Lýsing
Lýsing
Lýsing
Tað er ófrættakent, at røddir javnt og samt eru frammi um at gera grundleggjandi broytingar í vælvirkandi kommunalu fyritøkuni SEV

Hví avmontera nærdemokratiskar sólskinssøgur?

SKRIVAÐ: Jóhann Lützen  |  02.09.2020 - 10:41 Leiðarin Politikkur Vinna

Í kommunalum regi finna vit nakrar fantastiskar tænastufyritøkur í Føroyum. IRF, inter-kommunali renovatiónsfelagsskapurin, hevur eina sera ótakksama uppgávu, soleiðis at skilja, at fólk taka tað fyri givið, at uppgávurnar verða loystar, men er IRF ikki til arbeiðis bert eina viku, so merkist tað beinanvegin. Hesa uppgávuna loysa teir til UG. Og tá skal onki takast frá renovatiónini í høvuðsstaðarkommununi, ið eisini tykist fungera heilt væl.

Hin stóra tænastufyritøkan er SEV. Nakað tað sama ger seg galdandi har; vit taka tænastuna, ið er streymveiting, fyri givið. Er streymslit, fara Føroyar bókstaviliga í svart og fungera als ikki. Tá er tað at menn og kvinnur arbeiða uppá hátrýst fyri at loysa trupulleikarnar; tey fara út í alskyns veðri og gera alt sum skal til fyri at fáa ljós yvir landið aftur. Tey streymslitini, ið hóast alt eru, órógva sjálvandi, men tey eru fá og verða vanliga skjótt loyst. Sum heild loysir SEV eisini sína uppgávu framúr væl.

Hví er tað so, at landsmyndugleikin í tíð og ótíð tosar um at privatisera, yvirtaka, sundurskilja, avmontera ella á annan hátt undirgrava hesa vælvirkandi interkommunalu fyritøkuna? Aktuella kjakið er ikki nýtt; tað er bara uppafturtøka av eldri diskussiónum um hetta sama. Valskeiðið 2011-2015 bleiv tosað um hetta, seinasta valskeið varð tosað um hetta, og nú verður aftur tosað um tað, og hesaferð er tað sundurskiljing av netinum, ið er uppá tal.

Áður hevur landið tosað um at yvirtaka SEV og broyta tað til antin ein almennan stovn ella kanska eitt alment partafelag. Privatisering hevur verið umrødd, men tað kjakið er lukkutíð tagnað nú. Nú er tað so netið, ið skal skiljast frá, og restin av SEV hugsast so at skula keypa seg inn á netið hjá gamla SEV á linju við aðrar fyritøkur.

Sjónarmiðið um at fáa kapping er ikki burturvið. Tað er legitimt at hava, ikki minst hjá eini borgarligari samgongu. Men SEV er altso uttanfyri málsøkini, sum sortera undir Landsstýrinum. SEV er ein interkommunal fyritøka. Kommunurnar hava tað fram um landið, at tær eru nógv nærri borgarunum, tær hava føling við gongdini úti í teimum mest fjarskotnu pørtunum av Føroyum, og tær veita eina skjóta og dygdargóða tænastu uttan dýrkandi og seinkandi millumlið.

Har er tí veruligt nærdemokrati inni í bæði SEV og IRF, og hetta nærdemokratiið er meira týdningarmikið enn kapping – í øllum førum á hesum økinum. Kapping kann vera mikið góð á øðrum økjum, men tað hevur einans verið ein fyrimunur fyri Føroyar, at vit hava havt eitt solidariskt elnet. Borgarar í Fugloynni, Dímun og Mykinesi gjalda tað sama fyri kilowatttíman sum tey í Tórshavn, Klaksvík og Runavík.

Tað er als ikki vist, at kapping fer at viðføra lægri prísir, tíansheldur betri tænastu. Eitt ikki-óhugsandi scenario kann væl vera, at streymur fer at vera bíligari á stórplássunum og dýrari í útjaðaranum, har færri fólk eru til at gjalda. Úr einum business-sjónarhorni er alt í lagi við tí, men streymveiting má í dag sigast at vera ein grundleggjandi neyðsynjartænasta, sum øll í landinum mugu hava javnbjóðis atgongd til.

Landsstýrið eigur at lata hesar interkommunalu og nærdemokratisku sólskinssøgurnar fáa frið.

 

Lýsing
Seinastu tíðindini
Grant er í Klaksvík hvønn dag
Landið má leggja trýst á kommunur
Mjølnir enda á heimavølli
Sáttmáli undirskrivaður um lækna­miðstøði…
Aðalfundur verið í Íverksetara­húsinum
Methøg søla av elorku og methøg framleið…
Virkið vár byrjar og endar við renning
33 nýggjar íbúðir á Argjum
Havsbrún í Fuglafirði - 365 dagar uttan…
Útróðurin hevur ongan góðan í tinginum o…
Skíggjanýtsla og antibiotika ovast á dag…
Fiskimála­ráð­har­rin tekur og gevur
Rannvá Dahl vart ph.d. á Københavns Univ…
Kent ”Kenno” Petersen í Varpinum
Stjørnan hevur aðalfund
Nógv tann størsta stoypingin í Norðoyggj…
Heðin Kambsdal sýnir fram í Gamla Seglhú…
Varpið fær tríggjar milliónir krónur
Nordic Music Camp í Føroyum
Atlantic Airways 36 mió. í avlopi í fjør