Lýsing
Lýsing
Lýsing

Nógv fleiri grundstykkir til vinnufyritøkur

SKRIVAÐ: Óli M. Lassen  |  30.09.2020 - 13:35 Lesarabrøv Politikkur

Vit eru í gongd við stórar ætlanir á vinnuøkinum og verður tað í komandi árið klárt hjá fleiri vinnuvirkjum at byggja á nýggja ídnaðarøkinum undir Hamri á Borðoyarvík. Uppalandi í Norðhavnini skal eisini gerast munandi størri, so klárt er til at leingja bryggjukantin í Norðhavnini. Á vánni verður eisini útfylt niðanfyri Blikksmiðjuna.

Í verkætlanini á Borðoyarvík var upprunaliga talan um eitt øki á 15.000 m2, ið verður útgrivið sunnanfyri bátahylin. Nýggi sáttmálin við J & K Petersen, sum eisini stendur fyri verandi verkætlan, merkir, at J & K Petersen leingir verandi verkætlan við 100 metrum, svarandi til 6.585 m2. Sostatt verður samlaða ídnaðarøkið 21.585 fermetrar til víddar.


6 stykkir á 200m2 og eitt stykki á 8.500 m2 og hartil verða tað einir 2000 til 3000 fermetrar, ið er sprongdir og klárt til víðari planleggjan og planering til ídnaðarstykkir. 

Eisini Grótbrot og tilfærssølu
Endamálið við ídnaðarøkinum á Borðoyarvík, er at nýta suðurendan til vinnuøkið, umframt at Grótbrotið og annað virksemi hjá kommununi skal halda til har. Hendan íløgan tryggjar, at kommunan og borgarar koma at hava góða atgongd til grót og annað tilfar til framtíðar verkætlanir bæði kommunalar og privatar.


Norðhavnin og nýtt vinnuøkið á Vánni
Í samband við tunnilsarbeiði norður um fjall hevur kommunan gjørt avtalu við Landsverk, soleiðis at vit fáa alt grótið til útbygging av Norðhavnini og onnur arbeiðir í kommununi. Í Norðhavnini er møguligt at leingja bryggjukantin í beinari linju einar 30-40 metrar.


Nýtt vinnuøkið á Vánni
Á vánni í Klaksvík byrjar eitt útfyllingararbeiðir í komandi døgum, so eitt nýtt vinnuøkið verður niðanfyri Blikksmiðjuna og í framtíðini letur hetta eisini upp fyri at bryggjukanturin frá gamla Skipafelagnum og suðureftir kann leingjast, so fáa vit møguleika fyri at fáa ein bryggjukant í er omanfyri 100 metrar.


Tær vinnuligu avbjóðingar vit hava, loysa vit við at gera Klaksvík størri so vit fáa meira uppland, so rúm er fyri enn fleiri vinnufyritøkum á Borðoyarvík og í Norðhavnini og á Vánni. Sanniliga ein kommuna í framburði og stórari menning.


Óli M. Lassen, limur í Havna- & Vinnunevndini


Formaður í Teknisku Nevn

Formaður í Ferðslunevndini


Næstformaður í Byggi & Býarskipanarnevndini


Limur í Mentunarnevndini

Lýsing
Seinastu tíðindini
Skapa karmar fyri oljuvinnu og kanna møg…
Beinir, Bárður og Jacob í lands­stýrið
Heilsugott ábit til børn og ung í Húsinu…
Føroya Bjór: Klaksvíkar kommuna ynskir i…
Aksel og Margit í lands­stýrið fyri Javna…
Neyvan nakar eyka heilsu­skúli í Havn
Tiltøk í vikuni
KS: Trý nýggj starvs­fólk á Tænastudeildi…
Mini TeenStreet í Kelduni – 10. og 11. a…
Sjey aðalráð geva Sandoynni umboðan
‘’Suffer in Silence’’ er nýtt staklag ef…
Munandi betrað landafrøði­lig umboðan
Óvissan um tjóðarsemjuna opnar fyri Nýgg…
Samgonguskjalið undirskrivað
Johan Dahl verður løgtingsfor­maður
Hesi verða lands­stýris­fólk
Mars – lýggjur og vátur
Fríðin: KÍ venur til Evropa
Stórur áhugi fyri framtíðarætlan­ini BHS2…
Bókaframløga: Øll lúgva fyri leiðara­num…