Lýsing
Lýsing
Lýsing

Maverick Barr letur uppaftur klokkan 18:00 í kvøld

SKRIVAÐ: Jóhann Lützen  |  06.08.2020 - 14:59 Politikkur Tíðindi Vinna

Eg havi boðað frá, at stongja skeinkistøðini í Tórshavn ikki, so stongja vit heldur ikki, sigur Símun á Høvdanum sum eigur Maverick Barr

Í grein á Norðoyaportalinum skrivar Símun á Høvdanum soleiðis

Tað frættist at skeinkistøðini í Tórshavn ikki lata aftur og tískil lata vit Maverick Barr uppaftur í kvøld klokkan 18:00.

Tað kann ikki vera rætt, at vit í Norðoyggjum halda tilmælini og tey skíta á tilmælini í Tórshavn. Vit stongdu Maverick tann 12. mars og lótu uppaftur 1. mai, ímeðan øll skeinkistøðini í Tórshavn høvdu opið og tað gongur ikki hesaferð.Fólk kunnu blíva smittaði allastaðni, eitt nú í Bónus, Føroya Keypssamtøku, Inn, Magn, Effo, Mylnuhúsinum, Sornhúsinum, Apotekinum, Rúsuni og ein kann blíva við at nevna, hvar ein kann blíva smittaður, men vit skulu stongja og øll hini hava opið, tað gongur ikki hesaferð.

Løgmaður nevndi bert eitt vinnuøkið, sum hann tilmælti skuldi stongja og tað vóru skeinkistøðini, men landsstýrismaðurin í umhvørvis- og vinnumálum ætlar ikki at stongja skeinkistøðini sambært In.Fo og tískil letur Maverick Barr uppaftur klokkan 18:00 í dag.

Vit síggjast í Maverick, har vit fara at hyggja eftir EB/Streym – KÍ klokkan 19:00. Koyr á KÍ.

Stongja hinu skeinkistøðini, so stongja vit eisini Maverick Barr, tit frættað meira á News.fo og Norðoya Portalinum.

Lýsing
Seinastu tíðindini
ABC fara til forhandl­ingar í morgin
Hópfígging til telduspælið Beyond the Py…
Fyrsti heimadystur hjá KÍ-kvinnum
KÍ-arnir fingu høvuðsleiklutir í San Mar…
Sjálvstýris­flokku­rin hevur djúpar røtur…
Páska­stevna í Eysturoynni
Hesir byrja ímóti San Marino
Bjargingarbátur rekur til Føroya  
Fólka­floksháborgin er á Viðareiði, Miðfl…
Nýggja forkvinnan í MEGD ynskir samstarv
Beinir kann aftur gerast yngstur – so nó…
Høgni stórur FM favorittur
Skeið innan spreingitøkni styrkir trygd…
Eftirbátu­rin, ið dragnar
Deyðbóltsstøða avgjørdi í Sveis
Earth Hour í Klaksvík
Jákup og Dávid byrja inni í kvøld
Soleiðis eru ymisku økini í landinum umb…
Javnaðar­flokku­rin tapti Havnina
Aðalfundur hjá Landsfelag Pensjónista