Lýsing
Lýsing
Lýsing

Summarskái í Tinghúsgarðinum

SKRIVAÐ: Tíðindaskriv  |  23.07.2020 - 21:30 Mentan Tíðindaskriv

Komið við, tá vit fríggjadagin 24. juli fara at njóta ein seinnapart í Tinghúsgarðinum afturvið góðum mati, lekkrum tónleiki og forvitnisligum marknaði.

Tónleikur
Tað verður eingin annar enn Knút, sum kemur at diska fyri okkum, tá summarskáin verður í Tinghúsgarðinum.

 

Ókeypis kombucha og súrdeiggj
Vit fara at býta út kombucha-scobys og súrdeiggj í Tinghúsgarðinum. Uppskriftirnar til kombucha og súrdeiggj verða eisini á staðnum.

 

Gøtumatur og ísur
Kundi tú hugsað tær ein hotdog við øllum ella bara ein stóran ís við churros? So er tað í Tinghúsgarðin tú skal leita tær. Her fært tú næstan alt.

 

PANCHO POP UP – Heimagjørdir gourmet hotdogs

 

BURGARABILURIN – Obeliksburgarar við visnaðum neytakjøti

 

FISK & KIPS – Dygdarrávørur úr gula matbilinum

 

ÍS – Vælsmakkandi føroyski ísurin, sum verður framleiddur á Vestaru Bryggju

 

BRELL – Nýbrent fyrstaflokks kaffi av Vaglinum

 

ØL – Trý ymisk sløg av øli

 

Umframt alt hetta verður eisini klædnamarknaður í Tinghúsgarðinum.

 

Summarmarknaður í Miðbýnum

 

Kundi tú hugsað tær sirop ella føroysk egg til vikuskiftið? So skal tú leita tær oman í gongugøtuna fríggjadagin 24. juli kl. 15, tá marknaðurin letur upp. Á staðnum verða hesar vørur seldar:


Føroyskar rávørur
- Skerpikjøt, Tjógv, og Bøgir úr Gásadali
- Súltað mairót og súltutoy, te og salt úr hvann
- Pesto, sirop og súltutoy av Sandi
- Egg úr Norðradali
- Fiskur frá Eldborg
- Mortan Johannesen selir fisk niðri í Vágsbotni


Listahandverk
- Vakrar smúkkur
- Ymiskir leirlutir
- Bundnar vørur


Vælvera
- Húðrøkt úr tálg


Tónleikur
- Útgávukonsert við Eli í Tutl kl. 16. Lurtað verður eftir útgávuni, og somuleiðis verður lítil samrøða við Kristian B. og Eli, um hvussu hann smíðar síni løg.


Klædnamarknaður og aðrar forvitnisligar loppur.

 

Summar í Tróndargøtu

 

Upplivið italienskan stemning í Tróndargøtu við góðum suðurlendskum hugna, móta, tónleiki, víni og mati. Soul Made/EINSTAKT, Salong Annika og Víngarðurin hava opið frá kl. 12 til kl. 18.

 

Í hesum sambandi verður gongugøtan stongd fríggjadagin 24. juli frá Sverrisgøtu oman til kioskina hjá Astu frá kl. 12 til kl. 18, og niðari partur av Tróndargøtu frá kl. 11 til kl. 18. Vegurin verður stongdur frá Sverrisgøtu til Niels Winthers gøtu

 

Eingin ferðsla verður á hesum báðum gøtum í nevnda tíðarskeiðnum.

 

 

Lýsing
Seinastu tíðindini
Mjølnir vann lættliga á SÍ í fyrru FM-fi…
Ikki ein óvæntað avgerð
Hesin verður fyribils venjari hjá KÍ
KÍ og Haakon Lunov fara hvør til sítt
Frálík flaggdagsrøða
Fimm prosent møguleiki fyri at KÍ vinnur…
Lands­stýris­maðu­rin lýst svartkjaftakunng…
Lutur Mansins í Fosturtøkuni
Flaggdagshald
USS Albany í Nólsoyarfjørð
Hoydalar til Tjóðpall og Symfoniorkestur
Semjan um tøkugjøld­ini hevur stóran týdn…
Mjølnir og SÍ spæla fyrru FM-finaluna í…
Vei teimum ið kalla ilt gott, og gott il…
Eystanljóð á kórferð í Skotlandi
Pison við kós á Flemish Cap
NEXUM til DM í íverksetan
Myndarøð: KÍ úti av steypakappingini
Triðja KÍ-tapið móti HB áðrenn flaggdagi…
Trý aðalstjórastørv leys at søkja