Lýsing
Lýsing
Lýsing

20 ár í el-in

SKRIVAÐ: Oliver Joensen  |  25.09.2020 - 14:44 Tíðindi Vinna

Týsdagin var hátíðarhald fyri Mathildu Johannesen, sum 18. September hevði starvast 20 ár í el-in.

Stjórin helt takkarrøðu og blómutyssið var handað til kvinnuna, sum við sínum fryntliga og fyrikomandi lindi er vorðin ein av ímyndunum í handlinum.

Dagurin, tá Mathilda byrjaði, var heldur rokaligur, tí hann er kendur fyri øgiliga regni og skriðulopini, sum raktu Klaksvík og setti býin í undantaksstøðu hendan 18. September í 2000. Nógv er hent hesi árini síðani minniliga septemberdagin í 2000, og av stóru broytingunum í el-in kann nevnast, at handilin í 2006 flutti úr hølunum mitt í býnum niðan í Klingrugarð. Hesa vikuna hava Mathilda og hini  av øllum alvi gjørt klárt til tunnilsdagin, sum verður nú leygardagin. Hetta er sum ein hugnadagur hjá teimum flestu, men hetta er eisini ein arbeiðsdagur, og hesin tunnilsdagurin er nummar 56, ið Mathilda er til arbeiðis í el-in.

Vit í el-in ynskja Mathildu tillukku við degnum og vóna, at hon arbeiðir saman við okkum mong ár afturat.

Lýsing
Seinastu tíðindini
Seinastu strokini
Nýggj duet útgáva Kristina Bærendsen og…
Røða: Flaggdagsrøða løgmans í Fámjin
Nu gælder det om at stå sammen om KÍ; sp…
Várframsýning hjá Anniku
Kom og hoyr um afturkomu Jesusar – Betes…
Mjølnir vann lættliga á SÍ í fyrru FM-fi…
Ikki ein óvæntað avgerð
Hesin verður fyribils venjari hjá KÍ
KÍ og Haakon Lunov fara hvør til sítt
Frálík flaggdagsrøða
Fimm prosent møguleiki fyri at KÍ vinnur…
Lands­stýris­maðu­rin lýst svartkjaftakunng…
Lutur Mansins í Fosturtøkuni
Flaggdagshald
USS Albany í Nólsoyarfjørð
Hoydalar til Tjóðpall og Symfoniorkestur
Semjan um tøkugjøld­ini hevur stóran týdn…
Mjølnir og SÍ spæla fyrru FM-finaluna í…
Vei teimum ið kalla ilt gott, og gott il…