Lýsing
Lýsing
Lýsing

Nýtt videobrot um angist

SKRIVAÐ: Soli Deo Gloria, Klaksvík  |  03.08.2020 - 09:06 Tíðindaskriv

Í gjár legði samkoman Soli Deo Gloria fýra stutt videobrot um angist út. Endamálið við brotunum er, at vera við til at fólk fáa eina sunna sálarheilsu.

Sálarheilsan hevur seinnu árini verið undir trýsti, og hetta er serliga galdandi, tá ið vit tosa um ung. Árið í ár við koronaavmarkingum og ótta hevur ikki gjørt hesa støðuna betur. Tí hevur samkoman heitt á Lavanyu Dua, sum er lækni og prestur í Equippers Church, London um at framleiða nøkur stutt videobrot fyri samkomuna. Hesi videobrot venda sær til øll! Eitt er serliga ætlað ungum og eitt annað er serliga ætlað foreldrum. Men øll kunnu fáa gagn av at síggja øll brotini.

Ætlanin var annars at Lavanya Dua skuldi vitja samkomuna í mai, har hon skuldi undirvísa samkomuni og hava ein dag fyri heilsu- og umsorganarstarvsfólk í Føroyum. Men hetta bleiv forðað av Korona, og tí vóna vit, at Lavanya kann koma til Føroyar komandi ár.

Vit vóna, at videobrotini vera til kunning, hjálp og signing fyri mong.

Videobrotini síggjast á facebooksíðuni hjá Soli Deo Gloria, Klaksvík, á youtube profilinum: SDG media og á www.sdg.fo



Lýsing
Seinastu tíðindini
HM byrjar í kvøld, og eitt lítið oyg…
Føroya Bjór: Sigfríður Venned 40 ára sta…
Lands­nevndin hjá SU er skipað!
Ótrúliga søgan um 10-talið
Líðhamar inni við góðum 20.000 pundum
- Ronaldo má á bonkin hjá Portugal
Klaksvíkar kommuna – helst heimsins stør…
Petur Reinert vitjar Norðlýsið
Óvissa um framtíð­ina hjá Sjónámi í Klaks…
Fráfaringarløta fyri Mariannu Skarðenni…
Summar­blaðið í gerð
Vónarljós siglur heim
Brekumboðið á ST ráðstevnu í New York
Várkonsertir­nar í Klaksvíkar Tónlistaskú…
- Uruguay er ein outside'ari
Meinhardt Joensen vitjar Norðlýsið
Rudda byggiplássið frammanfyri Varpið
Team Klaksvík gjørt sáttmála við málmann…
Gadus siglir heim
20 ára hátíðarhald á Listasavni­num á San…