Lýsing
Lýsing
Lýsing
Lýsing

Tá ið løgmaður neyðtók Mikkjal á Ryggi

SKRIVAÐ: Árni Dahl  |  31.07.2020 - 08:31 Lesarabrøv Politikkur

Eitt av nýggju fyribrigdunum, sum okkara tíð hevur borið okkum, er starvið sum røðuskrivari.

Okkara fremstu politikarar, sum t.d. løgmaður,  eru at vísa seg ikki so frægt at sær komnir, at teir duga at skriva eina røðu.

Og tá er røðuskrivarin tøkur, tí hann hevur lært, hvussu ein boðskapur skal orðast, so hann glíður væl niður hjá fjøldini, sum politikararnir munnu halda vera býtta.

Ofta verður leitað í bókmentasøguna eftir einum tráði, og í ár stóð Mikkjal á Ryggi fyri skotum.

Hóast tað kann tykjast at vera eitt sindur bersøgið sagt, so er henda røðuskriving eitt slag av søgufalsan, tí hóast røðan kann sita væl, so er als eingin vissa um, at tann, sum verður brúktur til at skapa ryggin í røðuni, yvirhøvur hevði tikið undir við tí politiska boðskapi, sum røðuskrivarin vil hava fjøldina at gloypa.

Tak nú løgmansrøðuna í 2020, har ið Mikkjal á Ryggi verður neyðtikin.

Løgmaður hevur ikki skrivað røðuna, men hann hevur ábyrgdina av henni.

Mikkjal á Ryggi var føddur í 1879 í Miðvági.

Sjálvsagt vita vit einki um, hvørja støðu hann hevði havt til, at ein meirluti á løgtingi lóggav rættindini hjá tjóðini til fiskiríkidømið niður í lummarnar á einum fimm reiðarum – strámonnum ella ikki strámonnum hjá útlendskum fyritøkum.

Ella at tað, sum felagsskapurin eigur, skal  avreiðast til onkran privatan.

Ella at vit skulu avreiða okkum til ES fyri pening til tey fáu.

Ella at okkara persónsupplýsingar skulu avreiðast til stórkapitalin.

Ella at vit skulu leggja okkum á búkin fyri dønum, tá ið um trygdarpolitikk ræður.

Tá ið Mikkjal vaks til mans, mundu hetta ikki vera spurningar, sum uppi vóru í kjakinum yvirhøvur.

Hví skal hann so neyðtakast fyri opnari mikrofon?

Eitt vita vit tó við vissu: Hann var hugtikin av tjóðskaparrørsluni.

26 ára gamal, í 1906, yrkti hann m.a. soleiðis:

“Sólin roðar á tindum,

hon rennur úr havi brátt,

føroyingar ganga í blindum,

skilja ei nón frá nátt.

 

Sólin stígur úr havi,

hon boðar ein nýggjan dag –

til dáð ella deyð? Gud gævi,

at føroyingar ansaðu tað.”

 

Tá var hesin 26 ára gamli unglingi  so smæðin, at hann ikki hættaði sær at seta navn undir. “Gunnleygur” stóð undir  yrkingini.

 

Blaðstjórin á “Tingakrossi”, Kristin í Geil, var so hugtikin og eggjaður av hesi yrkingini, at hann setti hesa heilsan í blaðið:

 

“Heilur og sælur, Gunnleygur!

Nú tørvast skaldaljóð.

Latið kvæðið dirvismikla

hita Førings blóð.

 

Ómyndingar og øvundardýr

stjala burt merg og mátt.

Blás í hornið, Gunnleygur!

Blás sterkan og frían tátt.”

 

Mikkjal doyði í 1956.

Hann hevur tískil hvílt undir flagi í skjótt 65 ár.

Er nøkur orsøk til, at hesin merkismaður skuldi verða neyðtikin av einum sambandsløgmanni sjálvan ólavsøkudag í 2020?

 

Árni Dahl

 

Lýsing
Seinastu tíðindini
Myndarøð: Talvkapping á Norð­oyastevnu
Norð­oyastevnan í Varpinum
Jákup Pauli Johansen 50 ára starvsdag á…
Veðrið á Norð­oyastevnu
Heilivágs­ráðið farið til verka
Kular Røtur: Eg vil ikki í skúla
- Vit spyrja hinar spurningar­nar!
Blaðið er komið
Einans tríggjar sýningar aftrat av Norðo…
Norð­oyastevnuróðu­rin 90 ár
Gallarí Á Stongunum
Norð­oyastevnu­konsertin hjá Klaksvíkar Ho…
Norð­oyastevnu­framsýning
Ferðslan á norð­oyastevnu
Norð­oyastevnuskráin fríggja­dagin
Býarkoyring fríggja­dagin 29. mai
Skýlisklettur 2.500 pund
- At verða mentanar­hús í miðbýnum, tað f…
- Fólk vilja gjarna fara í føroysk klæði…
Føroyar ein Maritimur Tænastudepil
Lýsing