Lýsing
Lýsing
Lýsing

Nú skal Klaksvíkar kommuna byggja 60+ íbúðir

SKRIVAÐ: Herfrí Sørensen, Býráðslimur fyri Fólkaflokkin  |  27.09.2020 - 20:36 Politikkur Tíðindaskriv

Fái eg møguleikan at halda fram sum býráðslimur eftir komandi kommunuval, fari eg at brúka mína ávirkan til at syrgja fyri, at kommunan beinanvegin fer undir at byggja eitt munandi tal av íbúðum til borgarar, sum eru 60 ár og eldri, tí størsta einstaka forðingin fyri vøkstri í Klaksvíkar kommunu er júst bústaðaneyðin. Hana má býráðið gera nakað við nú.

Higartil hava kommunur onga heimild havt til at hjálpa sínum borgarum til at fáa tak yvir høvdið, og tí er støðan eisini so vánalig, sum hon er, tí teir myndugleikar, sum hava hesa heimild, brúka tíverri ikki serliga stóran part av teirra orku til at byggja vanliga íbúgabygging her í kommununi.

Men í seinasta løgtingsvalskeiði samtykti løgtingið eina lóg, sum gevur kommununum eina nýggja heimild á hesum øki, tí henda lóg letur upp fyri, at kommunur kunnu byggja bústaðir til borgarar, sum eru 60  ár og eldri.

Enn er einki serligt ítøkiligt hent á hesum øki, síðan lógin kom í gildi, og tí eru helst viðurskifti, sum skulu greiðast løgfrøðiliga, men hetta eigur ikki at forða okkum í Klaksvíkar býráð at fara í holt við at bøta um bústaðaneyðina og -tørvin, sum er stórur her í næst størstu kommunu í landinum.

Best hevði verið, um løgtingið heimilaði kommununum at byggja ella luttaka í bygging av íbúðum til allar aldrar, men um tann møguleikin ikki kemur skjótt, verður býráðið noytt við at fara í gongd við at byggja 60+ íbúðir.

Enn er ov tíðliga til at siga niður í smálutir, hvussu ein slík bygging skal skipast. Hetta krevur nærri fyrireiking. Men nú er nokk tosað. Nú skal Klaksvíkar kommuna gagnnýta tær heimildir, sum eru, og tað er m.a. at byggja 60+ íbúðir.

Fái eg møguleikan at halda fram sum býráðslimur eftir komandi kommunuval, fari eg at brúka mína ávirkan til at syrgja fyri, at kommunan beinanvegin fer undir at byggja eitt munandi tal av íbúðum, tí størsta einstaka forðingin fyri vøkstri í Klaksvíkar kommunu er júst bústaðaneyðin. Hana má býráðið gera nakað við nú.

 

Mikladalur, 27. september 2020

Herfrí Sørensen

Býráðslimur fyri Fólkaflokkin

Lýsing
Seinastu tíðindini
Pisshúsið fingið tátt
Sjóneyka á hjartastartaran
Pallborðsfundur í Húsinum
Sjógvpumpu­skipan til Elverkið á Strond (…
Sjógvpumpu­skipan til Elverkið á Strond (…
Sjógvpumpu­skipan til Elverkið á Strond (…
Stjørnan tekur ímóti VÍF
KÍ formaðu­rin: Vit føra ein sunnan fótbó…
Nærveruvika á Skúlatrøð
KÍ hevur bara einaferð í søguni skorað f…
FM Radio: Árni og Páll vitja Norðlýsið
Búskapu­rin hevur tað gott, men...
Rættartrygdin sett til viks í Klaksvíkar…
Ongin doyði - men ferð drepur nógv annað
Felagsdøgurði og pallborðsfundur - almen…
4. flokkur granskar hjartað, lungu og ný…
Gadus siglir heim
Terji tikið sæti á tingi
Hjartastart 2025
Skipið kommunur­nar í størri eindir