Lýsing
Lýsing
Lýsing

Sjálvstýri í Eysturoynni eigur nú at snara kanónini

SKRIVAÐ: Gunvá við Keldu, Býráðslimur fyri Fólkaflokkin  |  29.09.2020 - 15:29 Politikkur Tíðindaskriv

Í grein hjá Lassa Klein í Norðlýsinum 17. september fremur hann eitt beinleiðis álop á Klaksvík og Suðuroynna, tí hesi, eftir hansara tykki, hava ov nógv almenn arbeiðspláss sammett við Eysturoynna. Ein harmilig og óskynsom útsøgn

Lasse Klein átti at vita, líka so væl sum norðoyingar og suðuroyingar, at tað er ikki í hesum økjum, tey mongu almennu arbeiðsplássini eru sett á stovn.

 

Í eini kanning hjá grannskoðaravirkinum Numo, umbiðin av Vinnulívsráðnum í Klaksvík í 2017, og sum varð nógv umrødd tá, sóu vit, at 81% av almenna rakstrinum lá í høvuðsstaðnum. Í Eysturoynni var parturin 2%, í Suðuroy 6% og í Norðoyggjum 7%.

 

Sjálvstýri í Eysturoynni,

ímóti Norðoyggjum og Suðuroy

Vit hava eisini fyrr sæð, at fyrrverandi formaðurin í Sjálvstýri, hevur verið firtin um almenn arbeiðspláss í Klaksvík.

 

Eg fari at biðja Sjálvstýri í Eysturoynni, um at snara kanónini rætta vegin. Tað tykist, sum at Sjálvstýri hevur sett sær fyri at niðurgera økið í Norðoyggjum og Suðuroynni. Teir og øll onnur skulu minnast til, at flestu almennu arbeiðsplássini í Norðoyggjum eru sprottin úr innsatsi og miðvísum arbeiði frá lokalum kreftum.

 

Skal bara vísa á trý dømi, hvussu Klaksvík er komin til hesar uppbygdu almennu stovnarnar:

-       Klaksvíkar Sjúkrahús varð sett á stovn av norðoyingum og eystara parti av Eysturoynni – við ongum landsalmennum pengum.

-       Klaksvíkar Tekniski Skúli varð settur á stovn av Handverksmeistara- og Handverkarafeløgunum o.ø. í Klaksvík, har Eysturoyggin seinni kom við, m.a. tí, at Skála Skipasmiðja, sum partafelagið J. F. Kjølbro átti, leveraði hópin av lærlingum/næmingum til skúlan, og enn koma lærlingar/næmingar úr hesum økjum.

-       Húsarhaldsskúli Føroya varð settur á stovn av Kvinnufelagnum í Klaksvík, eins og Handarbeiðsskúlin.

Onnur dømi eru eisini, har klaksvíkingar saman við øðrum tóku tøkini.

 

Søguliga gott samstarv

ímillum Eysturoynna og Norðoyggjar

Hyggja vit eftir tølum, serliga eftir at Norðoyatunnilin kom í 2006, hvussu føroyingar pendla ímillum økini, síggja vit, at dagliga pendla 2.668 fólk til Havnar, 518 til Eysturoynna, 314 til Norðoyggjar og 90 fólk til Suðuroynna. (At talið til Suðuroyar er so lágt, hevur sína orsøk). Hetta vísir eina greiða miðsavning til høvuðsstaðin.

 

Søguliga hevur verið serstakliga gott samstarv millum Eysturoynna og Klaksvík. Miðnámsskúlin á Kambsdali er gott dømi. Eisini innan privatu vinnuna, sum t.d. Bakkafrost, Pelagos, Sílnet, Føroya Bjór, Norðoya Sparikassi, handlar sum Borg og Berglon og aðrar fyritøkur. – Eisini kann eg nevna afturat, at eg sjálv eri samánari av fyritøku í Eysturoynni.

 

Hvørjar orsøkirnar eru, at Sjálvstýri í Eysturoynni hevur sett kanónina á Norðoyggjar og Suðuroynna, í staðin fyri at venda hana ímóti høvuðsstaðnum, har 81% av almenna rakstrinum verður brúktur, kann eg hava mína meining um, men er óskiljandi.

 

Hesar útsagnir hava onki uppbyggjandi við sær, haldi eg, og átti at hildið uppat, tí hetta mennir ikki økini bæði.

 

Gunvá við Keldu

Býráðslimur fyri Fólkaflokkin

í Klaksvíkar Býráði

 

Lýsing
Seinastu tíðindini
Líggjas vunnið gull á Danish Open í kvøl…
Borgarafundur um ferða­vinnu­ætlan fyri Sv…
Føroyskir kavaraførleikar styrkja donsku…
Várdagar og Bátafestivalur
Nýtt alment parkeringsøki ávegis í miðbý…
Norð­oyastevnan stendur fyri durum
Heimsmál­ini á bókasøvnunum
Veðrið um vikuskiftið
Klaksvík fylgdi slett ikki við!
Megnar Mjølnir at spæla seg í áttandu st…
Klakkur inni við 190 tonsum
Konsert í Hoyvíkar kirkju 18. apríl 2026…
Samgonguskjalið 2026 og lágløntir pensjó…
Kvinnu­stevnan verður 25. apríl
Durita: Vónirnar eru góðar
Spennandi bridgefestivalur við altjóða l…
Steinway-artistur hugtikin av flyglinum…
Myndarøð: Tá skotið varð fyri Norð­oyatun…
Norðoya­tunnilin hátíðarheldur 20 ára dag…
Aðalfundur og nýggj starvs­nevnd í Tónlei…