Lýsing
Lýsing
Lýsing

Hvør vann í makrelstríðnum?

SKRIVAÐ: Rókur Herup Olsen  |  09.09.2020 - 22:49 Lesarabrøv Politikkur

Tað vóru ikki kapparnir á dekkinum, maskinrúminum og á brúnni

Eg vil byrja við at siga, at hetta als onki hevur við nakra fiskivinnunýskipan at gera, hvørki hjá núverandi ella undanfarnu samgongu – hetta eru bert nakrir tankar og meiningar um makrelstríðið.

 

Sum øllum kunnugt fóru Føroyar á eitt makrelævintýr í 2009/10. Hetta var klassiska søgan um Dávid móti Goliath – lítlu Føroyar ímóti stóra ES. Øll stóðu saman um hetta felags projektið og børn í skúlagarðum kring landið tosaðu enntá um fúla og ónda ES.

 

Men eg ivist í, um vit vóru varug við, hvat úrslitið av hesum tjóðarstríðnum fór at vera.

 

Føroyar fingu størri býti av makrelinum, pengarnir fossaðu inn, men akkurát hvar fossaðu teir inn?

 

í tíðarskeiðnum 2009-2016 blivu eigararnir í fýra teimum størstu reiðarínum, sum fingu størri makrelkvotu, tilsamans 1.172.000.000 krónur ríkari – tvs. 1,172 milliardir ríkari!

 

Í sama tíðarskeið vuksu lønarútgjaldingarnar í fiskiskapi 444 milliónir krónur.

 

Tvs. at eigararnir í ymsu feløgunum sluppu sær avstað við yvir 73% av vinninginum, meðan fiskimennirnir fingu bert 27%. Og havast skal í huga, at tað eru nógv færri, sum skulu deilast um hesi 73%, enn tey, ið skulu deilast um hesi 27% – og allarhelst fer ein partur til íslendingar og hollendingar, og sostatt direkta av landinum.

 

Onki nýtt skip bleiv bygt fyri hesa milliardina hjá reiðarunum, og pengarnir stava heldur ikki frá nakrari serligari nýhugsan frá hesum somu – men stava hinvegin frá politisku avgerðini, at hækka makrelkvotuna – sum teir enntá vóru ímóti. Pengarnir vórðu nýttir til at keypa upp annað vinnulív, so at tað er so at siga ógjørligt hjá okkum øllum, at ganga ein dag uttan at vera kundi hjá hesum somu. Fert tú til handils í SMS, at keypa breyð, fert tú at fylla bensin á bilin, keypir tú vindeygu til húsið o.s.fr. ert tú mest sannlíkt kundi hjá einum reiðaríi. Hetta er eitt sindur sum í gomlum døgum, har mann arbeiddi, keypti og leigaði frá sínum arbeiðsgevara.

 

Sum eg nevndi omanfyri, so vóru tað sostatt ikki kapparnir á dekkinum, í maskinrúminum ella í stýrhúsinum, sum vunnu nakað stríð, hóast teir sjálvir stríddist fyri at fáa fiskin til høldar og skaffaðu reiðarunum hesa milliardina. Hinvegin, so blivu nakrir av teimum koyrdir, t.d. á Sjúrðabergi, hóast har var ríkiligt av pengum og tonsum, sum eg havi víst á.

 

Eg veit ikki um fólk veruliga skilja, hvussu stór ein milliard er. Túsund sekund eru áleið 16 minuttir, ein millión sekund eru 11 dagar, og ein milliard sekund er yvir 31 ár. Um tú var føddur í tíðini tá Jesus livdi, og arbeiddi hvønn dag fram til dagin í dag, uttan summarferiu og vikuskfiti, og fekk 1000 krónur um dagin, so hevði tú enn ikki verið milliardingur. Hetta er sostatt ein púra ør upphædd.

 

Samstundis er bústaðarneyðin bara vorðin størri, fólk koyra ígjøgnum eldhættisligar tunlar, sjúkrahúsini og eldraøkið mangla pening, tú og eg rinda størri og størri part av okkara løn í skattum og avgjøldum, og nógv nógv annað.

 

Tí ivist eg stórliga í, um fólk, bæði í fiskivinnuni og annars, veruliga vóru varug við, at hetta skuldi blíva úrslitið av makrelstríðnum.

 

 

Lýsing
Seinastu tíðindini
Samgongan slær egin orð upp í glens
Skapa karmar fyri oljuvinnu og kanna møg…
Beinir, Bárður og Jacob í lands­stýrið
Heilsugott ábit til børn og ung í Húsinu…
Føroya Bjór: Klaksvíkar kommuna ynskir i…
Aksel og Margit í lands­stýrið fyri Javna…
Neyvan nakar eyka heilsu­skúli í Havn
Tiltøk í vikuni
KS: Trý nýggj starvs­fólk á Tænastudeildi…
Mini TeenStreet í Kelduni – 10. og 11. a…
Sjey aðalráð geva Sandoynni umboðan
‘’Suffer in Silence’’ er nýtt staklag ef…
Munandi betrað landafrøði­lig umboðan
Óvissan um tjóðarsemjuna opnar fyri Nýgg…
Samgonguskjalið undirskrivað
Johan Dahl verður løgtingsfor­maður
Hesi verða lands­stýris­fólk
Mars – lýggjur og vátur
Fríðin: KÍ venur til Evropa
Stórur áhugi fyri framtíðarætlan­ini BHS2…