Lýsing
Lýsing
Lýsing

Í skugganum av koronu verður útlendsk hernaðarstøð sett upp í Føroyum

SKRIVAÐ: Tjóðveldi  |  12.08.2020 - 22:00 Politikkur Tíðindaskriv

Nú landsstýrið heldur átti at brúkt sína tíð og orku uppá, at fáa enn betur tamarhald á smittustøðuni í Føroyum, og sett upp neyðugu trygdarnetini, fyri at lofta teimum, ið ikki fáa arbeitt vegna sóttarhald og tryggja arbeiðspláss – so arbeiðir samgongan heldur við donskum uppskoti, um at seta útlendska hernaðarstøð upp í Føroyum.

Í gjár kom fram, at hendan radarstøðin kemur av, at USA og Donald Trump hava trýst danskar politikarar, at fáa skil á “síni landaøki” í Arktis.

Føroya fólk er ikki eftirspurt. Løgtingið er ikki eftirspurt. Her er ongin virðing fyri fólkaræði, lógum og reglum.

Vit í Tjóðveldi vilja taka fult ræði á okkara landi og okkara loftrúmi. At vit sjálvi reka radaravirksemi úr Føroyum, sum kann gerast góð inntøkukelda og skapa nógv vitanarstørv og aðrar tænastur.

Okkara støða sum portur til Arktis er ikki ein orsøk til undirbrotligheit, og at lata onnur flyta okkum sum finna í talvi. Okkara støða er ein einastandandi møguleiki, til at taka egna ábyrgd og menna okkara land og tjóð.

 

Tjóðveldi

Lýsing
Seinastu tíðindini
Ein ferð gjøgnum Jákupsbrævið við Petur…
Hvat er ætlanin við Ídni?
Jenis spyr lands­stýrismannin um framtíði…
Reisigildi uppi á Deild í Mikladali
Johnny er formaður í grønlendsku Nýskipa…
Páll Müller satsar uppá hondbóltin
KÍ skal spæla móti FC Atert Bissen
Sí lutakastið her
Sesilia Biskopstø gjørdist fyrsta pisan…
Norðlýsið fylgir við lutakasti­num beinle…
Beinleiðis spurnarkapping á Norð­lýsi­num…
Tummas Lervig vitjar Norðlýsið
Hvat er ætlanin við pisshúsi­num?
Hjartans tøkk
100 pund uppá stampin
Hesum sjey liðunum kann KÍ møta
Broyting í byggisamtykt­ini fyri økið Upp…
Trivnaðar­nevndin vitjar eitt fosturheim
Løgmaður á vitjan hjá Føroya Politi
Fátækraváði, mótrokning og tóm lyfti