Lýsing
Lýsing
Lýsing
Høgni Hoydal, formaður í Tjóðveldi, var m.a. ikki fegin um tað, samgongan ætlar at gera viðvíkjandi SEV. | Mynd: Heimasíðan hjá Løgtingum.

Ónøgd um privatiseringar og SEV

SKRIVAÐ: Jóhann Lützen  |  04.08.2020 - 17:34 Politikkur Tíðindi

Privatiseringar settu sín dám á aðalorðaskiftið um ólavsøkurøðu løgmans, sum nú er á 2. degi. Johan Dahl, tingmaður fyri Sambandsflokkin og harvið fyri samgonguna, er ikki heitur fyri at einskilja Føroya Tele. Aðalorðaskiftið byrjaði í gjár og var merkt av, at tingfólk høvdu uppbrúkt tað mesta av krútinum tá. Talan var ikki um nakað lívligt kjak. Her hava vit eina samanumtøku.

Fyrrapartin vórðu umrøddar privatiseringar av almennum partafeløgum, og orðaskiftið kom rættiliga skjótt inn á Føroya Tele. Her var Johan Dahl ikki heilt álvuligur, og samanbar telesamskifti við flogferðslu, tá tað kom til týdningin av tí sum undirstøðukervi. Hinvegin segði hann seg ongar trupulleikar hava av tí, um landið seldi sín part av Smyril Line, og hann var eisini positivur fyri møguleikanum at selja Bank Nordik.

Johan Dahl slapp heldur ikki undan skotum um hansara leiklut í Huawei. Bjarni Hammer helt speiskliga fyri, at tað at Huawei var vrakað sum veitari til 5G hevði sítt at siga fyri, at samgongan nú ynskir at privatisera Føroya Tele. Eisini bleiv sagt, at endamálið bert var at minka um undirskotið, sum sambært øllum sólarmerkjum fer at vera á fíggjarlógini í heyst. Eftir øllum at døma var Javnaðarflokkurin ikki fyri eini privatisering av almennu telefyritøkuni.

Høgni Hoydal, tingmaður og formaður fyri Tjóðveldi, nevndi, at samgongan hevði ætlanir um at privatisera SEV, men hetta var Magnus Rasmussen, tingmaður fyri Sambandsflokkin, skjótur at avsanna. Talan fór ikki at vera um at privatisera elfelagið. Ein kann siga, at Magnus Rasmussen í dag hevði leiklutin at verja løgmann og samgonguna ímóti skotum frá andstøðuni, í øllum førum tá tað kom til ætlanirnar um at skilja netpartin frá restini av SEV.

Sum heild var aðalorðaskiftið í dag ikki so lívligt sum í gjár. Sum skilst á fleiri portalum, so hava fleiri tingfólk í staðin lagt lesarabrøv út, summi teirra við støði í tí, tey førdu fram á tingsins røðarapalli í gjár. Sum nevnt fyltu privatiseringar og at skilja netið frá SEV heilt nógv í dagsins aðalorðaskifti, men eisini varð komið inn á bústaðarpolitikkin hjá landsstýrinum og serstakliga leiklutin hjá Bústøðum í hesum sambandi.

Samferðslan millum oyggjarnar, serliga sjóvegis, fekk eisini rúmd í aðalorðaskiftinum. Ikki øll eru álvulig við tað, sum landsstýrið hevur róð fram undir um at útveita ávísar oyggjaleiðir. Mykinesfarleiðin er nevnd sum ein fyrimynd, men eitt nú hevur Útoyggjafelagið gjørt vart við, at tey stúra fyri, hvat hendir, um varslaðu útveitingarnar av Fugloyar- og Svínoyarfarleiðini og Kallsoyarfarleiðini verða til nakað. Orðaskiftið um samferðsluna var annars einamest av yvirskipaðum slagi og ikki so ítøkiligt.

Komið varð inn á tað, sum løgmaður segði um gongd í haga. Hetta málið vísti seg at gerast eitt tað mest kontroversiella av teimum, ið vóru til viðgerðar, ikki minst úti í almenninginum. Har hava bøndur víst sína ónøgd, meðan Hagafelagið stuðlar uppskotinum. Og í samgonguni tók samgonguflokkurin Fólkaflokkurin kaldliga ímóti tí, serliga Jørgen Niclasen og Brandur Sandoy, meðan Framsókn, serliga forkvinnan Ruth Vang, tók væl ímóti tí.

Tingfólk megnaðu sum heild væl at halda seg til evnið í dag, burtursæð frá einstøkum ”stikkpillarum” millum samgongu og andstøðu. Men samanumtikið vóru løgtingslimirnir siðiligir, lurtaðu eftir hvørjum øðrum og tóku til sín. Nakað sum bendi á, at teir høvdu brúkt tað mesta av partapolitiska krútinum í gjár.

Lýsing
Seinastu tíðindini
50 ár síðan Reyðu Khmerdrápini
Verja og visiónir
Eina stóð ph.d.-verjuna væl og virðiliga
Grant er í Klaksvík hvønn dag
Landið má leggja trýst á kommunur
Mjølnir enda á heimavølli
Sáttmáli undirskrivaður um lækna­miðstøði…
Aðalfundur verið í Íverksetara­húsinum
Methøg søla av elorku og methøg framleið…
Virkið vár byrjar og endar við renning
33 nýggjar íbúðir á Argjum
Havsbrún í Fuglafirði - 365 dagar uttan…
Útróðurin hevur ongan góðan í tinginum o…
Skíggjanýtsla og antibiotika ovast á dag…
Fiskimála­ráð­har­rin tekur og gevur
Rannvá Dahl vart ph.d. á Københavns Univ…
Kent ”Kenno” Petersen í Varpinum
Stjørnan hevur aðalfund
Nógv tann størsta stoypingin í Norðoyggj…
Heðin Kambsdal sýnir fram í Gamla Seglhú…