Lýsing
Lýsing
Lýsing

Norðborg: “Undurfult” sigur Jens Sigurd

SKRIVAÐ: Oliver Joensen  |  30.09.2020 - 15:22 Mentan Myndarøð Tíðindi Vinna

Um støðuna í lastini siga teir nú bara “undirfult”. Við tí meina teir, ið taka tøk í lastini og á verksmiðjuni, at nú er “Undirlastin” full. Vit eru tí væl nøgdir við gongdina.

Í løtuni eru vit umleið 130 fjórðingar norður úr Kallinum. Vit hava flutt okkum frá íslendska fiskimarkinum eystur higar í føroyskt øki orsakað av at har vesturi var ov lítið at fáa hjá okkum, sum vóru vístir til at fiska uttanfyri íslendska markið. Sildin stóð beint innanfyri markið.

Eftir at hava siglt hendan teinin í gjár og náttina til í gjár, kastaðu vit seint í gjárkvøldið. í myrkrinum fingu vit 300 tons, tá vit hálaðu áðrenn ljóst var. Koyrt var út aftur og vit fingu 100 tons afturat áðrenn ljóst var, tá bleiv avgjørt at hála, tí sildin fer djúpari um dagin og tá var neyðugt við øðrum troli at trola djúpt við. Tað toga vit við nú her norður úr Kallinum.

Frysting, pakking og goymsla

Tók tað meg á bóli hvussu væl fyriskipað tekniskt flakaframleiðslan er skipað, har tveir mans hava eftirlit við maskinunum á hvørjari vakt og mekna at skera um 60 tons av sildafløkum í 8 tímar.

Nú eg vitjaðið pakkaríið ella frystaríið í gjár var tað ikki minni hugtakandi.

Fram við skottunum har stóðu 12 stórir frystarar. Feska flakið kom inn við flutningsbondum frá skerimaskinunum. Her gingu so tveir mans og ansaðu eftir at kømuri á frystarunum blivu væl fylt og at onki flak stakk uppúr tá fryst bleiv. Tá øll kømurini vóru fylt á einum sokallaðum horisontalfrystara, bleiv ein dúkur lagdur útyvir fyri at fáa optimala orku burtúrúr frystikapasitetinum. Tveir tímar seinni eru tey 1.440 kiloini av flaki fryst.

Síðani verður blokkurin sligin leysur og fluttur yvir á flutningsband til pakkimaskinuna. Alt hetta gongur fyri seg, uttan at hond er á framleiðsluni. Teir tveir menninir, sumeru í frystirúminum, ganga bara og hyggja til, at alt gongu sum tað skal og taka hond í, har eitt hvørt er, sum hevur hjálp fyri neyðini.

Blokkurin fer síðani í gjøgnum pakkimaskinuna. Eisini hendan er ein frægd fyri eygað at síggja, ímeðan hon arbeiðir. Blokkurin fær fyrst lagt blátt plastik um seg, síðani verður hann innpakkaður koyrdur í eina vakra eskju við búmerkjum og øðrum prentað á.

Handfaringin av eskjuni er eisini verd at steðga við. Hyggur tú væl at myndunum niðanfyri, so sæst, at tólmennið leggur eina flata eskju inn, lyftir hana upp, so flakblokkurin sleppur inn, lukkar síðani endarnar og sendir hana víðari til bandmaskinuna.

Flakaeskjan fer síðani víðari í bandmaskinuna, har hon verður bandað og síðani heldur leiðin áfram eftir flutningsbandinum til mannin, ið leggur eskjurnar á plattar. Hetta er einasta arbeiðisplássið í allari framleiðsluni, sum krevur ein mann at standa við konstant. Áðrenn eskjan við flakinum er komin til hansara, hevur hvørki flak ella eskja verið á hondunum hjá nøkrum. Um flakið kann sigast, at ongin mannahond yvirhøvur hevur verið á tí nú tað á plattum verður sent í lastina.

At flyta plattar, fullar av flaki úr pakkirúminum inn í lastina krevur heldur ikki mannahond. Tað einasta sum er er, sum tá eg var í lastini og vitjaði, at Jóhan Dávid á hesi vaktini, av og á kemur niður, setir seg á trukkin, og flytir teir fullu plattarnir, ið tólmennið hevur sett inn í lastina á rætta stað.

Umframt flakaframleiðslu, framleiðir Norðborg fiskamjøl úr fráskurðum og innvølum av sildini. Meira um tað eina aðru ferð.

Í dag hava vit eisini fryst nakað av rundum, tað við siga avhøvda sildina og skorið sporlið av.

Norðborg ber seg væl

Skipið er eftir mínum tykki ótrúliga sjógott. Í dag hava vit lágan eystan, einar 18-20 metrar um sekundið. Men tað rørir ikki arbeiði umborð. Trukkurin koyrir í lastini, ímeðan menn eisini flyta teir stóru mjølsekkirnar, ið viga eini 1200 kilo, og hiva teir upp í kránanum og koyra teir niður í paunin í stýrborð. - Jú her er væl livandi, sjávt um tað ikki er slætt sum á Vágni.

Lýsing
Seinastu tíðindini
Røða: Flaggdagsrøða løgmans í Fámjin
Nu gælder det om at stå sammen om KÍ; sp…
Várframsýning hjá Anniku
Kom og hoyr um afturkomu Jesusar – Betes…
Mjølnir vann lættliga á SÍ í fyrru FM-fi…
Ikki ein óvæntað avgerð
Hesin verður fyribils venjari hjá KÍ
KÍ og Haakon Lunov fara hvør til sítt
Frálík flaggdagsrøða
Fimm prosent møguleiki fyri at KÍ vinnur…
Lands­stýris­maðu­rin lýst svartkjaftakunng…
Lutur Mansins í Fosturtøkuni
Flaggdagshald
USS Albany í Nólsoyarfjørð
Hoydalar til Tjóðpall og Symfoniorkestur
Semjan um tøkugjøld­ini hevur stóran týdn…
Mjølnir og SÍ spæla fyrru FM-finaluna í…
Vei teimum ið kalla ilt gott, og gott il…
Eystanljóð á kórferð í Skotlandi
Pison við kós á Flemish Cap