Lýsing
Lýsing
Lýsing
Hjúnini, Anna-Christine Cath Nikolajsen og Niklas Nikolajsen, júst lend við helikoptara í Klaksvík í 2019 | Mynd: Dávur Winther

Íleggjarar trúgva uppá Niklas

SKRIVAÐ: Jóhann Lützen  |  25.07.2020 - 17:00 Tíðindi Vinna

Niklas Nikolajsen úr Føroyum hevur fingið eina kapitalinnspræning uppá 311 milliónir krónur til sína fyritøku, Bitcoin-Suisse, frá íleggjarum. Við hesum kemur marknaðarvirðið á fyritøkuni upp á 2,1 milliardir. Niklas er klaksvíkingur og av Kjølbro-ættini.

Fyritøkan hevur seinastu árini havt eitt yvirskot uppá 347 milliónir, og sambært Finans upplýsir felagið, at sera stór menning er hend fyrra hálvár í 2020. Niklas sigur, at hendan kapitalinnspræningin váttar, at íleggjarar og marknaðurin hava ”validerað” hansara fyritøku, hvat royndum, atdráttarmegi, strategi og forrætningsætlan viðvíkir, og tað er her, at styrkin hjá fyritøkuni liggur. Innspræningin er ein varði í søguni hjá Bitcoin Suisse.

Í 2011 keypti Niklas bitcoins fyri minni enn 50 cent (amerikonsk cent) stykkið. Hetta var ein sera góð forrætning, tí kursurin streyk upp til 15.000-20.000 amerikanskar dollarar, og tað gjørdi Niklas til millióning. Enntá ”mangemillionær”, sum danir siga. Tvey ár eftir íløguna stovnaði hann so Bitcoin Suisse, sum hann er formaður í í dag.

Fyritøkan hjá Niklasi tekur sær av at hjálpa fólki at gera íløgur í kryptovaluta. Niklas sigur við miðlarnar, at umsetningurin er í milliardaklassanum.

Lýsing
Seinastu tíðindini
Várframsýning hjá Anniku
Kom og hoyr um afturkomu Jesusar – Betes…
Mjølnir vann lættliga á SÍ í fyrru FM-fi…
Ikki ein óvæntað avgerð
Hesin verður fyribils venjari hjá KÍ
KÍ og Haakon Lunov fara hvør til sítt
Frálík flaggdagsrøða
Fimm prosent møguleiki fyri at KÍ vinnur…
Lands­stýris­maðu­rin lýst svartkjaftakunng…
Lutur Mansins í Fosturtøkuni
Flaggdagshald
USS Albany í Nólsoyarfjørð
Hoydalar til Tjóðpall og Symfoniorkestur
Semjan um tøkugjøld­ini hevur stóran týdn…
Mjølnir og SÍ spæla fyrru FM-finaluna í…
Vei teimum ið kalla ilt gott, og gott il…
Eystanljóð á kórferð í Skotlandi
Pison við kós á Flemish Cap
NEXUM til DM í íverksetan
Myndarøð: KÍ úti av steypakappingini