Lýsing
Lýsing
Lýsing
Eitt sindur skiftandi veður í vikuni. Tað sæst á veðurkortunum, at heystið er komið. | Mynd: Coffee Navigated

Veðrið í vikuni, sum kemur

SKRIVAÐ: Hanus Kjølbro  |  06.09.2020 - 22:00 Tíðindi Veðrið

Í vikuni, sum kemur, fara tvey lágtrýst at seta sín dám á veðrið í Føroyum. Tey ferðast eina leið, sum gongur úr Kanada eystur um Kappan – haðani til Íslands og so í Norska Hav, 200 fjórðingar norðan fyri Føroyar.

Tí fara vit at hava lága vesturætt mánadagin og týsdagin, norðurætt mikudagin – tað er løtan við lítlum vindi ímillum hesi bæði lágtrýstini – og so suðurætt hósdagin og fríggjadagin.

Vindferðin fer at liggja um 7 til 12 m/s stóran part av vikuni. Men ikki alla tíðina. Í nátt fer at vera 12 til 17 m/s, og størsta partin av morgin degnum um 10 til 15 m/s. Annars fyri tað mesta um 10 m/s.

Tað fer at vera løtur við regni í vikuni – men ikki so nógv sum í vikuni, sum fór. Mesta regnið er í nátt og hósdagin. Hinar dagarnar kann væntast æl – meiri ella minni.

Hitalagið fer at liggja eitt ella tvey stig oman- ella niðanfyri tey 10 stigini.

 

Lýsing
Seinastu tíðindini
Norð Festivalu­rin: Skráin tekur skap
Heima­ráð­gevingin víðkað
Myndir fra framsýningini
Saman eru vit sterk
Várdagur í SMS
Okkara framtíðar Klaksvík
Spæla fólk í húsi
Kappróðrarsending á Rás 2
Eginumsorgan sum fyribyrging
Diplom fyri luttøku
Staðfest: Jákup B. Andreasen hevur brot…
KÍ vann við Margáir í kvøld: Myndarøð
KÍ helt nullið og fekk trý stig
Minningarorð um Mikkjal Mikkelsen
Størri nøgdir til endur­vinn­ingar í 2023
VIDEO: Hanus á Gørðum - fráfaringarpræd…
Morgunsangur mikumorgunin 1. mai kl. 10
Danny verður við á Summar Festivalinum
Skannarin komin á Klaksvíkar Sjúkra­hús
Espen Haug er royndari venjari