Lýsing
Lýsing
Lýsing

Tunlarnir norður um fjall

SKRIVAÐ: Landsverk  |  17.07.2020 - 11:13 Tíðindaskriv

UNDANGÓÐKENNING: Í sambandi við bygging av tunlum Norður um Fjall bjóðar Landsverk áhugaðum arbeiðstakarum at søkja um undangóðkenning til at geva tilboð upp á høvuðsarbeiðstøku.

Útbjóðingarháttur
Verkætlanin verður boðin út í høvuðsarbeiðstøku. Útbjóðingin er fevnd av løgtingslóg nr. 106, frá 15. november 1984 um útbjóðing v.m. og løgtingslóg nr. 52, frá 6. mai 2016 um broyting í løgtingslóg um útbjóðing v.m.

ÚTBOÐSTILFAR
Lýsing av verkætlanini
Fyri at dagføra farleiðina millum Klaksvík og Hvannasund, skulu nýggir tunlar gerast frá vegnum omanfyri Ánirnar til Árnafjørð og frá Árnafirið til oman fyri Norðtoftir. 

Fyrri tunnilin (Nýggi Árnafjarðartunnilin) verður umleið 1.900 metrar og seinni tunnilin (Nýggi Hvannasundstunnilin) verður umleið 2.225 metrar. Haraftrat skulu gerast umleið 450 metrar av landsvegi omanfyri Ánirnar, umleið 450 metrar í Árnafirði og umleið 900 metrar oman fyri Norðtoftir. Nýggjar íbindingar skulu eisini gerast oman fyri Ánirnar, til verandi tunlar, í Árnafirði til bygdina og til verandi tunlar og oman fyri Norðtoftir til verandi tunlar. 

Samlaða nýggja vegalongdin verður umleið 6.500 m. Ætlanin er at bjóða arbeiðið út seinni í ár og at byrja arbeiðið seint í í 2020. Verkætlanin er mett at verða liðug í seinasta lagi í 2024-2025.

Tíðarætlanin verður greina nærri í útboðstilfarinum í tilboðsfasuni. 

Byggiharrin hevur ætlanir um, at verkætlanin viðvíkjandi nýggjum tunli Norður um Fjall skal verða við til at menna førleikarnar á landi innan allar fakbólkar innan tunnilsarbeiði og somuleiðis, at verkætlanin skal taka praktikantar. Hesi krøv vera nærri lýst í útboðstilfarinum.

Atgongd fæst til undangóðkenningartilfarið gjøgnum talgilda samskiftispallin hjá Landsverki á:

https://www.ibinder.com/External/EnquiryLink.aspx?id=eghtzhctvd

Lýsing
Seinastu tíðindini
Upptakt: KÍ-SJK
Helgi Jacobsen 90 ár
Mowi Føroyar 30 milliónir í yvirskoti í…
Páll A. Klettskarð: Hesir dystir eru nak…
Magnus Powell: Kanska hendur okkurt áðre…
Oljudálking við Grótrætt
Tvey pør í finalunum í tvímansleiki
Seinasta venjingin undan stórdysti­num í…
Miriam og Rúni í finalunum í einmansleik…
Oyggja­leikavetera­nar hittust á Orkney
Hallur Joensen vitjar Norðlýsið
Framerunning: Fleiri gull og met í Danma…
Kring Eiðisvatn í bakandi sól
Náttúrubingo - kom út í náttúruna í summ…
Bakkafrost: Væntað stórt fall í kursinum…
Jóan Símun Edmundsson um KÍ flyting
Hetta er størsti einstaki dystur hjá KÍ…
Konsert við Disney-hittum á Summar Festi…
Myndarøð: VÍkingur á stórskíggja og G!-f…
Allir badmintonleikararar vunnu allar dy…