Lýsing
Lýsing
Lýsing

Europa League ævintýrið hjá KÍ á stórskýggja

SKRIVAÐ: klaksvik.fo  |  30.09.2020 - 09:20 Ítrottur Tíðindi

Hóskvøldið bjóðar Klaksvíkar kommuna og Bláa Bylgja øllum fótbóltsáhugaum til dyst í Djúpumýru. Tá ið dysturin verður bríkslaður í gongd kl. 19.30 í Dublin í Írlandi, verður møguleiki hjá øllum at síggja hendan søguliga dyst. Tiltakið er ókeypis og byrjað verður at senda kl. 19.25.

Tað er Klaksvíkar kommuna, saman við fjepparafelagnum Bláa Bylgja, sum hevur tikið stig til tiltakið, har møguleiki verður at síggja dystin á stórskýggja. Dysturin er á allan hátt søgurligur, har KÍ hevur møguleika, sum tað fyrsta føroyska felagið nakrantíð, at vinna seg víðari til bólkaspælið í Europa Leauge.

Økið við Djúpumýru verður skipað soleiðis, at stórur skermur verður settur við vøllin, soleiðis at áskoðarar kunnu sita á áskoðaraplássunum. Korona vegleiðingarnar hjá FSF verða fylgdar, eins og til vanligar heimadystir í Klaksvík.

Tað er greitt, at Dundalk FC eru at meta sum favorittar, men eingin ivi er um, at eftir 6-1 sigurin á Dinamo Tbilisi eru mong sum trúgva, at alt kann lata seg gera. Fótbóltsføroyar vóna sjálvandi, at KÍ stendur eftir við sigrinum og harvið verður við í lutakastinum til bólkaspælið.

Play-off dysturin ímillum KÍ - Dundalk FC verður spældur á Aviva Stadium í Dublin 1. okt kl. 19.30.


 

Lýsing
Seinastu tíðindini
Lands­nevndin hjá SU er skipað!
Ótrúliga søgan um 10-talið
Líðhamar inni við góðum 20.000 pundum
- Ronaldo má á bonkin hjá Portugal
Klaksvíkar kommuna – helst heimsins stør…
Petur Reinert vitjar Norðlýsið
Óvissa um framtíð­ina hjá Sjónámi í Klaks…
Fráfaringarløta fyri Mariannu Skarðenni…
Summar­blaðið í gerð
Vónarljós siglur heim
Brekumboðið á ST ráðstevnu í New York
Várkonsertir­nar í Klaksvíkar Tónlistaskú…
- Uruguay er ein outside'ari
Meinhardt Joensen vitjar Norðlýsið
Rudda byggiplássið frammanfyri Varpið
Team Klaksvík gjørt sáttmála við málmann…
Gadus siglir heim
20 ára hátíðarhald á Listasavni­num á San…
- Vit skulu fokuserað uppá egið tilfeing…
- Hava tit hug at boksa - komið so við!