Lýsing
Lýsing
Lýsing
Mynd: Oliver Joensen

KÍ rakti botnin á Tórsvølli

SKRIVAÐ: Jákup Ósá  |  12.07.2020 - 17:42 Ítrottur Tíðindi

Vit skulu aftur til niðurflytingarárið í 2009 fyri at finna ein dyst, har KÍ lat fleiri mál inn enn í dag. B36 helt málveitslu og vann 6-2 á Tórsvølli seinnapartin.

Tað vóru ikki nógv ljóspunkt í KÍ-avrikinum í dag. Hósdagin skrivaði Norðlýsið, at tapið móti HB kanska var hálvtannað tap, tí KÍ fekk longda leiktíð og fleiri skaðar undan hesum dystinum móti B36. Odmar Færø og Ísak Simonsen vóru ikki við í dag og Ole Erik Midtskogen var ei heldur klárur at spæla frá byrjan eftir langa dystin mikukvøldið. Í uppstillingini var eitt rættiliga óvæntað og løgið val av KÍ-venjaranum, Mikkjal K. Thomassen. 18 ára gamli Børge Petersen, sum er evnaríkur miðverji og ongantíð áður hevur spælt á miðvøllinum í bestu deildini umframt, at hann ongan minutt hevur spælt fyrr í hesum kappingarárinum í bestu deildini, byrjaði á miðvøllinum. Hetta hóast tað fyri tey flestu vildi verið meir upplagt at havt Børga í miðverjuni og so Deni Pavlovic á miðvøllinum ella at mannað miðvøllinum øðrvísi við m.a. Jonn Johannessen ella Steinbirni Olsen frá byrjan, har Steinbjørn ella Jóannes Bjartalíð kundu spælt sentralt saman við Jákupi B. Andreasen.

Passivir í innleggum
Men løgið leikaraval ella ikki, so hevði tað neyvan broytt nakað uppá vinnaran í dag. Tí tað var so so ræðuliga nógv, sum haltaði á KÍ-liðnum í dag, meðan B36 var væl upplagt og spældi væl. Tað var eitt óvanliga illa upplagt KÍ lið, ið vit sóu stóran part av dystinum í dag. Í nærdystum og spælinum inni í feltinum var KÍ-liðið ofta rættiliga passivt, sum okkurt av málunum hjá B36 uppá innlegg staðfesti. Í fyrra hálvleiki fekk Deni Pavlovic reytt kort, og so vóru fortreytirnar hjá KÍ vánaligar. Í málmøguleikum var ikki stórvegis munur á liðunum í fyrra hálvleiki, men í seinna hálvleiki bleiv einvegis ferðsla. Eitt mistak frá B36-málverjanum, Róa M. Hentze, gav Ole Erik Midtskogen møguleika at skora, sum hann tók av. Seint í dystinum fekk KÍ-liðskiparin, Jákup B. Andreasen, eisini reytt kort. Annars sat B36 á dystinum og koyrdi stórsigurin trygt heim.

 

Skulu aftur til EB/Streym í 2009

Tað endaði 6-2 til B36. So nógv mál eru ikki farin ígjøgnum hjá KÍ ein dyst síðani niðurflytingarárið í 2009, tá EB/Streymur vann 7-0 móti KÍ. Dagsins úrslit merkir, at KÍ nú er aftast av teimum fýra liðunum, sum kappast um FM. Mest sannlíkt fimm stig aftanfyri HB seinni í kvøld, tá HB hevur spælt sín dyst móti EB/Streymi. KÍ kann fegnast um, at tað eru 15 dystir eftir at spæla ella 45 stig, og tí er einki avgjørt í stríðnum um meistaraheitið enn. KÍ hevur 10 dagar til næsta dyst, tá AB vitjar í Klaksvík.

Lýsing
Seinastu tíðindini
Mjølnir vann lættliga á SÍ í fyrru FM-fi…
Ikki ein óvæntað avgerð
Hesin verður fyribils venjari hjá KÍ
KÍ og Haakon Lunov fara hvør til sítt
Frálík flaggdagsrøða
Fimm prosent møguleiki fyri at KÍ vinnur…
Lands­stýris­maðu­rin lýst svartkjaftakunng…
Lutur Mansins í Fosturtøkuni
Flaggdagshald
USS Albany í Nólsoyarfjørð
Hoydalar til Tjóðpall og Symfoniorkestur
Semjan um tøkugjøld­ini hevur stóran týdn…
Mjølnir og SÍ spæla fyrru FM-finaluna í…
Vei teimum ið kalla ilt gott, og gott il…
Eystanljóð á kórferð í Skotlandi
Pison við kós á Flemish Cap
NEXUM til DM í íverksetan
Myndarøð: KÍ úti av steypakappingini
Triðja KÍ-tapið móti HB áðrenn flaggdagi…
Trý aðalstjórastørv leys at søkja