Lýsing
Lýsing
Lýsing
Lýsing
Bæði fyrra og seinna ferðalagið hjá Slovan Bratislava hevur havt smittutilburð við, og tað hevur gjørt, at óvissa enn valdar um dystin, nú bert tríggjar tímar áðrenn hann skal spælast

Hetta er ikki fótbóltur!

SKRIVAÐ: Jóhann Lützen  |  21.08.2020 - 13:54 Ítrottur Tíðindi

Handfaringin av málinum, har fleiri í hópinum hjá Slovan Bratislava annaðhvørt eru smittaðir ella eftir røttum áttu at verið í sóttarhaldi, hevur verið undir alt lágmark. Men ikki av øllum pørtum. Føroysku myndugleikarnir hava gjørt sítt arbeiði sum teir skulu, og KÍ hevur eisini handfarið tað sindrið, sum er í teirra makt, væl. Men í UEFA og serliga í leguni hjá Slovan skríggjar nógv beinleiðis til himmals.

Týsdagin 18. august var fysioterapeuturin hjá Slovan Bratislava staðfestur positivur fyri Corona. Hetta gjørdi, at KÍ ikki vildi lata felagið venja á vøllinum í Klaksvík. Tummas Lervig, formaður í KÍ, stillaði seg fysiskt fyri at forða teimum í tí. Men eftir ein fund við tann UEFA-delegeraða, t.e. umboðið hjá UEFA til dystin, varð avgjørt, einsíðis, at Slovan skuldi sleppa at venja, og teir so sluppu. Hetta var helst fyrsti brølarin.

Michael Boolsen, fúti, fer síðani í sjónvarpið at gera greitt, at allur hópurin verður settur í sóttarhald. Har hava vit fordømi frá dystinum millum KF Drita og Linfield, at tað merkir, at sóttarhaldsrakta felagið verður dømt at tapa dystin 3-0, meðan hitt felagið fer víðari uttan dyst. Og tað væntaðu vit øll, at niðurstøðan fór at vera eisini her, og at tað bert skuldi vera ein avgreiðsluspurningur at fáa tað at vita kl. 10 mikumorgunin.

Mikudagin 19. august meldar UEFA út, at teir vilja geva Slovan Bratislava ein møguleika afturat, ið inniber at teir møta við einum øðrum liði at spæla dyst fríggjadagin (í dag) kl. 17, har ongin, sum er í sóttarhaldi, inngongur. Og sum um Slovan visti, at hetta fór at verða niðurstøðan, so gingu bert nakrir tímar, so var flogfar leigað, og hópurin lendi so í Vágum kl. 12 hósdagin.

Hósdagurin 20. august kemur, eyka-hópurin lendir, og sum siðvenja er, sleppur hann at venja á vøllinum, har spælast skal, kvøldið fyri dystin. KÍ setir tó eina treyt: Negativ kanningarúrslit skulu vísast. Slovan vísir ikki negativu úrslitini fram, og nú byrjar tað at lukta. Ryktir fara at ganga um, at onkur í nýggja hópinum helst hevur fingið eitt positivt kanningarúrslit, og hetta verður óoffisielt ”váttað” av, at farsóttarnevndin fer á fund hóskvøldið. Norðlýsið visti at siga í morgun frá keldu, at ein var testaður positivur. 

Ímillum alt hetta hoyrist, at spælarar og aðrir í hópinum fleiri ferðir hava brotið sóttarhaldið og eru farnir út á gøturnar í Tórshavn dag sum kvøld, har teir búgva á hotelli. Í skrivandi stund eru bert fáir tímar til dysturin skal vera, og sum skilst hava bæði UEFA og farsóttarnevndin fundast, men enn fyriliggur onki úrslit. Hetta kann hava samband við at leikarin, ið var testaður positivur, skuldi hava nýggja test og tann royndin er eftir øllum at døma ikki klár enn. 

Tað blívur bara meira og meira greitt, at hetta snýr seg um pengar og ikki fótbólt. Slovan Bratislava er so bundið av UEFA-pengunum, sum teir fáa frá europeisku kappingunum, at teir als ikki tola at verða útslignir longu í fyrsta umfari í Champions League. Í fjør fingu teir umleið 100 milliónir vegna europaluttøku. Tí hava teir sett himmal og jørð í ”bevegilsi” fyri at kunna spæla dystin.

Men hetta kunnu hvørki UEFA ella farsóttarnevndin taka sær av. Nú er neyðugt at traðka í karakter og standa fast. Sjálvandi er tað spell, at dysturin ikki kann avgerast á vøllinum, men man kann ikki seta KÍ í heilsuvanda – tað ber slett ikki til. So ítróttarliga oyðileggur tað nógv meira, enn tað gagnar, at hesin dysturin verður spældur.

Myndugleikarnir, bæði teir føroysku og UEFA, mugu gera tað einasta rætta og avlýsa dystin við teimum fylgjum, tað nú einaferð hevur. Ongin onnur avgerð kann verjast.

Lýsing
Seinastu tíðindini
KÍ spælir ikki Norð­oyastevnuaftan
Samgongan kreppufund kl. 14.00
Personal Trainer  á G!
SKS skipaði fyri árliga tilbúgvingardegn…
Strandferðslan fingið undantaks­loyvi til…
Mjølnir: Seðlarnir trektir
Við lóg skal land byggjast – ikki við eg…
Jógvan niðri á sandinum
Klassafest: Skúlabørn 1954
Donsku bankarnir lækka útlánsrenturnar
Tey sum ikki skulu í verkfall
Foreldur fáa hægri barsislútgjald
Verður Espen Haug varandi loysnin hjá KÍ…
Avtala er gjørd um nýggja farstøð í Havn
KÍ var í gamla lagnum og vann uppiborið
Veðrið í vikuni
Norðlýsið á gøtuni
Hevur føroyski veljarin annað val enn fr…
Talvudagur hjá Bíbliu­felagnum
KÍ vann - against all odds 2-1 á Víkingi
Lýsing