Klaksvík sigur, at arbeitt verður við at fáa ein breiðari hóp til komandi ár, so støðið á venjingunum hækkar. Tað er eisini tí, at liðið hevur styrkt seg við fleiri útlendskum leikarum.

Í hesum døgum fyrireika hondbóltsliðini seg til komandi kappingarár. Hjá Team Klaksvík er sami venjari, sum endaði í fjør. Tað er Áki Mørk, sum vit kenna sum leikara og venjara í Neistanum.

 

 

Áki byrjaði í Klaksvík í fjør

Áki Mørk hevur venjararoyndir í Neistanum, men í fjør vóru boð eftir honum úr Klaksvík.

- Í fjør varð eg spurdur um at venja Team Klaksvík(TK), tá ein triðingur av kappingini var liðin. Eg setti mær fyri, at teir lokalu leikararnir máttu sleppa framat, og fáa so nógva spælitíð sum møguligt. Eg kendi nakað til liðið, men eg helt, at tað vóru fleiri leikarar tøkir, enn tað var. Vit høvdu ein útlendskan leikara í Keito. Hann var fittur og skilagóður. Hansara hondbóltsdygdir lógu serliga í álopsspælinum. Men tá man fær sær útlendskan styrk, so haldi eg, at hesin eigur at styrkja um størri part av spælinum. Álop og verju. Hinir leikararnir eru kendir, frá fleiri ára royndum, men onkur nýggjur leikari kom tó fram. Jan Eli Ragnarsson, Kjartan á Gravarbø og Mortan Samson eru spennandi leikarar, sum eg vóni og vænti halda fram, sigur Áki Mørk við Norðlýsið.

 

 

Hava styrkt um hópin

TK hevur styrkt um hópin í summar m.a. við tveimum útlendskum bakspælarum, sum ikki hava spælt í Føroyum áður.

- Leikararnir hava passað sína venjing í summar sjálvir. Í juli mánaða fara vit í høllina. Ein av trupulleikunum í fjør var, at vit vóru so fáir, so vit hava skrivað undir við leikarar, sum koma at styrkja um. Málmenn og bakspælarar. Vit fáa at síggja, hvussu gongur, men vónirnar eru góðar. Vónandi koma fólk í høllina at stuðla okkum, og vónandi leggjast fleiri av "gomlu leikarunum" afturat hópinum, soleiðis at venjingarnar fáa størri dygd, sigur Áki Mørk.

 

 

Skulu byrja at vinna dystir aftur

Í fjør fekk TK einki stig. Tí er venjarin eisini varðin við at melda nakað høgt mál út fyri komandi ár.

- Tá eg byrjaði, høvdu teir 0 stig, so málið var, at vit skuldu fáa í minsta lagi ein sigur í hús. Hetta eydnaðist ikki, hóast vit høvdu onkrar góðar dystir og vóru nær. So hetta er nakað, vit fara at leggja okkum eftir at broyta. Vit hava ikki tosað um nøkur felagsmál fyri næsta kappingarár, men hetta er heilt vist mítt mál. Eg veit, at í Klaksvík eru fólk altíð røsk at stuðla sínum lokalu liðum, og kunnu vit fáa áskoðarar í høllina, so fer hetta málið at verða rokkið. Tað er heilt vist, sigur Áki Mørk at enda við Norðlýsið.

 

 

Team Klaksvík hevur hesar útlendsku leikararnar komandi kappingarar:

Vuk Stevanovic (Bakkur/miðja úr Serbia)

Valentino Valentaković (Bakkur úr Kroatia)

Mark Dahl (Málverji úr Danmark)

Strahinja Popovic (Málverji úr Serbia)

 

 

Vuk og Valentino eru nýggir í føroyskum hondbólti, meðan báðir málverjarnir áður hava verið í Team Klaksvík.

 

 

Lýsing
Seinastu tíðindini
Steypabrak í Klaksvík mikukvøldið
Trygd høvuðsstuðul hjá Badmintonsamb­andi…
Teitur Lassen nýggjan sáttmála við Editi…
Grøni Háskúlin letur uppaftur
Gongd á samráðingu­num hjá arbeiðarafeløg…
ABBA ” Show ” á Gníst í Nólosy 6. juli
Kavarar stóran týdning fyri alivinnuna
30 leiguíbúðir afturat – Miðbýurin í Kla…
Seafood Expo Global í Barcelona sett
GRÓA er ein bólkur vit máttu hava á G!
Grindamanna­felagið haft aðalfund
Flaggdagshald í Vágstúni 
Vøkur gáva til Varpið
Nýtt býráðsborð
Vinnan á ferð við 62°N Vinnu
30 nýggjar leiguíbúðir í Klaksvík
Vælkomin til Ársmøti – ein dagur við fel…
Silvarenning á Guttabreyt 27. apríl kl.…
NS hálvmaraton 4. mai í Klaksvik
Tær seyma sjálvar