Lýsing
Lýsing
Lýsing
Lýsing
Aðalorðaskiftið verður drúgvt, segði tingformaðurin, og heldur fram í morgin. Á myndini hevur Jacob Vestergaard úr Fólkaflokkinum orðið. | Mynd: Heimasíðan hjá Løgtingum.

Løgmansrøðan verður vigað

SKRIVAÐ: Jóhann Lützen  |  03.08.2020 - 16:04 Politikkur Tíðindi

Undir aðalorðaskiftinum av ólavsøkurøðu løgmans í Løgtinginum í dag var andstøðan ikki óvæntað ímóti tí mesta. Men eisini Fólkaflokkurin hevur víst tenn; men fyri hann er tað meira uppskotið hjá Helga Abrahamsen, landsstýrismanni í vinnumálum, sum fær tummilin niður. Hinvegin fær tað óvæntaðan stuðul frá Framsókn. Orðaskiftið hevur eisini snúð seg um gongd í haga, um kommunusamanlegging, um fiskivinnuna, og um SEV. Men eisini vildi ein fólkafloksmaður hava, at tunnilsfeløgini vórðu løgd saman í eitt felag.

Undanfarni løgmaður, Aksel V. Johannesen, hevur umboðandi Javnaðarflokkin boðað frá, at hann tekur valla undir við at lata Bústaðir byggja tað nýggja barnaheimið. Hann sigur at hetta er fjala eina útreiðslu, sum eigur at síggjast á løgtingsfíggjarlógini. Men so segði hann eisini, at tað ikki var ábyrgdarfullur fíggjarpolitikkur at tyngja landskassan við eini útreiðslu sum hesi. So tað er ikki heilt greitt, hvat Javnaðarflokkurin vil hava í staðin.

Framsókn fyri, Fólkaflokkurin ímóti

Heldur óvæntað var tað kanska, tá Ruth Vang, umboðandi Framsókn, boðaði frá, at hennara flokkur ikki bara tekur undir við at tað skal vera ókeypis at ganga í føroysku hagunum, men eisini, at útlendingar eru vælkomnir at fylgjast við føroyingum, eisini ókeypis. Í tí stóra og heila tók forkvinnan í Framsókn undir við øllum tí, sum Helgi Abrahamsen hevur fráboðað, eisini partinum, har bøndur skulu hava rætt til at steingja hagar ávísar tíðir.

Men samgonguflokkurin hjá løgmanni og vinnumálaráðharranum, Fólkaflokkurin, vendi tumlinum niður. Brandur Sandoy segði, at Fólkaflokkurin tók neyvan undir við uppskotinum, sum tað fyriliggur, tí tað er at gera seg inn á ognarrættin hjá bóndunum. Tað bleiv eisini nevnt undir viðgerðini, at best hevði verið at fingið eina semju um loysn við Jarðir, og hetta samsvarar við tað, sum Jørgen Niclasen, formaður í Fólkaflokkinum, segði í útvarpinum í gjár.

Gomul kjak uppi at venda aftur

Undir aðalorðaskiftinum vóru fleiri gomul mál, sum framvegis ikki eru loyst, uppi aftur at venda. Privatisering av almennum partafeløgum var eitt, og har avsannaði løgmaður yvirfyri Kringvarpinum fyrr í dag, at Atlantic Airways var millum tey, ið skuldu einskiljast. Men framvegis er ikki greitt, hvørji partafeløg talan so verður um. Somuleiðis varð komið inn á gamla spurningin um kommunusamanlegging.

Christian F. Andreassen, tingmaður fyri Fólkaflokkin, rósti annars røðuni hjá løgmanni og segði hana vera savnandi. Hann var serliga fegin um, at loysn er komin fyri fiskivinnuna, og at tíð og orka nú verður frígivin til onnur ting. Tilfeingisgjaldið skal ikki hækka, tí tað var longu nóg høgt, og helt heldur speiskliga fyri, at makrelur og laksur ikki skuldu fíggja tær vaksandi almennu útreiðslurnar.

Tað var eisini Christian F. Andreasen, ið segði, at tunnilsfeløgini – her meinti hann við undirsjóvartunnilsfeløgini – skuldi leggjast saman í eitt felag. Hann tók tó neyðuga fyrivarnið og segði, at hetta bert var hansara persónliga meining. Áður hevur Jørgen Niclasen, formaður, sagt, at tað ikki kemur uppá tal.

SEV fekk góða rúmd

Størsta óvissan, sum varð umrødd, var helst framtíðin hjá SEV. Fólkaflokkurin var heitur fyri at lata onnur koma framat við at skilja framleiðslunetið frá restini av SEV, men tað sum tey flestu fýltust á, var, at hetta var at taka SEV, ella part av SEV, frá eigarunum, ið eru kommunurnar. Hetta málið fer uttan iva at fylla nógv í kjakinum komandi dagarnar.

Lýsing
Seinastu tíðindini
Upphav kring landið
Gongur móti ljósari tíðum
Nógvir KÍ-leikarar á lands­liðnum
Nú skulu stóru sløgini standa
Theresa hugleiðir um ferða­vinnu­dagin
Hugnakvøld í Skálanum
Eitt uppercut til Kringvarpið!
Vinstri og Sambands­flokku­rin: Fíggja Suð…
Torraskráin mánadagin
Mjølnir kvinnur eru tryggjaðar FM finalu…
Eyðun Nolsøe á Summar Festivalin
Eftirlýsing: Hesir lutaseðlavinnarar­nir…
Slógu pott og tunnu í Dansistovuni
KÍ vann 1-0 í Sørvági
Listaframsýn­ingar á Torradøgunum
Samsvar má vera millum ábyrgd og ræðisræ…
Torradagar­nir byrja í morgin
Tussj: - Kvinnur og menn eru sera ymisk…
Veðrið í vikuni
KÍ spælir í Sørvági í dag
Lýsing