Lýsing
Lýsing
Lýsing
Í "Forslag til finanslov for finansåret 2021" verða Føroyar ofta nevndar, og ongar ábendingar eru um meira sjálvstýri, heldur tvørturímóti

Føroyar fylla ov nógv á donsku fíggjarlógini

SKRIVAÐ: Jóhann Lützen  |  01.09.2020 - 10:12 Leiðarin Politikkur

Blokkurin stendur í stað fjórða árið á rað, og annars fáa Føroyar sera nógva umrøðu, nú danska fíggjarlógin er til viðgerðar. Ríkisumboðið fær meira pengar at arbeiða við, 8,6 milliónir í ár í mun til 6,9 milliónir í fjør. Ein orsøk til hetta er, at tað verður ríkisumboðið, ið skal umsita CPR-numrini til føroyingar, umframt at ríkisumboðið skal viðgera umsóknir um NemID og seinni MitID og umsita hetta framyvir.

Møguliga spælir tað inn, møguliga ikki, at hvørki Tjóðveldi ella Fólkaflokkurin, Radikalt Sjálvstýri, situr á Fólkatingi longur. Men í øllum førum fylla Føroyar sera nógv í uppskotinum til danska fíggjarlóg fyri 2021. Í tíðindunum fyrr í dag kom fram, at ”Færøerne” eru nevndar 160 ferðir í donsku fíggjarlógini, og orðið ”færøsk” 34 ferðir.

Upphæddin ljóðar kanska ikki av tí nógva, men Danmark er biðið um at garantera limagjaldið til FAO, ið er 15.000 krónur um árið. Ein heil millión er tó sett av, tí at hugsast kann, at aðrir limafelagsskapir fara at krevja tað sama, og tí at upphæddin eisini fevnir um Grønland. Og Danmarks Innovationsfond fær avsett 1,7 millión til føroyskar og grønlendskar vinnu-Ph.D.-verkætlanir.

Heildarveitingin, ríkisveitingin ella blokkstuðulin verður sum undanfarin ár 641,8 milliónir, og 8,9 milliónir koma afturat í sonevndu “bonuspuljuni”. Universitetið í Keypmannahavn fær 1,5 milliónir um árið til gransking í føroyskum viðurskiftum, eins og ½ millión er avsett til grønlendskt og føroyskt talgilt undirvísingartilfar. Og tríggjar virðislønir fara at verða latnar til høvuðsritgerðir, eina í hvørjum landi í ríkisfelagsskapinum, til lesandi, ið skriva høvuðsritgerð ella spesiali um ríkisfelagsskapin. Her verður tað tó bert ein einstøk høvuðsritgerð í hvørjum av teimum trimum londunum, ið kann vinna.

Umframt alt hetta fær forsætisráðharrin heimild til at gjalda Føroya Landsstýri helmingin av teimum pengunum, sum koma inn í sektum fyri ólógliga fiskivinnu og konfiskatiónir í føroyskum øki.

Fyri ein loysingarsinnaðan eru hesar upphæddirnar púra burturvið!

Um tað er tí at Sambandsflokkurin og Javnaðarflokkurin nú hava tey bæði fólkatingsumboðini hjá Føroyum í Danmark, skal vera ósagt, men hetta reisir onkur ivamál. Til dømis, hví skal Danmark kautionera fyri føroysku limagjøldini í millumtjóðafelagsskapum? Hví skal ríkisumboðið umsita CPR-nummur og NemID fyri Føroyar? Og hví er tað Danmark, ið skal gjalda fyri gransking og gera undirvísingartilfar? Hetta eru alt uppgávur, sum vit í Føroyum væl megna.

Samanumtikið má sigast, at loysingarmálið er steindeytt í politisku skipanini. Tjóðveldi stýrdi seg í andstøðu við rikna politikkinum seinasta valskeið og teir radikalu sjálvstýrararnir settu fiskivinnumálið hægri enn loysingarmálið, tá teir valdu samgongufelagarnar á løgtingsvalinum fyri einum ári síðani. 

Lýsing
Seinastu tíðindini
Klakkur inni við 190 tonsum
Konsert í Hoyvíkar kirkju 18. apríl 2026…
Samgonguskjalið 2026 og lágløntir pensjó…
Kvinnu­stevnan verður 25. apríl
Durita: Vónirnar eru góðar
Spennandi bridgefestivalur við altjóða l…
Steinway-artistur hugtikin av flyglinum…
Myndarøð: Tá skotið varð fyri Norð­oyatun…
Norðoya­tunnilin hátíðarheldur 20 ára dag…
Aðalfundur og nýggj starvs­nevnd í Tónlei…
Sjálvandi hevur samgongan ikki áhuga í a…
Veðrið í dag
Sámal & Benjamin á Summar Festival
FM-finalistar­nir møtast í hálvfinaluni í…
John Ziska Joensen fekk ’’debut’’ á KÍ-l…
Birita Adela fekk FUR-heiðursløn 2026
Føroya Bjór er feilstaðsett í Klaksvíkar…
Myndarøð: Einvegis ferðsla á Djúpumýru
Seyða­hundasamband Føroya haft aðalfund
Aðalfundur í Norðoya Sambands­felag