Lýsing
Lýsing
Lýsing
Um tað, sum verður framleitt til útflutnings norðanfyri, eisini verður avskipað úr havnunum norðanfyri, slepst undan nógvum sliti og dálking í Suðurstreymoy

Slítandi at Tórshavnar Havn er avskipingarhavn

SKRIVAÐ: Jóhann Lützen  |  07.09.2020 - 10:00 Leiðarin Politikkur Vinna

Í lesarabrævi skrivar varaborgarstjórin í Tórshavnar Kommunu, at tað má takast upp á politiskt stig, at P/F Eystur- og Sandoyartunlar og Runavíkar Kommuna hava gjørt avtalu um, at ½ millión m3 av gróti upp í 36.000 lastbilalastir skal flytast úr Sandoyartunlinum ígjøgnum Eysturoyartunnilin til Runavíkar. Sjálvandi slítur hetta vegakervið í Tórshavn. Men tað ger útflutningurin hjá Føroyum, sum fyrst skal til Havnar, sanniliga eisini!

Tann størsti parturin av útflutninginum hjá Føroyum verður framleiddur í Norðoyggjum og í Eysturoynni. Her er sjálvsagt talan um fiskavøruútflutningin, sjófeingi og alifisk. Men í staðin fyri at avskipa fiskavøruútflutningin lokalt, verða stórir treylarar sendir úr Norðoyggjum og úr Eysturoynni til Havnar við fullum lastum. Teir skulu koyra umleið 70 kilometrar, so teir slíta ikki bert vegirnar í Havnini, men ein stóran part av okkara landsvegakervi.

Bogi Andreasen hevur púra rætt í, at eitt túsundatal av fult lessaðum lastbilum ígjøgnum ein bý bæði dálka og slíta illa. Men hendan trupulleikan hevur Tórshavnar Kommuna havt í eitt mannaminni, uttan at tað hevur órógvað, helst tí tá hevur Tórshavnar Havn fingið pening afturfyri at vera transitthavn fyri útflutningin. Men treylara- og lastbilaflutningur hvørki dálkar ella slítur minni, bert tí kommunan ella havnin fær eitt gjald fyri tað.

Nú ein stór útbygging er ávegis í Runavíkar Havn, er upplagt at gera hana til høvuðs-transitthavn fyri handilsskipaflotan. Hon fær sera nógvar fyrimunir í mun til núverandi høvuðs-havn í Tórshavn, millum annað at hon er ein náttúruhavn og ikki liggur úti á streymasjógvi, og verður harvið minni ávirkað av veðri, vindi og ókyrrindum. Fyri vinnuna er eisini ein fyrimunur, at hon helst kemur at gjalda minni fyri at brúka ta havnina, tí hon hevur ikki verið so kostnaðarmikil sum tann í Tórshavn.

Men størsti vinnarin verður umhvørvið. At flutningurin úr Fuglafirði, Gøtu og Klaksvík bert skal flyta seg 30 kilometrar er ein avgjørdur fyrimunur. Tað er bæði bíligari, dálkar minni og slítur munandi minni. Høgu gjøldini í Eysturoyartunlinum gera eisini sítt til, at tað fíggjarliga loysir seg betur at avskipa áðrenn tunnilsmunnan heldur enn aftaná hann, og harvið verður tunnilin sjálvur eisini minni slitin. Tá vørur so koma hendan vegin sum innflutningur, er eisini meira ómakaleyst at tær verða lagdar upp í Saltangará og haðani finna sín veg kring um í Føroyum.

Tað er ein veruligur trupulleiki, sum varaborgarstjórin í Havn tekur upp, tí sjálvsagt fer tað at “belasta” infrakervið í Suðurstreymoy, at so nógv grót skal flytast norðurum. Men síggja vit tað langsiktað, so gevur tað góða meining, um grótið verður brúkt til eina avskipingarhavn. Uppá stutt sikt tyngja vit vegakervið nú fyri at lætta um uppá langt sikt.

Sparingarnar vera stórar av hesum. Bæði tá tað kemur til løn til bilførararnar, í tunnilsgjøldum, í útreiðslum til brennievni, og í útreiðslum til slit av vegakervinum. Og ikki minst í tíð og hvat viðvíkir umhvørvi. Og um varaborgarstjórin í Tórshavn meinar tað, hann sigur, so kemur Tórshavnar Kommuna eisini úr hesum sum vinnari, tí eftir nøkur ár við nógvari ferðslu fer markant minni av ferðslu, sliti og dálking at skula ígjøgnum Tórshavnar bý.

Við eini stórari avskipingarhavn við Skálafjørðin gerast vit øll vinnarar.

Lýsing
Seinastu tíðindini
Meiriluti í Uttanlands­nevnd­ini fyri revs…
Broyting: Elin Mortensen verður deildars…
Ein væleydnaður rørsludagur
Jólasøla á Verkstað­num á Brekku
Nýskipa­nar­nevndin við fegin hoyra, hvat…
Marknaðardagur á Fossánesi
Trolbøting á háskúlanum
Spurnarkapping á Norð­lýsi­num í dag
Asbjørn Lómaklett 85 ár
Jólasølan hjá Dugna er byrjað
Sandur er eitt unikt umhvørvi
Skjóta harur fríggja­dagin
Skalt tú hava Pop-Up handil?
Stjørnan vann á EB
KÍ skal hava nýggjan venjara
Eitt ár síðan netálopið
Heini í Skorini í DR: Føroyar missa nógv…
Triðja royndin hjá Mjølnir fyri at koma…
Áhugaverdur fyrilestur á Klaksvíkar bóka…
Føroyingar í vanda at missa serrættindi…