Lýsing
Lýsing
Lýsing

Gøtu kirkju ungdómskór

SKRIVAÐ: Frits Johannesen  |  07.07.2020 - 08:08 Mentan Tíðindaskriv

Mangan hava vit her á landi sitið og lurtað eftir frægum kórtónleiki. Tað er at undrast yvir, at hetta okkara fitta land kann lata løturnar í so vakran og góðan kórsang bæði av tilkomnum sangarum og ungum kórsálum. Ungdómskórið úr Gøtu kirkju er fyrimyndarligt, sum lyftir og lættir tað, sum kirkjan stendur fyri og tað hvønndagsliga í sambandi við tónleik, og her er tað so kirkjuligur kórsangur, tað snýr seg um. Hetta hevur altíð rørt okkara hjørtu. Meg minnist jólakonsertir í Fuglafjarðar kirkju aftur til 1951, -52 -,53 o.s.fr. Hesar konsertir vóru altíð jólakvøld. Ljómurin var fyrimyndarligur, og kirkjan var fullsett av fólki. Herluf var kórleiðari. Hann hevði verið á DLH 1949-50, og  har  lærdi hann Carl Clausen at kenna og sang við í Københavns lærerkor, sum Carl Klausen leiddi. Teir gjørdust vinir fyri lívið. Hetta kór var á kórferð 1951 í Føroyum og hevði konsert í t. d. í Fuglafjarðar kirkju, og hesir kórsangararnir vórðu náttlagdir í Fuglafirði hjá fuglfirðingum.

 

Kórsangur og týdningur tess

Tað eru nógvar løtur í tí farna, sum  nørir um kórsangin og hava vit longu mangan frøtt okkum við tær konsertirnar, sum Gøtu Kirkju Ungdómskór hevur havt undir leiðslu av Símuni Hammer, organisti í Gøtu kirkju. Símun býr á Toftum. Faðirin, Martin Hammer var av Tvøroyri og mamman, Dana Hammer var av Toftum. Símun hevur útbúgving í orgulspæli , kórleiðslu og raddarvenjing – præliminer organist, æt hetta fyrr.

Meðan eg arbeiddi sum lærari og hevði sang og myndlist við børnunum, so høvdu meira enn 50 % av hvørjum flokki rík skapandi evni. Tey børnini, sum vóru eitt sindur  fjalin og munnstill, komu eisini við í henda skapandi bólkin so við og við. Øll fingu møguleikan at røkja sini skapandi evni til gleði og gagns fyri tey sjálvi og øðrum við. Verður arbeitt við teimum skapandi evnunum hjá børnunum, verða tey betur fyri til aðrar lærugreinir.

Øll árini frá 1980 til ár 2000, tá ið Fuglafjarðar gentukór var uppi á døgum, varð sagt við hesi ungu: “ Komið og syngið!”. Tað varð aldri sagt, at tey ikki skuldu koma. Tað vóru sera vakrar upplivingar saman við hesum sangarunum bæði her á landi og uttanlands.

Løtan í Løkshøll sunnudagin 28. juni var ein fyrmyndalig løta- skaldaborin í føgrum ljómi við glaðum ungdómsrøddum, bæði frá gentum og dreingjum, ið lótu løtuna í ein so fagran ljóm, at neyvan hevur landið átt so væl úr hondum greiddan kórsang við so ungum genturøddum og dreingjarøddum. Vakurt hevur tað verið mangan at sita og lurta eftir fløðingini eitt summarkvøld niðri við fjørukantin. Hetta er altíð kveikjandi so sæl henda løtan kann verða har gjarvaksnir steinar og vøkur reyðbrún tarabløð liva fyrimyndarliga í inn - og útsúðinum og lata løtuna í ein skaldakendan drátt eins og hetta var eitt gudaborið kór, sum livdi sítt sæla lív í fløðingini.

Ja, eg má siga at Gøtu Kirkju Ungdómskór fevndi okkum, sum lurtaðu hetta kvøldið í eini tilgongd við einum so føgrum ljómi í eini fløðing, sum kíndi alt okkara sálarkrýnda, gjarvaksna heilakervi við inniliga vøkrum tarabløðum á sanganna veingjum.

