Lýsing
Lýsing
Lýsing

Til lukku Bárður

SKRIVAÐ: Bjarni Hammer, Javnaðarflokkurin  |  06.08.2020 - 08:17 Politikkur Tíðindaskriv

Til lukku Bárður, til lukku. Tit valdu pengar fram um fólk, útlendingar fram um føroyingar, og tað eydnaðist tykkum at fáa smittuna aftur til Føroyar. Í einum væltilrættaløgdum samanspæli við borgarstjóran í Tórshavnar kommunu

Vit vistu øll, hvat fór at henda, tá landamørkini aftur vórðu latin upp á víðan vegg. Og tá borgarstjórin bjóðaði øllum hjartaliga vælkomnum á ólavsøku. Ávaringarnar vóru greiðar um, hvat fór at henda, men tíverri løgdu tey líka í, hvat føroyingar ynskja og vilja.

Útgangsstøðið var, at vit skuldu hava álit og ongar treytir. Og tað vóru vit fleiri, sum ávaraðu um. Sjálvur skrivaði eg eitt lesarabræv síðst í apríl mánaði, har eg vísti á, at tilmælis-landsstýrið mátti skifta kós og leggja fram uppskot um tvungið sóttarhald til øll, sum koma til landið. Tað haldi eg framvegis. Um vit og útlendingar ikki kundu ferðast aftur og fram akkurát, sum vit vildu, so kundu vit púra fræls hildið ólavsøku. Men ferðavinnan mátti endiliga ikki missa ov nógv.

Ístaðin missa vit aftur frælsið. Gomul og sjúk mugu aftur halda seg heima og avmarka alla vitjan. Og sosial samvera skal vera minimal. 

Vit vilja liva frítt í Føroyum. Vit vilja ferðast í egnum landi. Vit vilja vitja og vera um okkara nærmastu. Okkara gomlu og sjúku. 

Men henda samgongan velur pengar fram um fólk og útlendingar fram um føroyingar. Tað vistu vit tíverri. Og nú betala vit aftur prísin.

Bjarni Hammer, Javnaðarflokkurin

 

Lýsing
Seinastu tíðindini
Hvat er ætlanin við Ídni?
Jenis spyr lands­stýrismannin um framtíði…
Reisigildi uppi á Deild í Mikladali
Johnny er formaður í grønlendsku Nýskipa…
Páll Müller satsar uppá hondbóltin
KÍ skal spæla móti FC Atert Bissen
Sí lutakastið her
Sesilia Biskopstø gjørdist fyrsta pisan…
Norðlýsið fylgir við lutakasti­num beinle…
Beinleiðis spurnarkapping á Norð­lýsi­num…
Tummas Lervig vitjar Norðlýsið
Hvat er ætlanin við pisshúsi­num?
Hjartans tøkk
100 pund uppá stampin
Hesum sjey liðunum kann KÍ møta
Broyting í byggisamtykt­ini fyri økið Upp…
Trivnaðar­nevndin vitjar eitt fosturheim
Løgmaður á vitjan hjá Føroya Politi
Fátækraváði, mótrokning og tóm lyfti
Sílið og Fípan Fagra hava langar sigursr…