Lýsing
Lýsing
Lýsing
Sólsetur. Inni í miðjuni eru bert høg skýggj og onkrir glottar uppímillmum. Í havsbrúnni síggjar skýggini, sum eru regnumráðið. Har var eisini nakað av vindi, meðan tað var stilli inni í miðjuni, har sum skipið var statt hesa løtuna. | Mynd: Jóannes Egholm

Í miðjuni er stilli

SKRIVAÐ: Hanus Kjølbro  |  14.09.2020 - 16:00 Tíðindi Veðrið

Vit hoyra nógv um lágtrýst, sum ferðast av úr USA ella Kanada ímóti Føroyum og hava við sær vind og regn.

Tær seinastu tvær vikurnar hava fleiri slík lágtrýst sett sín dám á veðrið her hjá okkum. Veðrið hevur verið eitt sindur óstøðugt – ættin hevur verið skiftandi, og nógvar løtur hava verið við nógvum regni.

Í millum lágtrýstini hevur verið stilt og gott veður. Tær løturnar hava vit kunnað notið.

Meðan vindurin viðhvørt kann vera nógvur rundan um eitt slíkt lágtrýst, er mest sum stilli inni í sjálvari miðjuni. Nógv dømi eru um tað.

Ein av mongu og trúgvu lesarum okkara hevur sent okkum myndir og film, hvussu tað sær út inni í miðjuni á einum lágtrýsti, men tað var nakað av vindi rundanum.

Myndin og filmurin eru tikin leygarkvøldið 300 fjórðingar eystur úr Íslandi og einar 270 fjórðingar í ein landnyrðing-norðan úr Føroyum – í miðjuni á einum lágtrýsti. Tað var yvirstýrimaðurin á Hoyvík, Jóannes Egholm, sum tók var myndamaður. Skipið hevur roynt eftir makreli undir grønlendskt flaggi.

Trýstið í miðjuni var 977 hPa – tað er nokkso lágt – og tað var so at siga stilli, Kanska 1 ella 2 m/s. Í erva var klárt, spjaddir bøklar og sólglottar. Júst eftir bókini.

Sunnan og eystan fyri miðjuna var vindferðin 13 til18 m/s.

Lýsing
Seinastu tíðindini
Heimskendir gospelartistar í Varpinum le…
Deiligt at síggja landsliðs­felagarnar
Lyfta er nú JLG-umboð í Føroyum
Útróður ein føroysk vinna og siðvenja un…
53 skótar úr Klaksvík á altjóða legu í D…
Ung í arbeiði 2026
List og myndarøð um bóndasam­felagið
Er Umhvørvisstovan eitt stempulkontór, s…
Núpur inni við 100.000 pundum
Tvey prik móti krabba: Nýtt átak skal øk…
Thorvald er ein dreymur
Ægir flest gull til FM á langgeil
Føroyar vunnu á San Marino í finaluni
- Vit hava góðan kjans í finaluni
Veðrið í vikuni
Unglingi meiddi seg illa av fløskubroti
Ísland vann U-lands­dystir­nar í Klaksvík
Ikki nóg kaldir í hitanum
Livandi Varmakelda
DUOPOL: Føroyskur rokkari skiftir kós –…