Lýsing
Lýsing
Lýsing

Tí er KÍ-HB fluttur til leygardagin

SKRIVAÐ: Jákup Ósá  |  07.09.2020 - 12:20 Ítrottur Tíðindi

Í morgun sæst á heimasíðuni hjá FSF, at dystirnir millum KÍ-HB og NSÍ-B36 eru fluttur til leygardagin.

Tað er ikki vanligt at dystir blíva fluttir so seint undan at teir skulu spælast. Fyri stuttari tíð síðani bleiv dysturin fluttur frá hósdegi til fríggjadag vegna U21-landsdyst týsdag.

Formaðurin í kappingarnevndini hjá FSF, Róin Schrøter, sigur, at tað er ein politikkur, at tað skulu vera fýra dagar millum dystir, tá altjóða dystir eru uppií.

- Í hesum føri liggur ein U21-landsdystur týsdag. Tað ger, at komandi landskappingardystir ikki kunnu vera fyrr enn leygardag fyri at liðini fáa neyðugu hvíldina. Tí politikkurin er, at tað skulu vera minst fýra dagar millum dystir, tá altjóða dystir sum landsdystir ella Europa dystir eru á skrá. Liðini fingu kunning um hetta áðrenn vikuskiftið. Í heimligu kappingini royna vit eisini at hava fýra dagar millum, men tað kann koma fyri, at vegna tíðartrýst eru tríggir dagar millum. Tað er tað í tveimum førum í kappingini í ár seint í kappingini, tá liðini eru í góðari venjing, sigur Róin Schrøter.

Ein spurningur sum fleiri seta sær er hví dystirnir millum KÍ-HB og NSÍ-B36 fyrst fyri stuttari tíð síðani blivu lagdir fríggjadag, tá øll vóru vitandi um U21-landsdystin týsdag, men so eina viku áðrenn aftur bleiv fluttur ein dag til leygardag.

- Tá dystirnir lógu fríggjadag hevur man ikki tikið hædd fyri fýra døgum í hvíli tíð frá altjóða dystum, men tað hava vit rætta nú, sigur Róin Schrøter við Norðlýsið.

Lýsing
Seinastu tíðindini
Sannfør­andi sigur og fleiri ungir leikar…
KÍ kvinnur­nar vunnu á Skála ÍF
Veðrið í vikuni
Hvussu nógv regn kom niður í apríl í ár?
Árni bleiv besti leikari í apríl
KÍ tók ikki av mongu møguleikunum
Apríl 2026 – eitt sindur kaldur og turru…
Latið ei søguna doyggja: 70 Lítlubrekku–…
Myndarøð: Súlur í Klaksvík
Niklas á Trappuni
Ulf Nordlund farin
Johild Johannesen 80 ár
Veðrið um vikuskiftið
Upptakt: B36-KÍ
Strámenn spæla Guttesen á Country Festiv…
Minningarorð um Agnar á Dul
Hetta er bestu áskoðarar í Føroyum!
Fiskiloyvi til útróðarbátar í bólki 5 á…
ItaloBrothers á Summar Festivalin
Slakar 1,3 mió krónur til nýggj verk