Lýsing
Lýsing
Lýsing

Uttan kommunuætlan er ongin felagskós!

SKRIVAÐ: Stigtakararnir  |  29.09.2020 - 11:19 Politikkur Tíðindaskriv

Nú tað stundar til kommunuval, verður boðað til fundar mikukvøldið í Miðstovu um floksfría uppstilling.

Stigtakararnir meta eina kommunuætlan verða trygdin fyri eini felagskós hjá Klaksvíkar kommunu.

Tey staðfesta somuleiðis, at tað eru viðurskifti í Klaksvíkar kommunu, sum kunnu útførast á øðrum og betri grundarlagi enn førdi politikkurin.

Stigtakararnir meta, at besta amboð at møta framtíðini er ein burðardygg hugsjón, sum skal verða grundarlagið undir tí nýggju kommunuætlanini fyri kommununa.

Við at fremja eina slíka kommunuætlan, fær politiska og umsitingarliga skipanin eitt amboð til at fremja ynski borgaranna. Soleiðis kann Klaksvíkar kommuna verða betri búgvin til at møta avbjóðingum við ábyrd og víðskygni.
Talan verður um ætlan og kós, hvørs hugsjón er at bøta um umdømið hjá kommununi á øllum økjum!

 

Frá flokspolitikki til áhugapolitikk

Fundurin mikukvøldið klokkan 20 tekur upp omanfyri nevnda evni, tí tað er sera nógv, sum bendir á, at til kommunuval er veljarin farin frá at velja flokspolitiskt. Fleiri og fleiri siga seg velja ein persón!

Til frama fyri burðardyggum útlitum kjølfest í kommunuætlanina, vóna stigtakararnir at framtíðarpolitikkurin í Klaksvíkar kommunu hvørki verður floks- ella persónsstýrdur, men verður borðin fram av áhuga fyri teimum ymsu økjum, sum kommunan skal varða av, fremja og skapa karmar fyri.
Ein drekkamuður er at fáa og koronatilmælini vera fylgd, siga stigtakararnir at enda.
Hjartaliga vælkomin í Miðstovu mikukvøldið kl 20!

Stigtakararnir

Lýsing
Seinastu tíðindini
Søguligur dagur á TSK
Kósin besta úrslit nakrantíð
Summar­blaðið í gerð
Útivikan 2026
Jeff Landry: Vil arbeiða fyri at gera Gr…
8.019.600.000.000 kr
Nýggj regla hevur longu avgjørt lagnuna…
Myndarøð: KÍ kvinnur - 07Vestur (5-1)
Samleikin verður styrktur 
Konsertir í Leirvíkar Bátasavni og Ribar…
Lena Anderssen á Summar Festivalin
Nøglin: Hvør er besta manning 2006 - 202…
Tøkk - Sigrid Henrikka Margrethe Sofie G…
SU: Mor er ikke sur, mor er skuffet
Betesda fær vitjan á møtinum sunnukvøldi…
Toy Story 5 setir sjóneykuna á skíggjar…
Tá ið vit fóru til stroks
Klaksvík­ingur bleiv smurdur av á jóansøk…
40 atgongumerki eftir
Setið borin í nú!