Lýsing
Lýsing
ÍSF manglar 1,5 millión bert fyri at kunna halda verandi støði, men stendur í staðin til at missa 11% av veddingarpengunum. Hetta fær keðiligar avleiðingar fyri føroyskan ítrótt.

Eigur ítrótturin ongan góðan?

SKRIVAÐ: Jóhann Lützen  |  09.09.2020 - 08:45 Ítrottur Leiðarin Mentan Politikkur

Tað eru ófrættakend tíðindi, sum hoyrast frá ÍSF um, at peningurin til ítrótt helst fer at verða skerdur. Hetta vísir at Landsstýrið annaðhvørt ikki skilir, hvønn týdning ítróttur hevur, ella kanska rættari, at tað undirmetir týdningin av øðrum ítrótti enn úrvalsítrótti ella elituítrótti. Fær ítrótturin hinvegin meira fígging, verða vit øll vinnarar.

Sum tingini standa í løtuni, stendur føroyskur ítróttur til at missa 11% í stuðuli. Hetta gongur beint tvørturímóti ynskinum hjá ÍSF um at fáa 1,5 millión afturat, serliga til ungdómsítróttin og tann meira fría ítróttin, t.e. tann ikki-professionella. Hesin peningurin eru tað, sum er neyðugt til bara at halda tørn við verandi virksemi. Fæst hann ikki, verður neyðugt at skerja virksemið, og skal stuðulin so enntá skerjast, verða avleiðingarnar katastrofalar.

Tað eigur at vera óneyðugt at siga, hvørji positiv árin ítróttur hevur fyri einstaklingin og samfelagið. Ein persónur, sum íðkar ítrótt, fungerar vanliga væl í samfelagnum, tí hansara konditión er góð, hann kann halda leingi á, evnini at hugsavna seg um eina uppgávu batna, og persónurin er betur upplagdur og hevur meira orku og yvirskot. Samstundis er hann ella hon meira mótstøðufør ímóti sjúkum og tað kostar so aftur samfelagnum minni.

Her og nú sær tað út til at vera ein útreiðsla, men í longdini vinna øll, ikki minst Landskassin, av, at ítróttur hevur góðar karmar og optimalar umstøður. Tað duga øll eisini at síggja, tá tað kemur til A-landsliðið í fótbólti og í stóran mun eisini til ta semiprofessionellu Betrideildina í fótbólti. Har verður satsað stórt og afturfyri vunnið stórt. Men alla aðrastaðni tykist tað at knípa fyri játtandi myndugleikarnar.

Vit eiga helst ikki at seta tingini upp ímóti hvørjum øðrum, men tað er ikki at taka munnin ov fullan at siga, at játtanin til ítrótt væl kundi verið tíggjufaldað og framvegis givið meira enn hon kostaði! Øll sum kenna til ítrótt vita, at hann er so nógv meira enn sjálvt spælið. Ein lærir ikki bara at kappast, men eina rúgvu um sosialar reglur, samanspæl, tað at umgangast onnur og mangt annað. Virðið á tí, sum ítrótturin gevur samfelagnum aftur, kann ikki gerast upp í pengum, men er í øllum førum nógv størri enn tað, hann kostar í fyrstu atløgu.

Ítrótturin í fremstu røð, tann sum kemur tættast tí, sum vit í Føroyum hava uppá professionellan ítrótt, er í minstum vanda. Har ber ikki til at skerja. Og tað merkir so, at skal skerjast, verður tað í teimum yngru rekkjunum og millum teirra, sum ikki íðka professionelt, altso íðka ítrótt til stuttleikar ella av persónligum ávum, eitt nú heilsuávum. Og hetta eru tað, sum longu frammanundan fáa minst. Ja, sum kanska enntá sjálvi mugu fíggja ein part longu nú.

Tað er púrasta viðvent, at Løgtingið letur fígging til eitt Fólkaheilsuráð, ið mælir føroyska fólkinum til at íðka og venja, men so samstundis frátekur ítróttinum tann neyðuga stuðulin, sum ger tað gjørligt fyri føroyingar at íðka ítrótt. Hetta er bert skert seinnu árini. Fyri fáum árum síðani sóu vit ítróttarbreytir á bæði fólkaskúla og miðnámi, men hetta er nú alt meira ella minni dottið niður fyri aftur, og ÍSF kempar av øllum alvi fyri bara at halda status quo – og tað er synd at siga, at landsmyndugleikarnir hjálpa teimum við tí.

Landið má seta handling og játtan aftanfyri tilráðingarnar frá heilsumyndugleikunum. Tað nyttar onki at mæla fólki til at gera okkurt og so leggja teimum fótonglar í vegin fyri at gera tað. Her lekur millum teoriina hjá Fólkaheilsuráðnum og praksis hjá Føroya Løgtingi og Landsstýri. Sami landsstýrismaður, sum kallaði eina millión fyri piparnøtur, er nú landsstýrismaður í heilsumálum. Hevur ein millión so lítið upp á seg, so skuldi tað verið lættasta søk í verðini at játta ÍSF hasa hálvu aðru piparnøtina og mangt slíkt omaná, tí pengarnar vinnur landskassin fleirfalt aftur við teimum fyrimunum, sum tað gevur at fólkið í landinum er sunt og virkið.

Lýsing
Seinastu tíðindini
Fantastiskt Requiem í Varpinum skírisdag
Jákup B. Andreasen kann skjótt blíva klá…
Requiem í Varpinum skírisdag
Ein heimskendur hándverkari! 
Framsýning á Viðareiði á páskum - Undir…
Sangkórið og Jógvan Mortensen syngja í B…
Áhugaverdur djóragarður í Kunoy
Aðalfundir og lagnusøgur á Krígssavninum
Meistarar og lærisvei­nar í Gøtu
Fyrsta Reyða Kross Summarlegan
Pengar fyri bøtur úr Føroyum eiga at far…
Klaksvík kosið millum vakrastu býir í he…
Mass Hoydal leiðari fyri Visit Runavík
Svimji­høllin um Páska­høgtíðina
Frá Melodi Grand Prix til FríðuTónar
Hiddenfjord fingið altjóða góðkenning fy…
Stór ungdóms­páskastevna í Havn um vikusk…
Uni Holm Johannsen: - Tann fyrsta breið…
Stór listaframsýning við Løkin
Grundøki til sølu Undir Gerðhamri í Hvan…