Bæði Platon og Sokrates høvdu í sínum huga, at tann lærugreinin, sum  hevði størsta týdning fyri tey ungu, var tónleikur, sum bant saman mangt og mikið av vitan og anda í teirra sinni. Nomið varð eisini við tað harmoniska, rútmiska, kærleiksfulla og nakrar gudagivnar partar, sum hildið varð um og legði dagin og løtuna í eitt fagurt lag.

 

Søgan

Í sept. 2011 varð farið undir hetta lívssæla kór. Símun vildi hava eitt kór í tilknýtið til kirkjuna. Nú er Símun organistur í Gøtu kirkju, og hesin andi  í samband við urguna leiddi hann til at fara undir  eitt ungdómskór í hesum andans drátti, so tað var í einum musiskum, musikalskum kirkjuligum búna. Hetta skuldi hava røtur í ungum røddum, tí vit hava fleiri blandað kór her á landi við tilkomnum røddum. Sum hugsað varð, so  varð gjørt. Kórið hevur sungið í Gøtu kirkju og øðrum kirkjum við.

Fyrstu ferð, kórið var uttanlands, var í 2014 til Filadelfia í Italia, har tónleikafestivalur er hvørt ár og kórstevna. Kórið setti sanniliga síni spor í hesa gongd og var besta kórið í sínum bólki.

Síðani 2016 hevur kórið luttikið á kórstevnum hjá Interkultur, sum er ein felagsskapur, ið skipar fyri kórstevnum kring tann víða heim við krøvum, sum eru á atjóða høgum støði. Á hesari tilgongd hevur kórið verið t. d. í Eysturríki bad ischl, 2017 í Riga í Latvia, í 2018 í Helsingborg í Svøríki og í Wernigerode, ein litríkur býur í Harzen - miðskeiðis í Týsklandi. Hetta var Johannes Brahms festivalur. Her vann kórið fyri fyrstu ferð gull heiðursmerki í kappingini hjá Interkultur.

Ætlanin varð at fara til Belgia á OL fyri kór, men vegna koronastøðuna, er hetta sett út tilk næsta ár, 2021.

 

Ljóðførið

Eitt kór er eitt ljóðføri, sum krevur sín mann. Tað hevur alstóran týdning at læra hesar ungu sálir at kenna, so tær koma at liva í kórinum við sínum musisku og musikalsku evnum, sum eru gávur, ið  eru gudabornar. Hetta ger at henda  frøi og gleði verða tey berandi andsevnini í hesum vakra kórsangi. Ja, hetta er ein vakur andi, ið ræður í hesum kóri, har tey syngja alt uttanat og røra seg á  ein fagurligan hátt undir konsertini. Símun er nærlagdur sum kórleiðari og fær ljómin at seta síni spor so tætt at pulsinum í løgunum, sum til ber. Vakrari kann hetta ikki verða.

Takk fyri hesa frægu konsertina í Løkshøll sunnudagin 28. juni og blíðan byr við allar tykkara dyr.                                                                                                                                                                                                                                                                                                                                                                                                                                                                                                                                                                                                                                                                                                                                                                                                                                                                                                                                                                                                                                                                                                                                                                

Lýsing
Seinastu tíðindini
Elsebeth Mercedis: Vit eiga framhald­andi…
Heðin Mortensen stillar upp aftur
50 ár síðan Reyðu Khmerdrápini
Verja og visiónir
Eina stóð ph.d.-verjuna væl og virðiliga
Grant er í Klaksvík hvønn dag
Landið má leggja trýst á kommunur
Mjølnir enda á heimavølli
Sáttmáli undirskrivaður um lækna­miðstøði…
Aðalfundur verið í Íverksetara­húsinum
Methøg søla av elorku og methøg framleið…
Virkið vár byrjar og endar við renning
33 nýggjar íbúðir á Argjum
Havsbrún í Fuglafirði - 365 dagar uttan…
Útróðurin hevur ongan góðan í tinginum o…
Skíggjanýtsla og antibiotika ovast á dag…
Fiskimála­ráð­har­rin tekur og gevur
Rannvá Dahl vart ph.d. á Københavns Univ…
Kent ”Kenno” Petersen í Varpinum
Stjørnan hevur aðalfund