Lýsing
Lýsing
Lýsing
Føroyar fara at fáa fíggjarligt hall í ár, men løgmaður sá kortini bjart uppá framtíðina. | Mynd: Kringvarp Føroya.

Ólavsøkurøða løgmans samankókað

SKRIVAÐ: Jóhann Lützen  |  29.07.2020 - 16:21 Politikkur Tíðindi

Bárður á Steig Nielsen helt í dag sína fyrstu ólavsøkurøðu. Sum væntað fylti Coronasmittan og avleiddu ringvirkningarnir heilt fitt í henni. Men í røðuni vóru eisini góð tíðindi fyri pensionistar, fyri kvinnur, fyri ávísar sjúklingar, og fyri tey, ið brúka landsvegakervið. Av teimum meira kontroversiellu tingunum, ið vórðu umrødd, kunnu nevnast SEV, ferðavinnan og almennar nevndir, umframt dagføring av ríkisfelagsskapinum og viðurskiftunum við ES. Her er ein samanumtøka av ólavsøkurøðuni.

Sum tilskilað í Stýrisskipanarlógini setti Jógvan á Lakjuni, løgtingsformaður, fyrsta tingfundin í 2. tingsetuni hjá hesum Løgtinginum. Eftir eina stutta vælkomu frá honum fekk løgmaður orðið, og hann var í bókmentaliga horninum við at sitera Mikkjal á Ryggi, áðrenn komið var inn á álvarsomu støðuna við smittuni. Boðskapurin var, at Føroyar hava eitt sterkt og sunt vinnulív og ein búskap, ið er væl fyri, og tað fer at gera, at vit fara at koma burturúr kreppuni.

Hall verður á fíggjarlógini, staðfesti løgmaður, og tað fer at viðføra, at minni populérar avgerðir mugu takast. Landsstýrið heldur fast um íløgurnar kring landið, men ætlanin er at privatisera almenn partafeløg og javnseta alment og privat, har tað er kapping, eins og tað privata skal yvirtaka onkrar uppgávur, sum í dag eru almennar. Almennar nevndir og ráð skulu eftirhyggjast, summi skulu umskipast og onnur skulu avtakast.

Í røðuni kom leingi væntaða og nógv eftirlýsta viðgerðartrygdin hjá Sambandsflokkinum á skrá. Landsstýrið fer í samstarv við Novo Nordisk, og 15-35-ára gomul fáa eina royndarskipan við ókeypis sálarfrøðiliga hjálp. Endurvenjingartilboð eru á veg til Parkinson-sjúklingar, og ADHD-sjúklingar skulu ikki bíða longri enn 3 mánaðir. Eisini verður tíðarskeiðið fyri sjúkradagpening longt til teirra, ið hava mist arbeiðsførleikarnar fyribils.

Uppskot kemur í heyst um ferðavinnu og gongd í haga. Hetta verður partvís gjørt fyri at hjálpa ferðavinnuni, sum hevur fingið eitt rættiligt bakkast í ár. Reglur skulu gerast fyri gongd í haga og fyri gjøld, ið skulu koma teimum í økjunum, sum ferðavinnan gongur út yvir, til góðar. Meira pengar verða settir av til landsveganetið, serliga til viðlíkahald, og ein raðfestingarlisti fer at verða gjørdur yvir vegastrekki, ið skulu bøtast.

Netparturin hjá SEV skal skiljast frá restini av SEV, segði løgmaður í eini heilt stuttari viðmerking um tað, uttan at útgreina tað nærri, og løgmaður umrøddi eisini bara heilt stutt nýggju sjófeingislógina, har hann fegnaðist um, at fiskivinnan gjørdi stórar íløgur í nýggj skip, serliga tí at hesi eru reinari og betri fyri umhvørvið.

Nýggja sjófeingislógin hevur verið eitt risa-framstig, segði løgmaður, og tað hevur longu viðført íløgur fyri knappar 2 milliardir. Løgmaður umrøddi skatting av sølu av loyvum, og segði at næsta stigið verður at áseta veiðigjald, ið eftir ætlan skal fáa virknað frá 2021.

Á bústaðarpolitiska økinum verður hildið fast um, at alment og privat skulu javnsetast, tó ikki í økjum í landinum, har grundarlag ikki er fyri kapping, og løgmaður tók aftur í bústaðarpakkan hjá landsstýriskvinnuni í almannamálum. Her varð onki nýtt at hoyra, tó at løgmaður ynskti, at pensiónsfeløgini og bankar komu meira aktivt við inn á føroyska bústaðarmarknaðin.

Altjóðapolitiskt fer Landsstýrið í heyst at leggja fram eina nýggja arktiska strategi, har tað verður undirstrikað, at Føroyar eru partur av Vesturheiminum, nú viðurskiftini millum eystur og vestur verða alsamt meira spent. Løgmaður og landsstýrið fara at dagføra viðurskiftini við ES, eins og við ríkisfelagsskapin, ið skulu staðfesta leiklutin hjá Føroyum sum vesturheimsland. Broytingarnar í ríkisrættarviðurskiftunum skulu millum annað hava við sær, at føroyingar fara at fáa CPR-nummar, ið serliga skal lætta um hjá lesandi og sjúklingum.

Góð tíðindi vóru at hoyra fyri kvinnur og tey, ið ynskja javnstøðu. Stýrisskipanarlógin fer at verða dagførd, har millum annað starvsheitið løgtingsmaður og landsstýrismaður verða broytt, soleiðis at kvinnur ikki longur skulu eita -maður.

Umframt hetta lovaði løgmaður, at pensionistar frá ársskiftinum til 2021 fáa 1.000 krónur meira um mánaðin, enn teir fingu við ársbyrjan 2019.

Lýsing
Seinastu tíðindini
Løgmaður helt røðu fyri U21-hetjunum
Metstórar skatta­rætt­ingar í 2024
Føroyskir triatletar luttikið í kappingu…
Søgan um Merle Haggard (5:9)
Vinn atgongumerki til Summar­festivalin
Bústaðarmarknaðu­rin kókar og føroyingu…
Julian vitjar Norðlýsið
Integratións­lógin sett í gildi
Hvat við at spara innan kleyvarskap?
Sethúsaprísirnir halda áfram at hækka
Lions og list á ólavsøku
Føroyskir audiologopedar hava stovnað áh…
Ein dýrabar løta við mentan, mati og sam…
Kostnaðu­rin av at reka vinnu má takast í…
Nýggja stuðuls­skipanin til gransking, me…
Parasport Føroyar og Atlantic Airways lo…
Signar syngur við
Málningar á Laksatorginum
Laksatorgið 2025 – Ein uppliving fyri al…
Sokallaða tjóðarsemjan