Lýsing
Lýsing
Lýsing

Magni Husgaard við sínum fyrsta lagi

SKRIVAÐ: Jóhann Lützen  |  19.09.2020 - 15:13 Mentan Tíðindi

47 ár skuldi ganga til eg gav eitt lag út sjálvur. 1000 takk til Dánial Gomez Gudjonsson, Páll Isholm, Hans Poulsen og Pætur Við Keldu fyri at hjálpa mær við hesu verkætlan.

Soleiðis skrivar Magni Husgaard á sínum vanga á facebook. Tað er nevniliga so, at Magni á tangentum tey síðstu mongu árini hevur verið millum virknastu tónleikarar í Føroyum, men nærum altíð sum tónleikari hjá øðrum navnframari tónleikarum, ella tá størrri tónleikatiltøk hava verið.

Hann kom av fyrstantíð fram við Aria, og hevur síðani verið drívmegi í bólkinum Quarter to Three, sum hevur givið nøkur stakløg út. Í báðum førum hevur hann umframt tangentar og upptøkur, eisini virkað sum tónasmiður.

Men nú roynir Magni Husgaard seg undir egnum navni. Hann hevur við út lagið Lygnir, saman við Dánjal Gomez. Saman kalla teir seg Husgaard & Gomez. Í hesi verkætlanini stendur Magni Husgaard so á egnum beinum, og hann hevur samstarvað við Dánjal Gomez.

Lagið hoyrist her

Lýsing
Seinastu tíðindini
Elbilar avdúka gamlar reglur – koyra før…
KÍ í finaluni um løgmanssteypið eftir st…
Gleðiliga jólasøku
Opið hús á KG leygar­dagin
Nýtt skip í føroyska flotan
Prógvhandan á Vinnuháskúlanum
Frískt Lot: - Vit eru spent at sleppa í…
Ótrúlig fakta: Messi og Ronaldo skora vi…
Flogbóltsk­vinnu­r­nar til Andorra
Myndarøð: Íslendska forsetafrúan vitjaði…
Unga sildin kemur seg í Norð­urhøvum
Upptakt: NSÍ-KÍ
- Tað gongur ordiliga væl!
100 ára føðingardagur hjá Amandu
KÍ vitjar besta heimaliðið í ár
Paz letur upp kokkteylbarr
Ein trúgvur KÍ’ari er farin
Hans Arni og Marion – mikukvøldið í Bete…
Prógvhandanin hjá Tøknibreyt­ini verður ú…
Trivnaðar­nevndin á vitjan í norð­urøkinum