Lýsing
Lýsing
Lýsing
Mynd: Fólkakirkjan

Hví reingir hann sannleikan?

SKRIVAÐ: Jenis av Rana  |  07.08.2020 - 21:39 Politikkur Tíðindaskriv

Fyrst bar Høgni Hoydal rong tíðindi um fundin við Carlu Sands, ein fund, sum hann ikki tók lut í. Nú ber hann rong tíðindi um eina samrøðu í Kringvarpinum í gjár, eina samrøðu, sum allir føroyingar uttan trupulleika kunnu faktatjekka.

Her niðanfyri endurgevi eg 3 brot úr tí, ið veruliga varð sagt í Kringvarpinum, síðani tað, Høgni sigur varð sagt. Á hendan hátt kann tú sjálv(ur) døma trúvirði í tí, sum tjóðveldisformaðurin borðreiðir fyri okkum:

 

Dømi 1

Brotið úr samrøðuni í Kringvarpinum: “hon (Tine Bramsen) ringdi um nakað, sum hevur verið frammi í føroyskum miðlum fyrr, tað, at tey ynskja at seta  ein nýggjan radara upp á Sornfelli”

Høgni broyir tað til: “Landsstýrismaðurin fortaldi Føroya fólki, at danski verjumálaráðharrin, Tine Bramsen, hevði ringt til hansara í morgun og givið boð um, at Danmark fer at seta ein hernaðarligan radara upp í Føroyum”.

Her broytir Høgni Hoydal snildisliga ”ynski hennara” til at hon ”hevði givið boð”.

 

Dømi 2

Brotið úr samrøðuni í Kringvarpinum: ”men so nevndi hon, at….okur (føroyingar) fáa møguleika fyri at fáa upplýsingar burturúr honum (radaranum), og hon nevndi sjálv viðvíkjandi fiskarí, altso hvis tað var illgruni kanska um okkurt, sum ikki var í lagi, sum gekk fyri seg innanfyri fiskimarkið hjá okun”….

Hetta broyir Høgni til: ”Landsstýrismaðurin tóktist sera fegin um hesi harraboð úr Danmark. Hann segði seg millum annað hava spurt Tine Bramsen, um vit føroyingar ikki eisini onkuntíð kundu sleppa at síggja okkurt á hesum hernaðarliga radaranum – til dømis okkurt um fiskarí (!)”.

Her sigur Høgni Hoydal landsstýrismannin ”tykjast fegnan um hesi harraboð” (sum altso ongi boð vóru, men eitt ynski). Síðani reingir hann veruleikan og sigur, at landsstýrismaðurin ”segði seg millum annað hava spurt Tine Bramsen” hóast tíðindini klárt endurgóvu Tine Bramsen fyri sjálva at hava borið hetta fram.

 

Dømi 3

Tað, ið sagt var í samrøðuni við Kringvarpið: …”fyrst og fremst so skulu okur tosað um tað her heima í Føroyum. Je lurtaði eftir henni…. og segði henni at je fór at tosa við mítt politiska bakland í landsstýrinum og í løgtinginum og so fóru okur at tosa saman aftur”…

Hetta broyir Høgni til:  ”Men nú fegnast landsstýrið um, at Danmark aftur vil seta hernaðarradara upp í Føroyum”.

Her leggur hann landsstýrið undir at fegnast um radaran, hóast tað í samrøðuni greitt verður sagt, at eg als ikki havi tosað við landsstýrið og Løgingið, men fari at tosa við tey.

 

Sera ódámlig og óvirðilig framferð má sigast!

 

Lýsing
Seinastu tíðindini
Veðrið um vikuskiftið
Partalagsfundur millum Føroyar og USA hi…
Føroyar vann 3-2 á Georgia
Mai 2026 – miðal heitur og eitt sindur t…
Flogbóltsmenni­nir vunnu á Norð­urírlandi
Nevndin í Stjørnuni hevur skipað seg
Fullveldis­politikkur og vantandi viðlíka…
Skulu skapa fleiri kjansir
Knit in Public - Klaksvík
Tá menn gerast pápar, broytist meira enn…
Frits í stýrhúsrúti­num á Lisshøvda undir…
Menniskjansligt ríkidømi
Oljuleiting her og nú!
Effo byggir Føroya størstu orkugoymslu
Felagið Føroysk Bygdarsøvn
Stjørnan styrkir venjaratoymið
ASC - arbeiðstíð og tørvurin á einum fak…
Norð­urlendsk fakfeløg fyri undirvísarar…
Amnesty opið hús á mentan­arnáttini
Útilív í góðveðrinum