Lýsing
Lýsing
Lýsing

Opin áheitan til býráðslimirnar í Klaksvíkar kommunu

SKRIVAÐ: Íbúgvar í Ánunum  |  27.07.2020 - 11:40 Politikkur Tíðindaskriv Vinna

Vit, borgarar í Ánunum, heita inniliga á býráðslimirnar í Klaksvíkar kommunu um at skipa so fyri, at tað verður livandi hjá íbúgvunum í Ánunum

Gangurin frá Norðhavnini er mangan so ótolandi, at fleiri av okkum ikki fáa sovið við hús og tí javnan mugu flýggja aðrastaðni undan ganginum. Larmurin er so ógvusligur, at sjálvt børnini ikki fáa fulla hvíld um náttina. Børn gremja seg um høvuðpínu og fleiri av teimum vaksnu hava vaml og høgan puls, tá ávís skip liggja inni.

Vit hava øll okkara dagligu uppgávur at røkja við arbeiði og skúla. Á Edmundstrøð húsast eisini arbeiðspláss við starvsfólki, sum somuleiðis ávirkast av ganginum. Vit eru fleiri, sum merkja, at hetta gongur útyvir bæði heilsu og arbeiði.

Í løgtingslóg um skynsamiliga bygging stendur í § 1, stk. 2, at ”bygningar skulu byggjast, so at teir í mun til heilsu-, trygdar- og umhvørvisviðurskifti lúka lógásett krøv og fyrisett mál, sum eru heimilað sambært byggilógini og lóggávuni annars.” Vit vilja vísa á, at húsini í Ánunum lúka treytirnar í lógini, men at heilsa okkara er hótt uttanífrá.

Vit leggja dent á, at fyri okkum er gangurin frá ávísum skipum álvarsligur heilsuvandi.

Les áheitanina til býráðslimirnar her. 

 

Ánirnar 23. juli 2020

Lýsing
Seinastu tíðindini
Seinastu strokini
Nýggj duet útgáva Kristina Bærendsen og…
Røða: Flaggdagsrøða løgmans í Fámjin
Nu gælder det om at stå sammen om KÍ; sp…
Várframsýning hjá Anniku
Kom og hoyr um afturkomu Jesusar – Betes…
Mjølnir vann lættliga á SÍ í fyrru FM-fi…
Ikki ein óvæntað avgerð
Hesin verður fyribils venjari hjá KÍ
KÍ og Haakon Lunov fara hvør til sítt
Frálík flaggdagsrøða
Fimm prosent møguleiki fyri at KÍ vinnur…
Lands­stýris­maðu­rin lýst svartkjaftakunng…
Lutur Mansins í Fosturtøkuni
Flaggdagshald
USS Albany í Nólsoyarfjørð
Hoydalar til Tjóðpall og Symfoniorkestur
Semjan um tøkugjøld­ini hevur stóran týdn…
Mjølnir og SÍ spæla fyrru FM-finaluna í…
Vei teimum ið kalla ilt gott, og gott il…