Lýsing
Lýsing
Lýsing

Børn og ung skulu hava frítíðarkort

SKRIVAÐ: Norðoya Sjálvstýrisfelag  |  18.09.2020 - 14:38 Politikkur Tíðindaskriv Tíðindi

Vit vilja raðfesta børn og ung, gera tað lættari hjá øllum at gerast partur av frítíðarlívinum í kommununi og samstundis geva ein fíggarligan lætta til barnafamiljurnar á 2.000 kr. Tí samtyktu øll tey komandi valevnini hjá Sjálvstýri til býráðsvalið, at øll børn og ung frá 6 til 18 ár skulu fáa frítíðarkort.

Sjálvstýri hevði fyrsta uppstillingarfund mikukvøldið, og samtyktu nýggju valevnini í felag, at frítíðarkort skal gevast til børn og ung í kommununi, so lættari verður hjá øllum at gerast partur av frítíðarlívinum í kommununi.

Við nýggja frítíðarkortinum skulu allir borgarar í kommununi, sum eru ímillum 6 og 18 ár, fáa eitt persónligt ognarkort á kr. 2.000 árliga. Endamálið við kortinum er, at tað skal nýtast til alt virksemi á ítróttar-, mentanar- og frítíðarøkinum í kommununi.

Vit eru samd um at tryggja øllum børnum og ungum møguleikan fyri at luttaka í frítíðarvirksemi, samstundis sum tað er ein fíggjarligur lætti hjá barnafamiljunum. Fleiri børn og ung gera ymiskar frítiðaraktivitetir, og kann hetta gerast kostnaðarmikið fyri familjur við fleiri børnum. Vit vilja raðfesta hendan lættan og samstundis gera møguleikarnar hjá ungum og børnum at gerast virkin í teimum felagsskapum, tey føla seg best í.

Klaksvíkar kommuna hevur verið partur av umfatandi kanningini Youth in Europe, og ein av afturvendandi niðurstøðunum er, at kommunur eiga at birta uppundir møguleikar hjá ungum og børnum at vera virkin. Í Íslandi er tílík skipan roynd við góðum úrsliti, og aðrar kommunur í Føroyum hava longu sett slíka skipan í verk.

Listin til kommunuvalið er ikki endaligur enn, men næsti uppstillingarfundur verður mikudagin 30. september.

Norðoya Sjálvstýrisfelag

Lýsing
Seinastu tíðindini
Nýggj regla hevur longu avgjørt lagnuna…
Myndarøð: KÍ kvinnur - 07Vestur (5-1)
Samleikin verður styrktur 
Konsertir í Leirvíkar Bátasavni og Ribar…
Lena Anderssen á Summar Festivalin
Nøglin: Hvør er besta manning 2006 - 202…
Tøkk - Sigrid Henrikka Margrethe Sofie G…
SU: Mor er ikke sur, mor er skuffet
Betesda fær vitjan á møtinum sunnukvøldi…
Toy Story 5 setir sjóneykuna á skíggjar…
Tá ið vit fóru til stroks
Klaksvík­ingur bleiv smurdur av á jóansøk…
40 atgongumerki eftir
Setið borin í nú!
Valsvik staðfest í Runavík
Vitlíki trýstir prísin á iPhone og PlayS…
Nordea grunnurin stuðlar Drivinum - nýgg…
Undirmannað KÍ-lið vann eitt stig
Hvussu KANN MAN líta á tíðindi í Kringva…
Áheitan á 49'ararnar